Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mikudagur 7. oktober 2026
Arbeiðstíð
Fulltíðar starv
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn Søk starvið

Deildarleiðari til Stjórnarskrivstovuna

Hevur tú hegni at leiða, samskipa og menna kjarnuna í politiskt stýrdari fyrisiting? 

Tórshavnar kommuna søkir ein virknan, framskygdan og fyrisitingarliga sterkan deildarleiðara til Stjórnarskrivstovuna. Hetta er eitt spennandi leiðarastarv fyri teg, sum trívist í markamótinum millum leiðslu, politikk, løgfrøði og strategiska menning, og sum hevur hug og hegni at skapa úrslit saman við øðrum.

Sum deildarleiðari verður tú ein lyklapersónur í kommununi við ábyrgd av dagligu leiðsluni av Stjórnarskrivstovuni og við einum týðandi leikluti í at tryggja gott samspæl millum umsiting, stjórn og politisku skipanina.

Deildarleiðarin vísir til kommunustjóran og arbeiðir tætt saman við borgarstjóranum, stjórnini og politisku nevndunum.

Um Ráðhúsið

Stjórnarskrivstovan heldur til í Ráðhúsinum á Vaglinum, sum er stjórnarligi og politiski miðdepilin í Tórshavnar kommunu.

Her húsast borgarstjórin og stjórnin, ið saman leiða og mynda menningina av høvuðsstaðnum. Ráðhúsið er karmur um politiskar viðgerðir, leiðslu, samskifti og umboðan. Her verða eisini nevndarfundir hildnir, og fleiri av teimum týdningarmestu avgerðunum fyri kommununa hava sín uppruna her.

Vit bjóða tær

Vit bjóða tær eitt fjølbroytt, avbjóðandi og týdningarmikið leiðarastarv í hjartanum av kommunalu umsitingini. Vit bjóða skipaða innleiðslu og góðar menningarmøguleikar.

Tú fært møguleika at:

  • leiða og menna eina kjarnudeild við stórari ávirkan á alla kommununa

  • arbeiða tætt saman við leiðslu og politiskum myndugleikum

  • seta tín dám á arbeiðsgongdir, samstarv og strategiska menning

  • standa á odda fyri einum dugnaligum og fakliga sterkum starvsfólkabólki

  • virka í einum arbeiðsumhvørvi, har tveir dagar sjáldan eru eins

Um starvið

Sum deildarleiðari hevur tú yvirskipaðu ábyrgdina av leiðslu, rakstri og menning av Stjórnarskrivstovuni.

Tú verður ein týðandi ráðgevi hjá borgarstjóra, býráðspolitikarum og stjórn. Tú hevur ábyrgd av at tryggja, at ætlanir, umframt fyrisitingarligar og løgfrøðiligar tilgongdir, verða framdar við høgari dygd, fakligheit og áliti.

Deildin telur 12 starvsfólk við ymiskum fakligum førleikum innan løgfrøði, fyrisiting og tænastu.

Arbeiðsøki hjá deildini

Stjórnarskrivstovan hevur ábyrgd av fleiri týðandi uppgávum í kommununi, herímillum:

  • Ráðgeving til borgarstjóra, stjórn, nevndir og kommununa annars

  • Løgfrøðiliga ráðgeving innan m.a. kommunurætt, byggimál og fyrisitingarrætt

  • Keyp og sølu av føstum ognum, leigusáttmálum o.l.

  • Vegleiðir í samband við kærumál og rættarmál

  • Fyrireika politisk mál og skrivarafunktiónum fyri býráð, politiskar nevndir og stjórn

  • Samskipa og menna arbeiðið innan ferðavinnu, vinnumenning og altjóða samstørv

  • Almennar vitjanir og móttøkur

  • Tíðindaflutning, innanhýsis og uttanhýsis samskifti

Vit ímynda okkum, at tú

  • hevur gott skil fyri arbeiði í einum politiskt stýrdum umhvørvi

  • megnar at seta greiða kós og skapa virknan fylgiskap

  • kanst sameina strategiskt yvirlit við neyðugu nágreiniligheitini í gerandisdegnum

  • samskiftir trygt og virðiliga, bæði munnliga og skrivliga

  • trívist sum sambinding millum politikk, fyrisiting og borgarar

  • skapar álit og góð samstarvsviðurskifti rundan um teg

Tó er tað eitt krav, at tú hevur viðkomandi hægri útbúgving, til dømis cand. jur., cand. scient. adm., cand. polit. ella líknandi. Tað er ein fyrimunur, at tú hevur viðkomandi leiðsluroyndir.

Setanarviðurskifti

Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært sáttmála í 37. lønarflokki. Starvið er ikki tænastumannastarv. Eftirlønargjald er 15%.

Fá meira at vita

Meira fæst at vita við at venda sær til Jóan Petur Hentze, kommunustjóra á tlf. 212885 ella á teldupost: joanpetur@torshavn.fo.

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsókn skal saman við møguligum prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi upplýsingum vera okkum í hendi í seinasta lagi 7. oktober 2026