Summi mál og skjøl eru ikki fevnd av lógini.
Mál, ið ikki eru fevnd av lógini
Hesi kunnu til dømis vera mál um starvssetan ella flyting í hægri starv.
Privat viðurskifti
Ávísar upplýsingar eru ikki fevndar av rættinum til innlit; millum annað:
- Upplýsingar um privat- ella fíggjarviðurskifti hjá einum persóni
- Upplýsingar um privat vinnulig viðurskifti, sum annaðhvørt hava við rakstur ella handilstilknýti at gera ella tekniskan útbúnað, um tann nevndi harvið kann verða fyri fíggjarligum tapi
innanhýsis skjøl
Innanhýsis skjøl eru sum heild undantikin rættinum til alment innlit. Innanhýsis arbeiðsskjøl eru:
- Skjøl, sum kommunan hevur gjørt til egna nýtslu
- Skriv til aðrar deildir í kommununi
- Skriv til býráðið ella nevndir hjá býráðnum
Sum borgari kanst tú í ávísum førum kortini krevja innlit í innanhýsis skjøl. Tað kanst tú, tá skjølini innihalda endaligu avgerðina í málinum ella innihalda upplýsingar, sum eru fevndar av notatskyldu. Tað vil siga upplýsingar, sum vit hava móttikið munnliga og sum viðvíkja teimum veruligu umstøðunum, sum hava týdning fyri avgerðina í málinum. Somuleiðis kanst tú krevja innlit, um skjølini lýsa veruligar umstøður, sum hava týdning fyri málið og sum ikki eru lýstar í øðrum skjølum.