Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
hósdagur 24. september 2026
Arbeiðstíð
Starvsbrøkur 1,0
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn Søk starvið

Sjúkrarøktarfrøðingur til demensdeildina Boðalon á Boðanesheiminum

Spennandi starv tøkt at søkja sum sjúkrarøktarfrøðingur til demensdeildina Boðalon.

Ynskir tú at gerast ein partur av okkara framúr góða starvsfólkahópið? Ynskir tú at menna tínar fakligu førleikar og royndir innan demensøkið? So er tað tær vit leita eftir til Boðalon.


Boðalon

Boðalon er ein demenseind á Boðanesheiminum har 16 búfólk búgva.

Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk.

Á Boðalon verður dentur lagdur á, at starvsfólk stuðla undir lívsgóðskuni og samleikanum hjá búfólkunum. Demensrøktin er tillagað hvønn einstaka  fyri at tryggja ein tryggan og innihaldsríkan gerandisdag. Persónligir eginleikar og faklig dygd hevur stóran týdning fyri demensrøktina á Boðalon. Arbeitt verður støðugt við at tryggja og menna dygdina. Dentur verður lagdur á at arbeiða viðurkennandi og samstarvssinnað, so búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.


Vit sóknast eftir:

  • Einum sjúkrarøktarfrøðingi á brøk 1,0 ella eftir avtalu. Starvið verður sett 1. november 2026, ella eftir nærri avtalu.

Arbeitt verður í dagvaktum og fjórða hvørt vikuskifti – annað kann avtalast.


Førleikakrøv

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Áhugi at arbeiða við fólki, sum hava demens
  • Hug at arbeiða og samstarva tvørfakligt
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu
  • KT-førleika á brúkarastøði


Vit bjóða tær

  • Eitt fakliga spennandi og mennandi starv innan demensøkið
  • Góða innleiðslu og onnur viðkomandi skeið innan eldraøkið
  • Eitt opið og jaligt arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfeløgum, har trivnaður og sosialur felagsskapur er í hásæti
  • Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Gott tvørfakligt samstarv
  • Møguleika at seta tín dám á arbeiðsplássi og framhaldandi at menna Boðalon
  • Atgongd til venjingarhølið á Boðanesheiminum


Setanarviðurskifti

Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjamálaráðið og yrkisfelag umsøkjarans. Um sjúkrarøktarfrøðingur ikki søkir, kann annar fakbólkur verða settur.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Barbaru Eystberg Sørensen, deildarleiðara á Boðalon, á telefon 26 22 79, ella við telduposti til barbaraes@torshavn.fo. Eisini ber til at venda sær til varadeildarleiðara, Anniku Weihe, telefon 58 15 25, ella við telduposti til annikawe@torshavn.fo


Umsókn

Umsókn og avrit av prógvum, autorisatión, arbeiðsroyndum og tílvísingum skulu sendast til Tórshavanr Kommunu. Tú søkir starvið við at trýsta á Grøna knøttin »Søk starvið«.

Umsóknarfreistin er 24. september 2026.