Tórshavnar kommuna er dátuábyrgdari
Tórshavnar Kommuna er dátuábyrgdari. Allir spurningar og viðurskifti viðvíkjandi persónsupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbrotum skulu stílast til Snarskivuna í Tórshavnar Kommunu.
SNARSKIVAN
Vaglið 11
Postsmoga 32
110 Tórshavn
torshavn@torshavn.fo
Snarskivan vegleiðir og tryggjar, at tú sum borgari fært fatur á rætta persóni og kanst fáa viðkomandi vegleiðing.
Alt samskifti skal vera skrivligt og viðmerkjast »Persónsdáta«.
Tá tú skrivar til okkara, mæla vit til, at tú nýtir teldupost, tí teldupostur er skjótari og lættari hjá okkum at avgreiða.
Tú hevur sambært Dátuverndarlógini eina røð av rættindum í mun til okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Les meira um tíni rættindi niðanfyri.