Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
hósdagur 5. november 2026
Arbeiðstíð
Fulltíðarstarv
Setanarslag
Tíðaravmarkað starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn
Spurningar til starvið
Mortan Simonsen
Fíggarleiðari
962050
Mortans@torshavn.fo Søk starvið

Barsilsstarv á Fíggjardeildini

Hevur tú áhuga fyri tølum og ynskir at gera mun innan fjølbroytta roknskaparøkið hjá størstu kommununi í landinum?

So er eitt tíðaravmarkað starv á Fíggjardeildini í Tórshavnar kommunu leyst at søkja.


Fíggjardeildin

Fíggjardeildin er partur av miðfyrisitingini og hevur ábyrgdina av at samskipa alt arbeiðið við fíggjarætlan, roknskapi, bókhaldi og annars øllum fíggjarligum og roknskaparligum uppgávum og samskifti hjá Tórshavnar Kommunu.

Arbeiðið og uppgávurnar á Fíggjardeildini eru býtt út á hesi toymi: Ognarar, skuldarar, høvuðsbókhald og kassar umframt fíggjarætlan og roknskap. Tú kemur at at vera partur av ognaratoyminum.

Av KT-skipanum eru tað serliga Business Central og leiðslukunning, sum mynda gerandisdagin, og tað verður støðugt arbeitt við at menna førleikar til fíggjarstýring sum leiðsluamboð. Á deildini starvast 12 fólk, ið hava skrivstovu-, bachelor- og kandidatútbúgvingar.


Førleikar

Vit vænta, at umsøkjarin hevur royndir og førleikar innan bókhald og roknskap umframt góðar telduførleikar. Vit vænta somuleiðis, at umsøkjarin dugir at arbeiða sjálvstøðugt, dugir væl at samstarva og samskifta og hevur ans fyri smálutunum. Tað hevur týdning, at umsøkjarin dugir væl at samskifta á føroyskum, bæði í skrift og talu.


Setanarviðurskifti

Talan er um eitt starv í avmarkaða tíð, frá 1. desember 2026, ella eftir avtalu, til 30. november 2027. Løn og aðrar treytir verða sambært sáttmála ímillum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.


Umsókn

Umsókn saman við lívsrensli, prógvum og royndum má vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. november 2026. Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«.


Upplýsingar

Meiri fæst at vita við at venda sær til Mortan Simonsen, fíggjarleiðara, á telefon 96 20 50, teldupost mortans@torshavn.fo ella Tinu Johannesen, roknskaparleiðara, á telefon 30 22 66, teldupost tinaj@torshavn.fo

--------------

Tórshavnar kommuna er størsta arbeiðspláss í landinum við umleið 2.300 starvsfólkum. Kommunan fevnir um Argir, Hest, Hoyvík, Hvítanes, Kaldbak, Kaldbaksbotn, Kirkjubø, Kollafjørð, Koltur, Nólsoy, Norðradal, Tórshavn, Sund, Syðradal og Velbastað. Yvirskipað mál og mið fyri Tórshavnar kommunu er, at høvuðsstaðurin verður ein vakstrardepil í Norðuratlantshavi.