Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
hósdagur 31. desember 2026
Arbeiðstíð
35 og 36 tímar um vikuna
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Nólsoy
Spurningar til starvið
Aðalbjørg Jógvansdóttir Linklett
adalbjorgj@torshavn.fo Søk starvið

Námsfrøðingar og avloysarar til Látrið í Nólsoy

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum at byrja 1. februar 2027, í vøggustovu og í barnagarðsstovu 3-5 ár, ávíkavist á 35 og 36 tímar um vikuna. Starvið í barnagarðsstovu er fyri starvsfólk í barnsburðarfarðloyvið.

Eisini søkja vit eftir avloysarum.

Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í staðin.


Vit bjóða tær:

  • eitt starv í stovni við góðari normering, góðum dagførdum hølisviðurskiftum og góðum starvsfeløgum
  • eitt starv har útilív, nærvera og kreativitetur er ein stórur partur av dagligdegnum
  • eitt starv, har tú saman við góðum starvsfeløgum fært nógvar góðar, lívsjáttandi upplivingar i tí dagliga samstarvinum


Vit vænta av tær

  • At tú ert smílandi og tekur væl ímóti við børnum og foreldrum
  • At tú torir at fara í uppgávurnar við opnum sinni og dugir at skipa fyri hóskandi spæli og uppgávum, saman við børnunum
  • Tú ert áhuga/-ur og ynskir at lyfta námsfrøðiligu uppgávurnar saman við okkum
  • At tú ert uppsøkjandi og námsfrøðiliga forvitin
  • At tú ert tolin og trívist í arbeiði, har relatiónirnar eru tættar
  • Sært týdningin í at arbeiða viðurkennandi og inkluderandi
  • At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, ert ábyrgdarfullur og tekur ábyrgd
  • At tú tolir broytingar í starvinum


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsóknin skal, verða Tórshavnar kommunu í hendi seinasta lagi 31. desember 2026.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið og starvsviðurskifti við at venda sær til Aðalbjørg J. Linklett, stovnsleiðara, á 26 12 96 ella við at senda teldupost til adalbjorgj@torshavn.fo