Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
hósdagur 22. oktober 2026
Arbeiðstíð
20 tímar um vikuna
Setanarslag
Tímalønt starv
Arbeiðsstaður
Velbastaður
Spurningar til starvið
Susan Hansen
Stovnsleiðari á Velbastað
susanha@torshavn.fo Søk starvið

Reingerðarfólk til Dagstovnin á Velbastað

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin á Velbastað eftir reingerðarfólki.

Talan er um eitt reingerðarfólk, 20 tímar um vikuna, svarandi til 4 tímar hvønn gerandisdag eftir kl. 16.

Tann, ið settur verður, skal vera røkin, álítandi og duga at arbeiða sjálvstøðugt. Fyrimunur er um umsøkjarin hevur royndir við reingerðararbeiði.


Setanarviðurskifti

Starvið er tímalønt og verður sett skjótast tilber. Starvið verður sett sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um okkum og starvið við at venda sær til Susan Hansen, stovnsleiðara, á telduposti susanha@torshavn.fo ella á telefon 22 16 90.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Send umsókn og lívsrensl í seinasta lagi 22. oktober 2026.