Lurta

Um heimasíðuna


Vel tryggan kaga

Vit mæla frá at brúka kagan Microsoft Explorer, tí kagin verður ikki víðarimentur.

Tað merkir, at vit ikki kunnu tryggja, at kagin riggar á síðuni. Av tí at Explorer hvørki er tryggur fyri teg ella okkum at brúka, hava vit við vilja ikki tikið atlit til kagan í menningini av heimasíðuni.

Tað er tí eitt gott hugskot, at tú velur tær ein tryggan kaga, til dømis Chrome, Firefox, Safari ella Edge.

Tænastusíður á torshavn.fo

Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu eru fleiri síður, ið lýsa tænastustøðuna í løtuni. Á síðunum »Drekkivatnsstøða«, »Veg- og grevstrararbeiði í gerð« og »Støðan á borgaravendum KT-skipanum í løtuni« sært tú til dømis, tá ið driftin er órógvað.

Drekkivatnsstøða

Veg- og grevstrararbeiði í gerð

Støðan á borgaravendum KT-skipanum í drift

Fá tænastukunning á Twitter

Tórshavnar kommuna hevur ein vanga á Twitter, sum er halgaður kunning um tænastur hjá kommununi.

Fylg okkum á Twitter, so sært tú altíð, tá ið órógv ella broytingar eru á bussleiðini, í ferðsluni, drekkivatnsveitingini ella talgildu tænastunum á heimasíðuni.

Tórshavnar kommuna á Twitter

Nýggja heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu
Nýggja heimasíðan
Nýggja heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu

Tórshavnar kommuna hevur fingið nýggja heimasíðu. Far á kanningarferð á heimasíðuni ella les um nýggju hentleikarnar her.

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 1, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15