Vegleiðari til Endurnýtsluna á Hjalla
Ynskir tú, at veita bestu tænastu fyri kundar, sum koma inn á Endurnýtsluna á Hjalla, samstundis sum tú gert ein mun fyri umhvørvið? Ert tú tænastusinnað/-ur, uppleitandi og dámar at hjálpa fólki? So er tað kanska tær vit leita eftir.
Um starvið
Sum vegleiðari á Endurnýtsluni er tín týdningarmiklasta uppgáva, at hjálpa og vegleiða vitjandi á Endurnýtsluni, so tey altíð fáa eina góða uppliving, tá ið tey koma inn við burturkasti. Harumframt skalt tú kunna tey um burturkastbólkar, og hvussu hesir skulu skiljast á Endurnýtsluni. Hvønn dag koyra millum 500 og 1.300 bilar inn á Endurnýtsluna við burturkasti, tí er týdningarmikið, at tú ert klár/ur at taka móti, og ert til reiðar at veita kundunum tí røttu hjálpina.
Saman við tínum starvsfeløgum skalt tú hjálpa til við at halda Endurnýtsluna ruddiliga, reina og trygga, umframt at tú skalt kunna handfara ymisk sløg av burturkasti, sum t.d. olju- og kemikaliu.
Førleikar
- Stóra koyrikortið og koyrikort til trukk er ein fyrimunur, ikki krav
- Tú ert kropsliga væl fyri, so tú kanst veita kundunum hjálp, um tað gerst neyðugt
- Nakað av KT-førleikum krevst, so at tú dugir at brúka eina teldu ella teldil
- Tú dugir at tosa og skriva føroyskt, umframt at tosa enskt á brúkarastøði
Vit vænta, at tú:
- hevur góð samstarvsevnir
- kanst arbeiða sjálvstøðugt
- ert fleksibul
- ert røkin, álítandi og jalig/-ur
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála við Havnar Arbeiðarafelag. Arbeiðstíðin er umleið 40 tímar um vikuna samsvarandi vaktarlista og upplatingartíðunum á Endurnýtsluni. Roknast kann við at arbeiða annan til triðja hvønn leygardag.
Meira at vita
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Róa Hjelm, formann á Endurnýtsluni, teldupostur roihj@torshavn.fo, telefon 96 58 31 ella John Erik Hansen, leiðara, teldupostur johnerik@torshavn.fo, telefon 96 58 01.
Umsókn
Umsókn saman við møguligum prógvum, viðmælum og starvsroyndum skulu sendast til Tórshavnar kommunu í seinasta lagi 12. oktober 2026. Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«.
--------------------
Um KOB
Kommunala Brennistøðin tekur sær av øllum burturkasti í Tórshavnar kommunu. Vit handfara burturkast á ein umhvørvisvinaligan hátt eftir burturkaststiganum, har vit fyrst og fremst hugsa um at fyribyrgja, síðan endurnýta, endurvinna, orkuútvinna og í síðstu atløgu tyrva burturkast, soleiðis at vit fáa so nógv sum møguligt aftur í ringrás.
Kommunla Brennistøðin tekur ímóti 20.000-25.000 tonsum av burturkasti og letur umleið 33 GWh til fjarhita hvørt ár. Kommunala Brennistøðin er skipað sum partur av Umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu og hevur umleið 30 starvsfólk. Deildin er býtt upp í hesar partar: Fyrisitingin, Endurnýtslan, Brennistøðin, Jarnplássið og Reinsitoymið. Les meira um Kommunalu Brennistøðina á www.kob.fo
