Sjúkrarøktarfrøðingur til Traðarlon á Boðanesheiminum
Ert tú tann, sum okkum manglar?
Hevur tú áræði til at vera við at menna eina røktardeild? So er tað tær vit leita eftir.
Okkum tørvar ein sjúkrarøktarfrøðing í toymið:
- at lyfta røktina
- stuðla undir heilsufakligari skjalfestan
- læra upp nýggj starvsfólk
- tryggja uppfylgjan av verksettum uppgávum
Søkt verður eftir:
- einum sjúkrarøktarfrøðingi í fast starv á starvsbrøk 1,0. Arbeitt verður mánadag til fríggjadag frá kl. 8 til 16. Møguleiki er eisini at tillaga vaktirnar.
Førleikar
- Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Áhugi at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan, geriatri og palliatión.
- Evni at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Hug og evni at arbeiða og samstarva tvøryrkisliga og skapa eitt lærandi arbeiðspláss
- Góðan telduførleika
Vit bjóða tær:
- Eitt arbeiðspláss, sum tekur atlit til familjulívið
- Innleiðslu og upplæring saman við sjúkrarøktafrøðingunum á deildini
- Tú verður ein virkin partur av menningini á deildini
- Møguleika at seta tín dám á eldrarøktina
- Møguleika at venja í venjingarhølinum í húsinum
Lýsing av deildini
Traðarlon er ein røktardeild við 24 búfólkum, ið øll hava tørv á hjálp í ymiskan mun. Deildin hevur góðar karmar við loftslyft, stórum kømrum og stórum baðirúmi til hvørt búrúm.
Á Traðarlon stremba vit eftir at skapa ein heimligan og tryggan gerandisdag. Vit síggja avvarðandi sum tilfeingi, og ynskja tætt samstarv við avvarðandi til gagns fyri búfólk, avvarðandi og starvsfólk.
Starvsfólkatrivnaður er umráðandi fyri okkum, og vit raðfesta, at arbeiðslívið ikki er ein forðing fyri, at familjulívið hongur saman. Á deildini er ein trivnaðarbólkur, sum regluliga skipar fyri sosialum tiltøkum uttan fyri arbeiðstíð.
Meira fæst at vita
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Elisabeth Restorff Hansen, deildarleiðara, á telefon 221437 ella á teldupost elisabethrh@torshavn.fo
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett frá 1. desember 2026 ella eftir avtalu, og lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Umsókn
Prógv, autorisatión og upplýsingar um útbúgving og møguligar royndir og lívsrensl skulu sendast saman við umsóknini. Tú søkir størvini við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«.
Umsóknarfreistin er 17. november 2026.
