Málsviðgeri til Umhvørvisdeildina
Vit søkja eftir starvsfólki, fyri starvsfólk í farloyvi, til at arbeiða við umhvørvismálum hjá Tórshavnar kommunu.
Talan er um eitt spennandi starv, har tú kemur at arbeiða við málum innan umhvørvi, út frá nýggja umhvørvispolitikkinum hjá kommununi.
Tú verður partur av einum toymi, sum arbeiðir tætt saman, fyri at náa teimum málum sum kommunan hevur sett sær. Vit stremba eftir at hava eitt gott arbeiðspláss, har tú fært ávirkan og kemur at trívast og mennast.
Umframt fyrisitingarligt arbeiði og íverksetan av umhvørvispolitikkinum, skipar deildin á hvørjum ári fyri umhvørvisviku, EartHour, ruddingardøgum og øðrum tiltøkum, sum gagnar umhvørvinum og burðardyggari samfelagsmenning.
Arbeiðsuppgávur
Tínar arbeiðsuppgávur verða m.a.:
- at málsviðgerða í sambandi við loyvir, fráboðanir um dálking, vatnkanningar o.a.
- at hava eftirlit við ymiskum virksemi í kommununi, út frá galdandi umhvørvislógum og kunngerðum
- at arbeiða við ymiskum verkætlanum út frá umhvørvispolitikkinum, serliga innan náttúru- og lívmargfeldi
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving, harumframt skalt tú:
- hava lætt við at orða seg munnliga og skrivliga á føroyskum
- hava góðan teldukunnleika
- verða fyrikomandi og duga væl at samstarva og samskifta við nógv ymisk fólk
- duga væl at arbeiða sjálvstøðugt
Tað er eisini ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi royndir.
Tú skalt velja okkum
Tí vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv innan eitt øki sum hevur hægstu raðfesting og sum er alsamt meira í miðdeplinum.
Tú kemur at starvast saman við dugnaligum starvsfólki, har avgerðir verða tiknar og har vit virðismeta fakkunnleika. Vit hava virðing fyri hvørjum øðrum og stremba eftir at hava gott samskifti á einum góðum arbeiðsplássi, soleiðis at tú kemur at trívast og mennast.
Setanarviðurskifti
Starvið er eitt farloysisstarv, har tú kemur at starvast í fulla tíð í uml. eitt ár. Vit vænta at tú kanst byrja 1. november 2026, ella eftir nærri avtalu. Løn sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær Marius Müller deildarleiðara, á telefon 21 53 09.
Umsókn
Umsókn, saman við møguligum prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 16. september 2026.
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«.
---------------
Umhvørvisdeildin er partur av teknisku fyrisiting í Tórshavnar kommunu, sum heldur til í Sjóvinnuhúsinum, Vestara bryggja í Havn.
Umhvørvispolitikkurin »Saman um grønu framtíðina« er at finna á www.torshavn.fo undir Umhvørvi.
