Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
sunnudagur 13. desember 2026
Arbeiðstíð
Starvsbrøkur 1,0
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn Søk starvið

Fakligur dygdarmennari til Heilsu- og umsorganartænastuna – endurlýsing

Til tín, sum vil styrkja dygd í tænastuni og førleikamenning av starvsfólkum.

Heilsu- og umsorganartænastan søkir ein fakligan dygdarmennara til setan 1. februar 2027 ella eftir avtalu. Fakligi dygdarmennarin vísir til leiðaran á Heilsu- og umsorganardeildini og hevur tætt samstarv við leiðsluna á eldraøkinum.

Vit leita eftir einum royndum og fakliga sterkum heilsufakfólki, sum kann ganga á odda í arbeiðinum at styrkja dygd, førleikar og samstarv tvørtur um tænastur og fakøki. Starvsinnihaldið kann bæði verða innan røktar- og demensøkið, og er í stóran mun tengt at verandi og komandi strategisku verkætlanum í heilsu- og umsorganartænastuni.


Um starvið

Sum fakligur dygdarmennari fært tú ein týðandi leiklut í menningini av núverandi og framtíðar tænastuni í kommununi.

Í tøttum samstarvi við leiðarar, starvsfólk og aðrar samstarvspartar fær tú ábyrgd av at stuðla undir eina fakliga sterka, lærandi og menningarsinnaða mentan. Tú tryggjar, at arbeiðið byggir á granskingargrundaða vitan, faklig tilmæli, etisk sjónarmið og góðar royndir úr praksis.

Tú verður ein drívmegi í arbeiðinum við førleikamenning, dygd og trygd og við at menna arbeiðshættir og  organisatoriskar skipanir sum stuðla undir eina samskipaða heildartænastu til borgaran. Eisini fært tú ein virknan leiklut í tilrættaleggjan av menning og útbúgving av starvsfólkum í Heilsu- og umsorganartænastuni. 
Í Heilsu- og umsorganartænastuni eru tvey størv sum fakligur dygdarmennari. Fakligu dygdarmennararnir hava bæði felags og egnar uppgávur.


Ábyrgdarøki

  • Tryggja høga fakliga dygd í samsvar við galdandi lóggávu, faklig tilmæli og mannagongdir í heilsu- og umsorganartænastuni
  • Fremja dygdar- og menningararbeiði við støði í eftirmetingum, skjalfesting, dátum, kliniskum eygleiðingum og skipaðari frálæru
  • Leiða og fasilitera verkætlanir og verksetingar
  • Innleiðsla, undirvísing og førleikamenning
  • Virka sum sparringspartur hjá leiðslu í spurningum um menning av tænastum og tilboðum og virka sum sparringspartur hjá starvfólkum í fakligum spurningum
  • Styrkja tvørfakligt og tvørgeiraligt samstarv fyri at tryggja samanhangandi borgaragongdir
  • Fylgja við nýggjari vitan, gransking og leiðreglum innan demensøkið og leiða og stuðla undir íverksetan av hesum í dagliga virkseminum. Eins og settum startegiskum málum innan demensøkið


Vit vænta, at tú

  • Hevur viðkomandi heilsufakliga útbúgving og víðariútbúgving á masterstigi
  • Hevur royndir við dygdar- og menningararbeiði, verkætlanarleiðslu og undirvísing
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt, miðvíst og skipað við nógvum og samansettum uppgávum


Harumframt síggja vit fegin, at tú

  • Hevur góð evni at greina tørv á tænastum og tilboðum og umseta tað til ítøkilig menningarátøk
  • Hevur áhuga fyri og royndir innan demensøkið
  • Trívist í einum leikluti, har tú bæði skalt stuðla, ráðgeva, undirvísa og seta fakliga kós
  • Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni og megnar at skapa felags stev
  • Er ágrýtin, álitandi og megnar at fremja broytingar í einari samansettari skipan


Vit bjóða

  • Eitt spennandi, sjálvstøðugt og fjølbroytt starv við stórum ávirkanarmøguleikum
  • Ein týðandi leiklut í fakligu menningini av Heilsu- og umsorganartænastuni
  • Eitt gott fakligt umhvørvi við dugnaligum og hjálpsomum starvsfeløgum
  • Góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning


Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og AKF.


Samband

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Ingun Eidesgaard leiðara fyri Heilsu- og umsorganartænastuna  ella Jørgen Meitilberg, deildarleiðara í Heilsu- og umsorganardeildini, telefon 30 20 10.


Umsókn

Umsókn saman við prógvi og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til Tórshavnar Kommunu. Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«.

Umsóknarfreistin 13. desember 2026.