Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
sunnudagur 13. september 2026
Arbeiðstíð
30-40 tímar um vikuna
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Hoyvík
Spurningar til starvið
Josefina Hammer
Leiðari
270603
josefinah@torshavn.fo Søk starvið

Varaleiðari og námsfrøðingur til Býlingshúsið Vesturi á Flat

Vit søkja eftir varaleiðara og námsfrøðingi til Býlingshúsið Vesturi á Flat.

Okkara stovnur og arbeiðspláss er eitt mennandi, gevandi og kveikjandi stað, bæði fyri børn og vaksin. Og nú hevur møguleikan, at gerast partur av okkara fantastiska festliga og fakliga dugnaliga hópi!

Trivnaðurin Á Flat er í hásæti, tað verið seg, bæði fakliga og sosialt. Her er kenslan góð av samanhaldi, felagsskapi og nærveru millum børn og vaksin.

»Tað besta við mínum arbeiði er, at eingin dagur er líka – tað er altið okkurt nýtt og lívligt í gongd« – Sissal, námsfrøðingur

Vit søkja eftir námsfrøðingi og einum varaleiðara at arbeiða 30-40 tímar um vikuna, at byrja beinavegin ella eftir nærri avtalu. Talan er um føst størv.

Hevur tú hug at royna teg sum avloysara fyrst, so taka vit eisini gjarna ímóti einari umsókn frá tær!


Um okkum

Vit arbeiða miðvíst við at menna og menta sosial, sjálvstøðug, ábyrgdarfull, skapandi og lívsglað børn. Børn, sum kunnu luttaka í sosialum felagsskapum og meistra lívið í einari fjøltáttaðari og umskiftiligari verð.

Stovnur okkara stendur í einum deiligum umhvørvi í Hoyvík, tætt við Svartafoss og aðrar náttúruperlur. Vit leggja stóran dent á góða gerandisdagin! Og vit eru úti hvønn dag- her hava vit ein stóran og hugkveikjandi garð, ið gevur møguleikar fyri nógvum ymsum spølum, fordjúpan og spennandi rannsóknarferðum. Samskifti okkara millum, starvsfólk, foreldur og børn byggir á virðing fyri hvørjum øðrum.

»Góðir starvsfelagar og gott samanhald, bæði við starvsfelagar, børn og foreldur« – Hanna, hjálparfólk

Á Flat ganga 24 vøggustovubørn býtt á tvær stovur og 70 barnagarðsbørn býtt á 4 stovur, har tann eina er til tey elstu børnini burturav. Her starvast 11 námsfrøðingar, 1 atstøðingur, 3 undir útbúgving, 1 lærari og 12 roynd hjálparfólk, umframt avloysarar.

Vit hava nógvar góðar møguleikar fyri at samstarva tvørturum stovurnar í húsinum – og hvønn fríggjadag samlast vit øll Á Fløtuni til sangløtu – aftaná at starvsfólkini hava etið morgunmat saman.

»Starvsfólkini eru góð at hjálpa hvørjum øðrum« – Bjarni, hjálparfólk


Hvat vænta vit av tær sum námsfrøðingur?

Vit taka fyri givið at tú hevur hug og hegni at arbeiða við børnum og at tú tekur ábyrgdina á teg, soleiðis at vit saman kunnu skapa ein fjølbroyttan og mennandi dag. At tú ert gávumild við tínum fakligu meiningum og sjónarmiðum og at tú megnar at fremja tað í verki. At tú megnar at taka ímóti broytingum og sært avbjóðingar og loysnir, framum forðingar.


Hvat vænta vit av tær sum varaleiðari?

Umframt tær væntanir vit hava til tín sum námsfrøðing, so vænta vit okkum, av tær sum varaleiðara; at tú megnar at skapa eitt mennandi, trygt og fjølbroytt virksemi á stovninum saman við okkum. Tú mást vera initiativrík/-ur, sjálvstøðug/-ur, álítandi og hava gott yvirlit. Tú hevur dirvi til og ert áhugað/-ur í leiðsluuppgávum.

Undir ábyrgd og í samstarvi við stovnsleiðaran tekur tú lut í fyrisitingarligu og námsfrøðiligu skipanini av virkseminum á stovninum. Tú ert fús/ur at taka á teg uppgávur í samstarvi við stovnsleiðaran. Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar sostatt at virka fyri góðum samstarvi við børn, starvsfelagar, samstarvspartar og leiðara.


Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagi.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hava vit skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Fá meira at vita um starvið

Tú kanst fáa meira at vita um starvið við at venda tær til Josefina Hammer, stovnsleiðara, á telefon 27 06 03.


Umsókn og freist

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og senda okkum tína umsókn saman við lívsrensli, avriti av prógvum og viðkomandi tilfari. Tín umsókn má vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 13. september 2026.

GG! Vit bjóða til setunarsamrøðu so skjótt vit hava móttikið tína umsókn.