Køksfólk til frítíðarskúlan í Badmintonhøllini
Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan í Badmintonhøllini, eftir einum fólki at arbeiða uml. 25-30 tímar um vikuna frá 8. september 2026 ella eftir nærri avtalu.
Starvið fevnir um at hava ábyrgd av køkinum og inniber at gera dygdargóðan millumála.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Joan Iris Samson, stovnsleiðara, telefon 28 49 02 ella senda teldupost til joansa@torshavn.fo
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast Tórshavnar kommunu í seinasta lagi fríggjadagin 4. september 2026.
