Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mánadagur 26. oktober 2026
Arbeiðstíð
Fulltíðarstarv
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn Søk starvið

Leiðari til Býlingshúsið undir Brúnni

Brennur tú fyri vøggustovu- og barnagarðsvirksemi? Torir tú at ganga undan, skapa karmar og virka fyri trivnaði, menning og samstarv? Ert tú fyrikomandi og hevur áræðið? 

Vit leita eftir einum leiðara, ið er sjónligur og viðurkennandi, sum megnar at fremja gott samstarv og styrkja felagsskapin. Einum leiðara, sum dugir at síggja tað stóra í tí smáa og tað smáa í tí stóra.

Býlingshúsið undir Brúnni hýsir børnum í aldrinum 0 - 7 ár. Stovnurin er býttur upp í tvær eindir, har tvær vøggustovur húsast í erva og tvær barnagarðsstovur í neðra. Pláss eru fyri uml. 17 vøggustovu børnum og 32 barngarðsbørnum og í løtuni starvast 15 fólk á stovninum - námsfrøðingar, hjálparfólk, reingerðarfólk og leiðsla. Stovnurin liggur í friðarligum umhvørvi, í blindgøtu, við góðum útsýnið yvir allari havnini. Garðurin er stórur og fjølbroyttur við vallalendi og eini rennandi á, sum gevur barninum nógvar og góðar rørslu avbjóðingar í náttúru umhvørvinum. Her kunnu børnini undrast og hugsavna seg, hava tíð og frið til spæl. Skjótt og lætt er at ferðast víða – bæði til og frá. Stutt leið er út í fríu náttúruna s.s. Svartafoss, niðan móti Húsareyn og til bóndan á Vatnaskørðum. Busssamband er til allan býin.


Námsfrøðiliga arbeiðið og stovnurin

Námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum byggir á Virðing – Menning – Samstarv.

Góðar tættar relatiónir og umsorgan er grundarsteinurin fyri at barnið trívist og mennist á fullgóðan hátt. Foreldrasamstarv við góðum, tøttum og virðiligum relatiónum, hevur tí sera stóran týdning fyri trivnaðin og menningina hjá barninum.

Dagliga verður stórur dentur lagdur á gott og tætt samstarv millum stovurnar. Starvsfólkini leggja seg eftir at vera nærverandi og geva rúm fyri ymiskum førleikum hjá hvørjum øðrum og barninum. Tey eru rúmlig og arbeitt verður tilvitað við ymisleikunum, sum styrki í námsfrøðiliga arbeiðinum. Hetta fyri at barnið fær møguleika at hava ymiskar fyrimyndir, ymiskar mátar at menna sínar førleikar og samstundis fær ein fjølbroyttan og mennandi dag.

Starvsfólkini eru »spæliklók«, liva seg inn í barnaverðina og menna hugflogið hjá barninum.

Stovnurin hevur árshjól, har námsfrøðiliga virksemi, fundir, verkstøð og verkætlanirnar verða løgd til rættis við ársbyrjan, við rúm fyri eftirmeting og broytingum.


Um starvið

Vit ímynda okkum ein leiðara, ið hevur hugsjónir í mun til námsfrøði og leiðslu, sum vil virka fyri einum høgum fakligum støði, har námsfrøðiliga tænastan er í miðdeplinum. Einum leiðara, ið tekur ábygd og ynskir støðuga menning í egnum starvi, fyri starvsfólkini og av tí námsfrøðiligu tænastuni. Leiðarastarvið er tí ein saman tvinnan av sjálvstøðugum arbeiði og samstarvi, har tú bæði fært avbjóðingar- og menningarmøguleikar.

Sum dagstovnaleiðari kemur tú at arbeiða í bygnaðinum, har dagstovnaøkið er skipað í fýra eindir. Endamálið við bygnaðinum er at skapa samanhang bæði í mun til námsfrøðiligu tænastuna og í mun til leiðsluna av dagstovnaøkinum. Dagstovnaleiðararnir vísa til eindarleiðaran.

Sum dagstovnaleiðari kemur tú at arbeiða í tøttum samstarvi við eindarleiðaran og saman við øðrum dagstovnaleiðarum. Samstarvið hevur stóran týdning fyri, at dagstovnaøkið kann arbeiða fram móti felags kós og námsfrøðiligari dygd. Leiðarin fær innleiðslu og upplæring av ymsu skipanum og mannagongdum, ið verða brúkt í leiðslustarvinum.


Í starvinum krevst at tú:

  • Hevur leiðsluábyrgd av starvsfólkunum á dagstovninum og setir starvsfólk í samstarvi við eindarleiðaran
  • Hevur fíggjarligu og námsfrøðiligu ábyrgdina á stovninum
  • Hevur ábyrgd av at tryggja at stovnsvirksemið verður útint í samsvar við lógarverk, ásetingar og mál
  • Hevur ábyrgd av at tryggja umstøður fyri góðum vøggustovu og barnagarðsvirksemi
  • Hevur ábyrgd av at arbeiða við umstøðum, ið krevja menning ella ábøtur
  • Hevur yvirskipaða ábyrgd av foreldrasamstarvinum
  • Hevur yvirskipaða ábyrgd av bæði innanhýsis og uttanhýsis tvørfakliga samstarvinum
  • Støðugt arbeiðir við at betra arbeiðsumhvørvið á stovninum


Førleikakrøv

  • Tú hevur útbúgving sum námsfrøðingur
  • Tú hevur leiðsluførleika og greiðan leiðslusamleika
  • Tú megnar at stuðla og kveikja til áhaldandi menning av námsfrøðini á stovninum
  • Tú ert væl skipað/-ur í tínum arbeiði og hevur fíggjarligt hegni, innlit og yvirlit
  • Megnar samstarv og sjálvstøðugt at taka avgerðir
  • Tú hevur góðar námsfrøðiligar førleikar og megnar at geva sparring til starvsfólkini, bæði í mun til tað einstaka barnið og samlaða bólkin
  • Tú ert virðilig/-ur og lurtandi í tíni leiðslu
  • Tú dugir væl at raðfesta, samskipa, leiða og kveikja, og at fáa mest møguligt burturúr tilfeinginum á stovninum
  • Tú dugir væl at samskifta bæði á skrift og í talu, bæði við leiðslu, starvsfólk, starvsfelagar, børn, ung, foreldur og aðrar samstarvspartar
  • Tú hevur førleika til viðkomandi telduskipanir


Lønar- og setanartreytir

Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett 1. desember 2026 ella eftir nærri avtalu. Løn og treytir verða sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin “Søk starvið”. Umsókn saman við prógvum, viðmælum og royndum skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 26. oktober 2026.


Samband

Til ber at fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Ann Hansen, eindarleiðara ella Jan Laursen, deildarleiðara, á telefon 30 20 10.


_______


Dagstovnaøkið er skipað undir trivnaðarstjóranum, sum varðar av barna- og ungdómsøkinum við deildarleiðara, eindarleiðara og dagstovnaleiðarum. Dagstovnarnir fevna um stórar, miðalstórar og smærri stovnar við vøggustovu-, barnagarðs-, frítíðarskúla-, klubba- og ungdómsvirksemi. Á økinum eru 35 dagstovna- og ungdómhúsleiðarar og umleið 800 starvsfólk, og omanfyri 3.000 børn og ung eru knýtt at tilboðnum.