Námsfrøðingar til Býlingshúsið millum Gilja
Námsfrøðingar hyggi her!
Vilt tú gerast ein partur av einum góðum starvsfólkabólki har trivnaður og samstarv eru í fokus?
Vit søkja eftir námsfrøðingum til okkara stovn. Ynskiligt er at arbeiðstíðin er 35-40 tímar um vikuna, tó um ynski er at arbeiða færri tímar, er tað eisini ein møguleiki.
Námsfrøðingar ið fáa prógv frá donskum útbúgvingarstovni í januar og flyta aftur til Føroyar, eru eisini vælkomnir at søkja. Hjálparfólk verða sett í starv um ongin námsfrøðingur søkir.
Býlingshúsið millum Gilja er ein lítil stovnur við tveimum barnagarðsstovum og einari vøggustovu við í alt 44 børnum og 12 vaksnum. Okkara umhvørvið leggur upp til at børnini sleppa at ferðast í millum stovurnar og skapa sambond við børn og vaksin á øllum stovninum.
Okkara pedagogiska praksis er grundað á at børn eru sjálvstøðug menniskju við egnum hugskotum og ressursum. Okkara virðisgrundarlag tekur støði í viðávirkan, góða felagsskapinum og trivnaði.
Tú: Má vera empatisk/ur, má duga at koma í samband við børn og má megna at taka initiativ og ábyrgd.
Vit: Eru fyrikomandi, faklig og samstarvsinnaði. Vit kunnu bjóða tær ein stovn har námsfrøðingar eru á hvørjari stovu, sparring, fyrireiking og góðar umstøður at folda teg út sum fakfólk.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett frá 4. januar 2027 sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »søk starvið«. Umsóknin skal, saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum vera Tórshavnar Kommunu í hendi í seinasta lagi 10. desember 2026,
