Vaskifólk til Skúlan á Argjahamri
Søkt verður eftir vaskifólki til Skúlan á Argjahamri at byrja sum skjótast. Arbeiðstíðin er 4 tímar hvønn gerandisdag.
Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hava vit skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóra, á telefon 22 42 40.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 4. september 2026.
