Lurta

Alment innlit og innlit í egið mál

Sum borgari hevur tú ávís rættindi og ymiskar møguleikar fyri at fáa innlit í skjalagoymslurnar hjá kommununi. Lógin um alment innlit tryggjar tær hesi rættindi.

Lógin fevnir um alla almennu fyrisitingina, tað vil siga bæði hjá landinum og kommununum. Rætturin til alment innlit fevnir um øll skjøl í einum máli - eisini kort, tekningar og journalyvirlit.

Hava vit tikið avgerð í einum máli tær viðvíkjandi, ella ert tú partur av málinum, hevur tú rætt til innlit sambært fyrisitingarlógini. Fyrisitingarlógin gevur víðkaðar, men ikki óavmarkaðar heimildir.

Tórshavnar kommuna vil hava fullan opinleika og gjøgnumskygni í umsitingini. Okkara meginregla er, at vit geva borgarum innlit í øll skjøl. Kortini kann kommunan ikki geva innlit í upplýsingar viðvíkjandi privatum ella fíggjarligum viðurskiftum hjá einum persóni ella í ávís innanhýsis skjøl og tilfar, ið er fevnt av tagnarskyldu.

Lógin um alment innlit (logir.fo)

Fyrisitingarlógin (logir.fo)



Um alment innlit
Hvør kann biðja um alment innlit?

Lógin um alment innlit í fyrisitingini hevur sum meginreglu, at allir borgarar hava rætt til alment innlit í øll skjøl, sum eru partur av fyrisitingarligu viðgerðini. Hava vit tikið avgerð í einum máli tær viðvíkjandi, ella ert tú partur av málinum, hevur tú víðkaðar heimildir til innlit sambært fyrisitingarlógini.

Tú noyðist hvørki at grundgeva fyri, hví tú biður um alment innlit ella at kenna journalnummarið ella heitið á málinum. Starvsfólk í kommununi vegleiða teg, um tú hevur tørv á tí. Tað er kortini ein treyt, at tú sum umsøkjari hevur kunnleika til, at málið og skjølini finnast. Tað vil siga, at vit mugu kunna eyðmerkja skjølini, áðrenn vit geva innlit í tey.

Lógin um alment innlit (logir.fo)
Fyrisitingarlógin (logir.fo)

Hvat er ikki fevnt av lógini um alment innlit?

Summi mál og skjøl eru ikki fevnd av lógini.

Mál, ið ikki eru fevnd av lógini

Hesi kunnu til dømis vera mál um starvssetan ella flyting í hægri starv.

Privat viðurskifti

Ávísar upplýsingar eru ikki fevndar av rættinum til innlit; millum annað:

  • Upplýsingar um privat- ella fíggjarviðurskifti hjá einum persóni
  • Upplýsingar um privat vinnulig viðurskifti, sum annaðhvørt hava við rakstur ella handilstilknýti at gera ella tekniskan útbúnað, um tann nevndi harvið kann verða fyri fíggjarligum tapi


innanhýsis skjøl

Innanhýsis skjøl eru sum heild undantikin rættinum til alment innlit. Innanhýsis arbeiðsskjøl eru:

  • Skjøl, sum kommunan hevur gjørt til egna nýtslu
  • Skriv til aðrar deildir í kommununi
  • Skriv til býráðið ella nevndir hjá býráðnum

Sum borgari kanst tú í ávísum førum kortini krevja innlit í innanhýsis skjøl. Tað kanst tú, tá skjølini innihalda endaligu avgerðina í málinum ella innihalda upplýsingar, sum eru fevndar av notatskyldu. Tað vil siga upplýsingar, sum vit hava móttikið munnliga og sum viðvíkja teimum veruligu umstøðunum, sum hava týdning fyri avgerðina í málinum. Somuleiðis kanst tú krevja innlit, um skjølini lýsa veruligar umstøður, sum hava týdning fyri málið og sum ikki eru lýstar í øðrum skjølum.

Grundgeving fyri noktandi svar

Geva vit tær ikki fult innlit, skulu vit grundgeva fyri okkara avgerð. Um vit munnliga nokta einari munnligari umsókn um innlit, kanst tú sum umsøkjari krevja eina skrivliga grundgeving.

Hvørjir eru mínir kærumøguleikar?

Løgtingsins umboðsmaður hevur eftirlit við almennu fyrisitingini og ansar millum annað eftir, at kommunan vísir góðan fyrisitingarligan sið. Løgtingsins umboðsmaður er tó ikki ein beinleiðis kærustovnur, men kann seta sær fyri at kanna málið nærri av sínum eintingum ella við støði í einari kæru.

Soleiðis gert tú
Hvussu biði eg kommununa um innlit?

Eingi krøv eru galdandi fyri, hvussu tú skalt biðja um alment innlit. Tú kanst senda bræv, teldupost ella venda tær persónliga til Snarskivuna, sum gevur neyðuga leiðbeining.

Snarskivan

Vaglið 11
100 Tórshavn

Tel. 30 20 10
torshavn@torshavn.fo

Nær fái eg svar?

Hava vit ikki svarað tær innan 10 dagar, eftir at vit hava móttikið tína umbøn, skulu vit boða tær frá, hví eingin avgerð er tikin, og nær tú kanst vænta tær eitt endaligt svar.