Dygdarmennari til dagstovnaøkið
(Dagstovnar, frítíðarskúlar og ungdómsklubbar)
Barna- og ungdómsdeildin í Tórshavnar kommunu søkir eftir dygdarmennara til dagstovnaøkið at byrja 1. oktober 2026.
Tórshavnar kommuna hevur seinastu árini ment eitt nýtt virksemi við dygdarmenning og góðskumeting á dagstovnaøkinum sum liður í at tryggja og menna námsfrøðiligu tænastuna.
Dygdarmennarin hevur ábyrgd av at arbeiða við dygdarmenning á dagstovnum, frítíðarskúlum og ungdómsklubbum, ið virka eftir dagstovnalógini.
Arbeiðið sum dygdarmennari byggir á eygleiðingar av námsfrøðiligu tænastuni, ið verða gjørdar eftir serstøkum leisti (KIDS) og í tøttum samstarvi við stovn og leiðslu.
Starvsstaðið er á Barna- og ungdómsdeildini, men lutfalsliga stórur partur av arbeiðsuppgávunum ganga fyri seg úti á- og saman við einstøku stovnunum.
Námsfrøðiliga toymið
Dygdarmennarin er partur av Námsfrøðiliga toyminum, sum er fakliga toymið á Barna- og undgómadeildini. Toymið veitir dagstovnum, frítíðarskúlum og ungdómsklubbum námsfrøðiliga ráðgeving og dygdarmenning.
Í Námsfrøðiliga toyminum starvast ein toymisleiðari, fýra dygdarmennarir, tríggir námsfrøðiligir ráðgevar og ein námsfrøðiligur ráðgevi ið hevur aðrar fyrisitingarligar uppgávur.
Tínar arbeiðsuppgávur
Tín arbeiðsuppgáva verður at menna og stuðla námsfrøðiligu praksisina við støði í námsfrøðiligari vitan, við denti á relatiónir, trivnað, felagsskapir og luttøkumøguleikar hjá børnum og ungum, saman við stovnsleiðarum á einstøku stovnunum. Harumframt kemur tú at fylgja við og stuðla undir dygdarmenningararbeiðið á einstøku stovnunum.
Sum dygdarmennari skalt tú kunna gera greiningar og eygleiðingar av námsfrøðiligari praksis, vegleiða starvsfólk og stuðla undir menning av góðum relatiónum, felagsskapum, trivnaði og luttøkumøguleikum hjá børnum og ungum. Arbeiðshátturin er skipaður við støði í eygleiðingartilfarinum KIDS.
Sum dygdarmennari kemur tú sostatt at:
- eygleiða og greina námsfrøðiliga praksis
- seta í gongd námsfrøðiligar dygdarmenningarætlanir saman við stovnsleiðara á einstaka stovninum
- saman við stovnsleiðara og viðkomandi starvsfólkum, gera felags greiningar, niðurstøður og møguligar tørvslýsingar til stovnsøkið við støði í eygleiðingum
- fylgja við og stuðla undir dygdarmenningararbeiðinum á einstøku stovnunum
- skriva frágreiðingar, støðulýsingar og tilmæli til leiðsluna á einstaka stovninum
- menningar verkætlanir og innanhýsis skeiðsvirksemi og førleikamenning
- vegleiða og stuðla starvsfólki í teirra fakligu menning
- vera viðvirkandi til at skapa eitt mennandi reflektiónsforum á einstaka stovninum
- arbeiða við relatiónum, trivnaði og felagsskapum
- styrkja luttøkumøguleikarnir hjá børnum og ungum
- stuðla undir menning av góðum og inkluderandi læru- og trivnaðarumhvørvum
- knýta námsfrøðiliga vitan saman við gerandisligari praksis
- tryggja at almenna námsfrøðin á dagstovnaøkinum verður styrkt í tøttum samstarvi við stovnsleiðarum, námsfrøðingum, hjálparfólkum og eindarleiðarum.
Førleikakrøv
Sum dygdarmennari skalt tú eisini:
- hava útbúgving sum námsfrøðingur ella vera útbúgvin innan námsfrøði
- hava framúr gott hegni og royndir innan námsfrøðiligt virksemi
- hava góðan námsfrøðiligan førleika og kunna brúka fakliga vitan í praksis
- hava góð evni at eygleiða, greina og meta um námsfrøðiliga praksis
- kunna geva fakliga afturboðan, sum stuðlar undir menning og reflektión
- hava góðar samstarvs- og samskiftisførleikar og kunna skapa álit og góðar fakligar relasjónir
- kunna miðla ástøðiliga vitan á ein einfaldan og ítøkiligan hátt, so hon kann setast í verk í praksis
- kunna stuðla og vegleiða starvsfólki í arbeiðinum við trivnaði, relasjónum, felagsskapum og luttøku hjá børnum og ungum
- kunna síggja námsfrøðiligar avbjóðingar í einum heildar- og samanhangandi perspektivi
- kunna arbeiða sjálvstøðugt, skipað og miðvíst við menningartiltøkum
- hava førleikar at ráðgeva og vegleiða fakligar tilgongdir og skapa motivatión og menning í starvsfólkahópinum
- kunna handfara broytingar og laga arbeiðshættir til ymiskar tørvir og umstøður
- hava góðan KT-førleika til vanligastu forritini
- kunna orða og miðla fakligar metingar og lýsingar bæði skrivliga og munnliga
- kunna arbeiða við skrivligum avrikum, lýsingum og fakligum tilfari
- kenna til og hava royndir við at arbeiða við Dansk Pædagogisk Udviklings Beskrivelse (DPU)
Setanarviðurskifti
Starvið er eitt fulltíðarstarv og verður sett frá 1. oktober 2026 ella eftir avtalu. Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Samband
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jan M. Laursen, deildarleiðara, ella Barbaru Djurhuus, leiðari á Námsfrøðiliga toyminum, á telefon 30 20 10.
Umsókn
Vit gleða okkum at lesa og taka ímóti tíni umsókn! Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og send okkum tína umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndir.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 18. september 2026.
