Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mánadagur 19. oktober 2026
Arbeiðstíð
30-35 tímar um vikuna
Setanarslag
Tíðaravmarkað starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn
Spurningar til starvið
Tórunn Dánjalsdóttir
Deildarleiðari
284464
torunnd@torshavn.fo Søk starvið

Starvsfólk til Dagstovnurin í Øksnagerði

Tórshavnar Kommuna søkir vegna Dagstovnin í Øksnagerði eftir starvsfólki at byrja beinanvegin í vøggustovu og barnagarði. Talan er um 30 tímar barsilsstarv í vøggustovuni og barnagarðinum við enda 31. august 2028, og eitt starv í Bólinum á 35 tímar at byrja 1. januar 2027.


Um stovnin

Í Dagstovninum í Øksnagerði er ein vøggustova, tvær barnagarðsstovur og ein serstova, sum er ætlað børnum við avbjóðingum innan tað sosiala og samskifti. Í løtuni ganga 53 børn á stovninum, og starvsfólkatoymið telur uml. 22 starvsfólk.

Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv á einum fjølbroyttum dagstovni, har vit rúma ymiskleikanum.

Vit leggja dent á góðar relatiónir millum børn og vaksin og børn og børn. Vit ganga út frá at tryggleiki og umsorgan eru grundarsteinarnir fyri at skapa bestu menningarfortreytirnar fyri tað einstaka barnið.

Vit hava ein opnan stovn, har vit hjálpa hvørjum øðrum, deila vitan og hava nógv felags virksemi uppá tvørs av stovunum. Vit arbeiða eftir eini námsætlan, sum tryggjar, at vit stuðla børnunum í teirra fjøltáttaðu menning.


Vit vænta, at tú:

  • Ert blíð/-ur og fyrikomandi
  • Ert rólig/-ur og tolin
  • Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum relatiónum við børn, starvsfelagar og foreldur
  • Hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • Dugir at grunda yvir egið arbeiði
  • Ert ágrýtin og hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri tað einstaka barnið
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd og avgerðir, samstundis sum tú megnar at hava yvirlit, tá á stendur


Vit kunnu bjóða

  • Eitt fakligt mennandi starv á einum góðum dagstovni
  • Góðar og væl skipaðar karmar
  • Gott samstarv ímillum stovur
  • Dugnaligar, royndar og rúmligar starvsfelagar
  • Gott arbeiðsumhvørvið, har vit leggja dent á at hava tað gott saman


Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §2 í Barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Meira fæst at vita

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Tórunn Dánjalsdóttir, dagstovnaleiðara, á telefon 28 53 25.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsóknin skal, saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum vera Tórshavnar Kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 19. oktober 2026.