Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
hósdagur 12. november 2026
Arbeiðstíð
Fulltíðarstarv
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn Søk starvið

Fakligur dygdarmennari til demensøkið í Heilsu- og umsorganartænastuni

Til tín, sum vil styrkja dygd í tænastuni og førleikamenning av starvsfólkum. 

Heilsu- og umsorganartænastan søkir ein fakligan dygdarmennara til setan 1. januar 2027 ella eftir avtalu. Fakligi dygdarmennarin vísir til leiðaran í Heilsu- og umsorganardeildini.

Vit leita eftir einum royndum og fakliga sterkum heilsufakfólki, sum kann ganga á odda í arbeiðinum at styrkja dygd, førleikar og samstarv tvørtur um tænastur og fakøki. Starvsinnihaldið verður í stóran mun innan demensøkið og krevur tí ein persón, sum megnar at sameina granskingargrundaða vitan og faklig tilmæli til ítøkiligar loysnir, ið stuðla undir eina samanhangandi tænastu til gagns fyri borgaran við demenssjúku og teirra avvarðandi.


Um starvið

Sum fakligur dygdarmennari við serligum denti á tænastur og tilboð til fólk við demenssjúku fært tú ein týðandi leiklut í menningini av núverandi og framtíðar demenstænastuni í kommununi.

Í tøttum samstarvi við leiðarar, starvsfólk og aðrar samstarvspartar fær tú ábyrgd av at stuðla undir eina fakliga sterka, lærandi og menningarsinnaða mentan. Tú tryggjar, at arbeiðið byggir á granskingargrundaða vitan, faklig tilmæli, etisk sjónarmið og góðar royndir úr praksis.

Tú verður ein drívmegi í arbeiðinum við førleikamenning, dygd og trygd og við at menna arbeiðshættir, sum stuðla persónsmiðaðari demensumsorgan- og røkt, sjálvsavgerðarrætti, trivnaði og samanhangi í tænastuni. Eins væl og at arbeiða við menning og útbúgving av starvsfólki í demensrøktini.

Tú fær ein týðandi leiklut í arbeiðinum at gera Tórshavnar kommunu til eina demensvinarliga kommunu.

Saman við øðrum fert tú eisini at arbeiða við yvirskipaðum menningaruppgávum, sum fevna um alla Heilsu- og umsorganartænastuna.


Ábyrgdarøki

  • Tryggja høga fakliga dygd í samsvar við galdandi lóggávu, faklig tilmæli og mannagongdir í heilsu- og umsorganartænastuni
  • Fremja dygdar- og menningararbeiði við støði í eftirmetingum, skjalfesting, dátum, kliniskum eygleiðingum og skipaðari frálæru
  • Menna og verkseta arbeiðsgongdir, ið styrkja persónsmiðaða demensumsorgan- og røkt, trivnað og lívsgóðsku hjá borgaranum
  • Luttaka í og leiða verkætlanir
  • Skipa innleiðslu, undirvísing og førleikamenning av starvsfólkum við serligum denti á demensfakligar førleikar og arbeiðshættir
  • Virka sum sparringspartur hjá leiðslu í spurningum um menning av tænastum og tilboðum og virka sum fakligur sparringspartur hjá starvfólkum í fakligum spurningum
  • Styrkja tvørfakligt og tvørgeiraligt samstarv fyri at tryggja samanhangandi borgaragongdir og góðar yvirgongdir gjøgnum alla sjúkugongdina
  • Fylgja við nýggjari vitan, gransking og leiðreglum innan demensøkið og leiða og stuðla undir íverksetan av hesum í dagliga virkseminum


Vit vænta, at tú

  • Hevur viðkomandi heilsufakliga útbúgving og víðariútbúgving á masterstigi
  • Hevur royndir við dygdar- og menningararbeiði, verkætlanarleiðslu og undirvísing
  • Hevur hollan kunnleika og royndir innan demensarbeiðið, gjarna sum demenssamskipari ella við líknandi førleikum
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt, miðvíst og skipað við nógvum og samansettum uppgávum


Harumframt síggja vit fegin, at tú

  • Hevur góð evni at greina tørv á tænastum og tilboðum og umseta tað til ítøkilig menningarátøk
  • Trívist í einum leikluti, har tú bæði skalt stuðla, ráðgeva, undirvísa og seta fakliga kós
  • Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni og megnar at skapa felags stev um góða og persónsmiðaða demensumsorgan- og røkt
  • Er ágrýtin, álitandi og megnar at fremja broytingar í einari samansettari skipan


Vit bjóða

  • Eitt spennandi, sjálvstøðugt og fjølbroytt starv við stórum ávirkanarmøguleikum
  • Ein týðandi leiklut í menningini av demensøkinum í Heilsu- og umsorganartænastuni
  • Eitt gott fakligt umhvørvi við dugnaligum og hjálpsomum starvsfeløgum
  • Góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning


Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og AKF.


Samband

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Ingun Eidesgaard, leiðara fyri Heilsu- og umsorganartænastuna, ella Jørgen Meitilberg, deildarleiðara í Heilsu- og umsorganardeildini, telefon 30 20 10.


Umsókn

Umsókn saman við prógvi og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til Tórshavnar Kommunu. Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«.

Umsóknafreistin er 12. november 2026.