Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
týsdagur 3. november 2026
Arbeiðstíð
Ymiskt
Setanarslag
Tímalønt starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn
Spurningar til starvið
Steinbjørn V. Olsen
Dagstovnaleiðari
223026
steinbjorno@torshavn.fo Søk starvið

Avloysarar til Dagstovnin Hans Andrias Djurhuus

Vit søkja eftir ágrýtnum og álítandi avloysarum, sum hava hug at arbeiða við børnum og kunnu koma til arbeiðis eftir tørvi, eitt nú í sambandi við sjúku, frítíð og aðra fráveru hjá starvsfólkum.


Vit vænta, at tú:

  • Hevur áhuga fyri børnum og teirra menning og trivnaði
  • Ert ábyrgdarfull/-ur, jalig/-ur og dugir væl at samstarva
  • Ert fleksibul og kanst koma til arbeiðis við stuttum skotbrái

Vit bjóða tær eitt fjølbroytt og spennandi arbeiðspláss við góðum starvsfeløgum, har trivnaður, námsfrøði og samstarv eru í miðdeplinum.

Hevur hetta tín áhuga?

So hoyra vit fegin frá tær!


Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »søk starvið«. Umsóknin skal, saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum vera Tórshavnar Kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 3. november 2026,


Samband

Um tú hevur spurningar til størvini kanst tú seta teg í samband við Steinbjørn V. Olsen, stovnsleiðara, á telefon 22 30 26 ella á teldupost steinbjorno@torshavn.fo