Sjúkrarøktarfrøðingar til Lágargarð
Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri búfólk sum hava tørv á demensrøkt og umsorgan? Lágargarði sóknast eftir sjúkrarøktarfrøðingum.
Kundi tú hugsað tær at verið við til at mynda framtíðina hjá okkum? Hevur tú hug at vera við til at byggja eina fakliga sterka stovn upp – har vit fara at arbeiða við granskingargrundaðum háttaløgum innan demensrøkt- og umsorgan og skapa tryggar, heimligar og góðar karmar fyri okkara búfólk? So kann tað vera, júst tær, vit leita eftir.
Lágargarður hevur tríggjar deildir á við 16 búfólkum. Har eru tvær demensdeildir og ein røktardeild. Vit leggja dent á øllum trimum deildum á persónsmiðsavnaða røkt- og umsorgan, samskapan við avvarðandi og fakliga menning av starvsfólkum.
Lágargarður er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu. Lágargarður varð tikin í nýtslu í 1987 og hevur samanlagt 46 búpláss. Umframt búplássini er stórkøkur, ið eisini veitir mat til heimabúgvandi borgarar í Tórshavnar kommunu, Virkis- og venjingarstova til heimabúgvandi og búfólk, hárfríðkan, fótarøkt og vaskarí.
Vit taka støði í tørvi og ynskjum hjá tí einstaka búfólkinum. Vit raðfesta sansastimbran, heilsufremjan, fyribyrging, rehabilitering og viðlíkahald av førleikum, so gerandisdagurin gerst tryggur, innihaldsríkur og trivnaðarskapandi.
Vit søkja sjúkrarøktarfrøðingar sum hava:
- Prógv og løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur, umframt arbeiðsroyndir innan sjúkrarøkt
- Demenssamskiparaútbúgving og/ella royndir innan demensøkið
- Áhuga fyri at arbeiða við fólki við demenssjúku
- Evnir at hugsa kreativt og fleksibult tá loysnir skulu finnast
- Aktiva og jaliga tilgongd til fakliga menning, við hugflogi og áræði at seta í verk og fremja átøk, sum støðugt betra fakliga dygd og trivnað á stovninum
- Evni at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva við starvsfelagar, avvarðandi og tvøryrkisliga
- Førleika at arbeiða sjálvstøðugt og raðfesta í einum umskiftiligum gerandisdegi
- Førleika at miðla vitan skrivliga og munnliga
Vit bjóða:
- Ein stovn har búfólk, avvarðandi og starvsfólk trívast og kenna seg trygg og vælkomin
- Eitt fakliga mennandi og spennandi starv við møguleika at seta títt fingramerki á
- Góða innleiðslu og viðkomandi skeið, sum tryggja tað fakliga støði og trygdina
- Eitt rúmligt arbeiðspláss við góðum umstøðum og pláss fyri fakligari menning
- Eitt vakurt og friðarligt umhvørvi við góðum útsýni og bert fáar metrar út í ein vakran hava
- Atgongd til venjingarhølið á Lágargarði, sum stuðlar undir heilsu og vælveru hjá starvsfólkum
Kennir tú teg aftur í hesum, drála so ikki við at senda okkum tína umsókn!
Søkt verður eftir:
- Einum sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 0,5. Arbeiðstíðin er kvøldvaktir og triðjahvørt vikuskift. Møguleiki er fyri hægri brøk og skiftandi arbeiðstíðum. Møguleiki er fyri hægri brøk og skiftandi arbeiðstíðum
- Einum sjúkrarøktarfrøðingi á setanarbrøki 1,0. Arbeiðstíðin er dagvaktir og triðjahvørt vikuskifti
Meira fæst at vita
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Maja Johanne Warberg stovnsleiðara, telefon 26 55 75 ella á teldupost maja@torshavn.fo
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett frá 1. desember 2026 ella eftir avtalu, og lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagi Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki, kann annar fakbólkur verða settur. Um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til Tórshavnar Kommunu. Tú søkir starvið við at trýsta á Grøna knøttin »Søk starvið«.
Umsóknarfreistin er 29. november 2026.
