Hjálparfólk til Lonirnar í Hoydølum
Ynskir tú eitt arbeiðspláss við mennandi og kveikjandi upplivingum, har trivnaður, menning og gott samstarv eru í hásæti? So er hetta kanska starvið kanska nakað fyri teg.
Vit søkja eftir hjálpafólki til vøggustovu og barnagarð, 20-40 tímar um vikuna.
Í Loninum leggja vit stóran dent á trivnað og menning.
Vit ynskja at stuðla børnunum í teirra menning, so tey fáa møguleika at mennast til sosial, sjálvstøðug, ábyrgdarfull, skapandi og lívsglað menniskju. Vit leggja dent á góðar og tryggar relatiónir og eitt mennandi umhvørvi, har spæl og áhugamálini hjá børnunum eru ein natúrligur partur av gerandisdegnum.
Vit leggja eisini stóran dent á eitt gott og virðiligt samstarv við foreldrini, har gott og opið samskifti er ein týðandi partur av samstarvinum.
Hvat vænta vit av tær?
Vit vænta, at tú:
- hevur áhuga og hegni at arbeiða við børnum
- ert nærverandi, jalig/ur og fyrikomandi
- virðir einstaka barnið og sært møguleikarnar hjá tí
- tekur ábyrgd og ert álítandi
- dugir væl at samskifta og samstarva við børn, foreldur og starvsfelagar
- hevur hug og vilja at vera við til at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
Um okkum
Vit hava eina heilt serliga staðseting í einum av vakrastu náttúruøkjum í Tórshavn, tætt við sjógv, á og skóg. Náttúran er ein natúrligur og virkin partur av okkara gerandisdegi, og vit brúka hana hvønn dag sum eitt mennandi og spennandi umhvørvi fyri børnini. Í Lonunum arbeiða vit hvønn dag fyri at skapa eitt trygt, mennandi og gevandi umhvørvi, har bæði børn og vaksin trívast og hjálpa hvør øðrum.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hava vit skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Fá meira at vita um starvið
Tú kanst fáa meira at vita um starvið við at venda tær til Jeanette Joensen, leiðara, telefon 21 40 49.
Umsókn og freist
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda. Send okkum tína umsókn saman við lívsrensli, avriti av prógvum og viðkomandi tilfari. Tín umsókn má vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 23. august 2026.
