Námsfrøðingar til Kura
Kura er ein stovnur við eini námsfrøðiligum, kreativum og kveikjandi dagskrá.
At trívast og at mennast er okkara fakliðheit og okkara styrki, brennur tú fyri námsfrøði so er hetta kanska ein møguleiki. Umsorgan – Útilív – Motorikkur.
Vit hava tørv á:
- einum námsfrøðingi, 30 tímar til frítíðarskúlan við møguleika fyri fleiri tímum
- einum námsfrøðingi, 30 tímar til vøggustovu
- einum námsfrøðingi, 20 tímar til barnagarðsstovu
Í frítíðarskúlanum eru 42 børn, 1 námsfrøðingur, 2 meritlesandi á 4´a árið og 2 hjálparfólk.
Í vøggustovuni verða 9 børn, 1 námsfrøðingur, 1 meritlesandi á 4´a árið og 1 hjálparfólk.
Í barnagarðsstovuni eru 10 børn, 3 námsfrøðingar og 1 hjálparfólk.
Vit kunnu bjóðað og vit ynskja enn fleiri starvsfólk ið:
- Eru ágrýtin og hava hug og evnið til at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið og hópin
- Megna at arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd og avgerðir og samstundis megna at varðveita yvirlitið, um á stendur
- Hava góð samstarvs- og samskiftisevni og megna at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn, starvsfelagar og leiðslu
- Eru nærverandi og fyrikomandi
- Eru fleksibul í mun til kjarnu uppgávuna
Í Kura er umsorgan og nærvera okkara hjartamál, vit brúka náttúruna, sum tað felags triðja og er tað eisini sum eitt hjartamál við útilív og rørslum td. Í haga, í ánni, fjøru, viðarlund o.a. harafturat hava vit atgongd til svimjihyl og ítróttarhøll, ið vit nýta regluliga.
Vit hava skemalagda námsfrøðiliga fyrireikingartíð hvørja viku, umframt at vit arbeiða í smáum barnabólkum og vit tillaga okkara arbeiði eftir tørvi.
Møguleiki er eisini at starvast sum tímaløntur í ungdómshúsinum Úthangið, ið er opið um kvøldið.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Talan er um føst størv við starvsbyrjan 1. januar 2027 ella eftir nærri avtalu.
Sambart §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda. Umsóknin skal, saman við prógvi, CV og viðmælum, verða Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 10. desember 2026.
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Connie Lassen, stovnsleiðara, á telefon 22 13 23 ella koma framvið á stovninum, vit taka væl ímóti vitjandi.
