Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
sunnudagur 27. september 2026
Arbeiðstíð
Fulltíðarstarv
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn Søk starvið

Húsavørður til Bygningsrakstur

Tórshavnar kommuna søkir eftir einum húsavørði til Bygningsrakstur at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Tú verður partur av toyminum í norðurøkinum við dugnaligum húsavørðum, har vit leggja dent á fakligan kunnleika, virðing fyri hvørjum øðrum og gott samstarv.
Tú fært ábyrgd av húsavarðauppgávum á fleiri bygningum, har tú partvíst sjálv/ur leggur arbeiðina til rættis og hjálpir annars til á øðrum bygningum eftir tørvi.
Í norðurøkinum starvast ein formaður og 10 húsavørðar.

Tú skalt tola broytingar í mun til bygningar og økir.

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:

  • At hava umsjón og røkja bygningarnar og økini uttanum
  • Rakstar- og viðlíkahaldsuppgávur smb. viðlíkahaldsskipanini innan m.a. el, vatn, hita, ventilatión, brunaviðurskifti og trygdarútbúnað
  • Aðrar tænastu uppgávur
  • Smærri umvælingar

Førleikakrøv

  • Ynskiligt er at tú hevur útbúgving (so sum húsavørður, smiðjur, snikkari, elektrikari o.s.v.), ella hollar arbeiðsroyndir innan handverk
  • Førleikar innan tekniskar skipanir kunnu verða ein fyrimunur
  • Skalt megna at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Hevur góðan telduførleika
  • Dugur at skriva og orða teg á føroyskum
  • Hevur koyrikort til persónbil
  • Royndir ella skeið innan rakstur av svimjihylstøkni, kann verða ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Vit vænta, at tú:

  • brennur fyri umsjón og góðum røkiskapi
  • ert framfýsin og fyrikomandi
  • hevur eyga fyri smálutum
  • dugur at arbeiða skipað
  • ert tænastusinnað/ur og hevur góð samstarvsevnir
  • hevur lætt við at samskifta við børn, ung, vaksin og eldri

Vit bjóða tær m.a.:

  • Eitt fast starv, har tú partvíst sjálv/ur leggur arbeiðini til rættis
  • Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur
  • Sosial og trivnaðar tiltøk
  • Fleksiblar arbeiðstreytir

Setanarviðurskifti

Húsavørðurin vísir til formannin í norðurøkinum. Starvið er fulltíðarstarv og verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Handverkarafelag / Landsfelag Handverkaranna ella Starvsfelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Samband

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til:
Rúna Patursson, leiðara, á telefon 22 34 59 /
runip@torshavn.fo ella
Sigmar Mortensen, formann, á telefon 22 36 71 /
sigmarm@torshavn.fo

Umsókn

Umsókn saman við møguligum prógvum, viðmælum og starvsroyndum skulu sendast til Tórshavnar kommunu í seinasta lagi 27. september 2026.

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«.

-----------------------------------

Um Bygningsrakstur

Bygningsrakstur tekur sær av dagligum viðlíkahaldi og røkt av bygningum, sum Tórshavnar kommuna eigur. Talan er um uml. 180 bygningar, sum m.a. fevna um dagstovnar, skúlar, ellis- og røktarheim, skrivstovur v.m.
Bygningsrakstur er skipaður sum stovnur undir Bygningsdeildini hjá Tórshavnar kommunu og hevur umleið 40 starvsfólk. Bygningsrakstur er skipaður í trý landafrøðilig økir við hvør sínum formanni.