Lívbjargari til Svimjihøllina í Gundadali
Søkt verður eftir kvinnu at arbeiða sum lívbjargari í Svimjihøllini í Gundadali at byrja 1. desember 2026 ella eftir nærri avtalu.
Umframt at starvast sum lívbjargari fevnir starvið um reingerð, m.a. í skiftingarrúminum hjá kvinnum, og at hjálpa til við ymiskum í tí dagliga.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu vera góðir svimjarar, hava góða heilsu og hava stóru lívbjargararoyndina. Hava umsøkjarar ikki lokið lívbjargararoyndina, verður skipað fyri henni í svimjihøllini.
Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Eyðun Húsgarð, leiðara, telefon 22 45 50, teldupostur eydunhu@torshavn.fo ella Rósing Skorá, varaleiðara, telefon 22 42 01, teldupostur rosings@torshavn.fo
Umsókn
Umsókn saman við møguligum prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skulu sendast saman við umsóknini. Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«.
Umsóknarfreistin er 17. november 2026.
------------------
Javnstøðunevndin hevur givið loyvi til at søkt verður eftir persóni við ávísum kyni, tí mett verður, at starvið sum lívbjargari í svimjihøllini er treytaleyst kynsbundið sambært §3, stk. 2 í javnstøðulógini. Ein av orsøkunum er, at arbeiðið partvís fer fram í skiftingarrúmum.
