Starvsfólk til Býlingshúsið undir Fjalli
Vilt tú verða partur av einum fantastiskum starvsfólkahópi og hava ávirkan á námsfrøðiliga virksemi í gerandisdegnum? So er tað júst tær, vit leita eftir!
Vit søkja eftir 2-3 starvsfólkum, ið hava hug og hegni at arbeiða í vøggustovu og barnagarði. Talan er fasta/tíðaravmarkaða setan og starvsfólk vegna sjúku í frá 1. januar 2027.
Um okkum
Í Býlingshúsinum undir Fjalli vilja vit skapa ein gerandisdag, sum er merktur av nærveru, gleði, útilívi og felagsskapi.
Vit trúgva upp á, at børn mennast best, tá tey kenna seg trygg, eru vird, virðismett og sum ein partur av einum sterkum felagsskapi.
Býlingshúsið undir Fjalli er eitt livandi stað, har menning og upplivingar hava frítt spæl.
Relatiónir, nærvera og spæl eru týðandi partar av okkara arbeiði, so børn og vaksin trívast. Hjá okkum eru náttúran og útilív stórir partar av námsfrøðiliga virkseminum, og vit leggja dent á, at vit vaksnu eru nærverandi og virkin saman við børnunum. Vit ynskja at geva børnunum ein tryggan og stuttligan gerandisdag og at skapa umstøður, har børnini kunnu mennast, granska og uppliva heimin.
Stovnurin er skipaður í eina vøggustovu og tvær barnagarðsstovur, og vit arbeiða sera tætt saman tvørtur um stovurnar.
Vit ynskja, at tú:
- Hevur hug og hegni at arbeiða við børnum í aldrinum 1-6 ár
- Ert nærverandi, virkin, luttakandi og hevur jaligan hugburð
- Megnar at samskifta, samstarva og taka ábyrgd
- Sært møguleikar heldur enn forðingar
- Hevur evni at samskifta virðiliga við børn, foreldur, starvsfelagar og onnur
- Ert fleksibul
Hjá okkum
- Verður tú partur av einum fantastiskum starvsfólkahópi, sum hava nógvar royndir og eru fakliga dugnalig
- Fært tú eitt týdningarmikið, spennandi og fjølbroytt starv við ymiskum avbjóðingum
- Hevur tú ávirkan á námsfrøðiliga virksemi á stovninum
- Eru nærvera, spæl, rørsla og útilív týðandi partar av gerandisdegnum
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Sambært §2 í Barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Fá meira at vita um størvini
Ynskir tú at vita meira um størvini, ert tú vælkomin at venda tær til Simonu Á. Rein, stovnsleiðara, á telefon 219941 ella við at skriva teldupost til simonar@torshavn.fo
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »søk starvið«. Umsóknin skal, saman við prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum, vera Tórshavnar Kommunu í hendi í seinasta lagi hósdagin 26. novembur 2026.
