Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
sunnudagur 30. august 2026
Arbeiðstíð
25-35 tímar um vikuna
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Hoyvík
Spurningar til starvið
Gestur Bogason Dam
Leiðari, Frítíðarskúlin í Hoyvík
gesturbd@torshavn.fo Søk starvið

Námsfrøðingur til Frítíðarskúlan í Hoyvík

Trívist tú í einum lærandi og mennandi mentan, har leiðsla og starvsfólk taka væl móti kreativum hugskotum og eggja hvørjum øðrum at gera tað, sum ein brennir fyri og dugur best? Vilt tú gerast partur av einum opnum, forvitnum, jaligum og samstarvssinnaðum toymi?

Frítíðarskúlin er staðsettur í náttúru góðum umhvørvi. Í grannalagnum er ein tjørn, sum vit brúka nógv. Úti er gott pláss, og í garðinum er millum annað ein stór fløta, fótbóltsvøllur og ymiskt annað. Her fáa børnini rørt seg nógv kropsliga og stimbrað sínar sansir.

Frítíðarskúlin hevur pláss til í mesta lagi 96 børn í 1. og 2. flokki, meðan frítíðartilboðið fyri 3. flokk er fyri øll børn í 3. flokki í Hoyvíkar skúla. Fleiri av starvsfólkunum á stovninum hava drúgvar námsfrøðiligar royndir.

Vit søkja eftir fólki at byrja skjótast gjørligt. Arbeiði er 25-35 tímar um vikuna, við møguleika fyri 40 tímum vikuliga – um man eisini arbeiðir í KLUBB 188.

Um so er, at eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk vera sett í tíðaravmarkað starv.

Í stóran mun eru arbeiðstíðirnar í mestan mun í dagtímunum.

Arbeiðstíðirnar í KLUBB 188 eru um kvøldið (kl. 17.30-22.30, fríggjadagar kl. 18.30-1.30).


Vit ynskja umsøkjarar:

  • sum hava virðing og vísa umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum
  • sum eru initiativrík og jalig
  • sum hava góð samstarvsevnir, sjálvstøðugir og álítandi
  • sum hava hug at skapa ein mennandi og tryggan gerandisdag hjá børnunum
  • sum síggja møguleikar, heldur enn forðingar


Setanarviðurskifti

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsóknin skal, saman við prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum vera Tórshavnar Kommunu í hendi í seinasta lagi sunnudagin 30. august 2026.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Gestur Bogason Dam, stovnsleiðara, á telefon 28 02 44 ella á teldupost gesturbd@torshavn.fo