Lurta

Fá hjálp til KT

Hevur tú tørv á hjálp til at samskifta talgilt, kanst tú finna hjálp fleiristaðni í kommununi.

Eitt landsfevnandi skifti er í gongd í løtuni, har alsamt størri partar av samskiftinum verður talgildað. Tí vilja vit fegin hjálpa tær, um tú hevur trupult við talgilda samskiftinum.



Hvar kanst tú leita tær hjálp til KT?
Ókeypis hjálp í Snarskivuni

Í Snarskivuni, á Vaglinum 11 í Havn, hava vit tvinnar teldur í forhøllini, sum tú kanst brúka, tá tú skalt avgreiða tíni ørindir. Tørvar tær hjálp, kanst tú heita á starvsfólkini í Snarskivuni.

Snarskivan er opin mánadag til hósdag frá kl. 9-16 og fríggjadagar frá kl. 9-15.

Kundarøktin hjá Talgildu Føroyar

Hevur tú trupulleikar við at nýta Samleikan, Vangan ella MínBoks, kanst tú venda tær til kundarøktina hjá Talgildu Føroyar á telefon 1881 ella við at skriva til 1881@talgildu.fo. Kundarøktin er opin gerandisdagar frá kl. 8-16.30.

Undirvísing í teldunýtslu í Tilhaldinum í Tórsgøtu

Ert tú pensjónistur, hevur tú møguleika fyri at tekna teg til telduskeið í Tilhaldinum í Tórsgøtu. Telduskeiðið er partur av vetrarskránni hjá Tilhaldinum. Tú kanst kunna teg nærri um Tilhaldið her:

Tilhaldið í Tórsgøtu