Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mánadagur 30. november 2026
Arbeiðstíð
Fulltíðarstarv
Setanarslag
Tíðaravmarkað starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn
Spurningar til starvið
Jákup Nolsøe
deilarleiðari, Grøni Rakstrarstovnurin
210570
jakupn@torshavn.fo Søk starvið

Lærlingur til Lendisliðið

Dámar tær at arbeiða úti í náttúruni, og hevur tú hug at læra um røkt og menning av grønum økjum?

Tórshavnar kommuna søkir lærling til Lendisliðið. Vit leita eftir tær, sum hevur áhuga fyri grønum arbeiði, trívist uttandura og hevur hug at menna teg fakliga saman við dugnaligum starvsfeløgum.

Sum lærlingur verður tú partur av einum toymi, sum arbeiðir fyri at skapa og varðveita grøn, vøkur og væl røkt øki til gleði fyri borgarar. Tú fert at fáa eina fjølbroytta og læruríka útbúgving, har tú fært royndir við nógvum ymiskum arbeiðsuppgávum og verður við til at mynda nærumhvørvið hjá borgarunum í kommununi.


Um læruplássið

Lendisliðið hevur ábyrgd av dagligari røkt og menning av kommunalu fríøkjunum, náttúruøkjum, kirkjugarðum, viðarlundum og uttandura hentleikum. Í lærutíðini fert tú saman við royndum starvsfólkum at læra um røkt og viðlíkahald av grønum økjum, lendisgøtum, spæliplássum og náttúruøkjum. Arbeiðið er fjølbroytt og fevnir bæði um dagligar praktiskar uppgávur, samstarv við borgarar og størri lendisarbeiði gjøgnum árið. Tú fert eisini at læra at nýta amboð og maskinur á ein tryggan hátt og at arbeiða eftir fakliga góðum arbeiðsháttum.

Lendisliðið hoyrir undir Lendis- og kirkjugarðstænastuna, sum vísir til Býarskipanardeildina í Tórshavnar kommunu.


Tínar uppgávur

Tú fert saman við royndum starvsfólkum at læra um og taka lut í:

  • røkt og viðlíkahaldi av grønum økjum, herundir grasslátti, lúking og beskering av grønum vøkstri á kommunalum lendi
  • røkt av viðarlundum, náttúrulundum og náttúrufríøkjum, niðurtýning av innræsnum plantum og átøkum, sum fremja fjølbroytt lívmargfeldni
  • eftirmeting av trygd og viðlíkahaldi á almennum spæliplássum og fríøkjum, og viðlíkahaldi av m.a. benkrum og hegni
  • árligum og leypandi viðlíkahaldi av lendisgøtum og býarrásum við lúking, reinsan og grasslátti framvið gøtum og rásum
  • planting og blómurøkt í beðum og pottum við ársblómum, staudum og træplanting
  • arbeiðnum at menna nýggj grøn øki
  • samskifti og samstarvi við borgarar, eigarafeløg og felagsskapir um grøna røkt og átøk, sum styrkja fríøki og náttúru


Vit vænta, at tú

  • hevur áhuga fyri grønum arbeiði og náttúru
  • hevur hug at læra og mennast fakliga
  • ert røkin, ábyrgdarfull/-ur og hevur jaligan hugburð
  • ert fyrikomandi og samstarvssinnað/ur
  • trívist við kropsligum arbeiði uttandura í ymiskum veðurlíkindum


Vit bjóða

  • eina spennandi og læruríka lærutíð
  • góða upplæring frá royndum starvsfeløgum
  • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur bæði í býnum og í náttúruni
  • eitt arbeiðspláss við góðum samstarvi og trivnaði
  • møguleika at menna fakligar og persónligar førleikar


Lærutíðin

Sum lærlingur til anlegsgartnara fært tú grundleggjandi frálæru í at røkja eitt nú havar, parkir og kirkjugarðar. Tú lærir um trø, blómur og gras – um hvussu tey liva, og um hvussu tey kunnu setast saman í einum vøkrum øki. Partar av arbeiðnum eru við maskinu, men eisini við hondamboðum so sum spaka, kusti og lúkijarni.  Útbúgvingarlongdin er upp til 4 ár, og skiftir millum praktiska læru og skúlagongd í Danmark. Skúlagongdin er umleið 56 vikur býttar á 6 skúlaskeið. Fyri at gerast anlegsgartnari krevst 9. floksprógv. Til ber at lesa meira á:

www.yrkisdepilin.fo


Setanartreytir

Setanartreytir eru sambært sáttmálanum hjá Starvsfelagnum. Lærutíðin byrjar 4. januar ella eftir nærri avtalu. Møtistaður er á Frúutrøð, og arbeiðstíðin er vanliga frá kl. 8.00 til 16.00 yrkadagar.


Umsókn

Søk læruplássið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsókn, prógv og møguligt CV skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 30. november 2026.


Meira kunning

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til: Brenna McCormick, telefon 26 04 64.