Lurta
Til lesiveik

Støðan á borgaravendum KT-skipanum í drift

Á hesari síðuni sært tú, tá ið partar av heimasíðuni ella talgildu tænasturnar hjá Tórshavnar kommunu eru óvirknar. Tú sært til dømis, tá ið sjálvgreiðslur á Vanganum ikki eru tøkar, tá ið BARN-skipanin verður dagførd, kortskipanir eru óstøðugar ella feilir eru í vísingini av talgildum skjølum.

Seinast dagført 27. oktober 2021


Støðan í løtuni
Eingir trupulleikar

Vit vita ikki um nakrar trupulleikar í løtuni.

Loystir trupulleikar og brek

7. oktober: Tænastur á Vanganum ikki tøkar vegna umvæling

Hósdagin 7. oktober frá kl. 15 til 16 vóru tænasturnar hjá Tórshavnar kommunu ikki tøkar á Vanganum vegna umvælingar á Vanganum. Umvælingararbeiðið er nú liðugt og tænasturnar tøkar aftur.

 

5. oktober 2021: Óstøðugar talgildar tænastur vegna trygdardagføring

Týsdagin 5. oktober gjørdu vit eina trygdardagføring á netinum hjá kommununi. Dagføringin bar í sær, at sambandið var óstøðugt millum kl. 12 og 13. Arbeiðið er nú liðugt, og allar tænastur eru tøkar aftur.

 

16. september 2021: Óstøðugar tænastur vegna dagføringar

Tøkniligar dagføringar vórðu gjørdar á netinum hjá kommununi hósdagin 16. september frá kl. 12-15. Dagføringarnar høvdu við sær, at atgongdin til fleiri tænastur var óstøðug. Millum annað var heimasíðan í stuttum tíðarbilum ikki tøk. Arbeiðið er nú liðugt og allar tænastur koyra sum vanligt. 

 

9. september 2021: Tøkniligt órógv í kortskipanini »Hvar er bussurin?«

Tøkniligt órógv var í skipanini, ið vísir, hvar býarbussarnir eru staddir. Kortið var tí óvirkið meginpartin av hósdegnum 9. september, meðan brekini vórðu rættað. Skipanin riggar nú, sum hon skal. 

 

3. JUNI 2021: Umsókn um stutttíðarpláss ikki tøk á Vanganum

Umsóknin um stutttíðarpláss var ikki tøk á Vanganum frá 3. juni 2021 til 24. august 2021. Orsøki var, at umsóknin skuldi víðarimennast. Arbeiðið var liðugt 24. august 2021 og umsóknin er nú tøk aftur á Vanganum. 

 

23. AUGUST: KORT YVIR RUSKINNSAVNING ÓVIRKIÐ

Kortið yvir ruskinnsavningina í kommununi var óvirkið eina løtu, men riggar nú aftur.

 

12. JULI 2021: BÓKING AV DAGSTOVNAPLÁSSI IKKI TØK

Ein stilling í bókingarskipanini BARN hevði við sær, at borgarar ikki fingu bókað børnum sínum dagstovnapláss í Lonunum í Hoydølum, tá vit lótu upp fyri bókingum á døgurða 12. juli. Trupulleikin varð loystur seinnapartin 12. juli.

6. JULI 2021: KORTTÆNASTAN »Hvar er bussurin nú?« óstøðug VEGNA DAGFØRING

Týsdagin 6. juli frá kl. 10-13 dagførdi Sona ein servera. Dagføringin bar í sær, at korttænastan »Hvar er bussurin nú?« var óstøðug, meðan dagføringin fór fram. Arbeiðið var liðugt kl. 13, og tænastan koyrir nú aftur sum vanligt.
 

19. APRÍL 2021: BÓKINGARSKIPANIN BARN IKKI TØK

Fyrrapartin mánadagin 19. apríl dagførdu vit bókingarskipanina BARN. Skipanin var ikki tøk frá kl. 10-12. Skipanin var tøk aftur beint fyri middag.

15. MARS 2021: BÓKINGARSKIPANIN BARN IKKI TØK

Mánamorgunin 15. mars 2021 klokkan 9 skiftu vit til Samleikan á BARN. Bókingarskipanin var ikki tøk, meðan skiftið til Samleikan fór fram. Skipanin var tøk aftur kl. 10. 

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 9 - 16
Fríggjadag 9 - 15