Boðanesheimið

Yviri við Strond 95
100 Tórshavn
heilsuhusid@torshavn.fo 
Tel. 30 22 99
Eindarleiðari: Jóhanna við Streym

Vís á korti

Lurta

Boðanesheimið

Boðanesheimið stendur Yviri við Strond 95 við góðum útsýni yvir Nólsoyarfjørð. Fyrstu búfólkini fluttu inn í desember 2012.

Umhvørvið á Boðanesheiminum er heimligt og trygt. Vit taka støði í lívssøguni hjá okkara búfólkum og leggja dent á at stimbra eginumsorgan og at stuðla undir einum virknum gerandisdegi.

Heimið er í tveimum hæddum við trimum búeindum: einari demenseind við 16 plássum og tveimum røktareindum við 24 plássum hvør. Á Boðanesheiminum er sostatt pláss fyri 64 búfólkum.



Samband við Boðanesheimið
Hvussu fái eg samband við Boðanesheimið?


Boðanesheimið

Yviri við Strond 95

100 Tórshavn

Tel. 30 22 99



Eindarleiðari

Jóhanna við Streym
johannav@torshavn.fo



Strandarlon

Tel. 28 56 6128 67 7828 67 9628 63 17


Vár í Gong, deildarleiðari
var@torshavn.fo


Annika í Dímun, varadeildarleiðari
annikaid@torshavn.fo



Traðarlon

Tel. 28 56 3128 63 1528 53 4428 62 68


Elisabeth Restorff Hansen, deildarleiðari
elisabethrh@torshavn.fo


Annika H. Kallsberg, varadeildarleiðari


Boðalon

Tel. 28 62 4928 67 55

Barbara Eystberg Sørensen, deildarleiðari
barbaraes@torshavn.fo


Annika Weihe, varadeildarleiðari
annikaw@torshavn.fo



Køkurin

Camilla Bonde Holmegaard Hansen, køksleiðari

bod-kokur@torshavn.fo

Tel. 30 25 63



Vaskaríið

bod-vask@torshavn.fo

Tel. 30 22 94



Húsavørðar

Klæmint Klein
klamint@torshavn.fo


Óskar Eiriksson
oskare@torshavn.fo

Finn Boðanesheimið á korti
Praktisk kunning til nýggj búfólk
Hvussu søki eg um búpláss?

Hevur tú Samleikan, søkir tú á Vanganum.

Søk um búpláss á Vanganum

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Gev gætur, at tað ber til at søkja vegna onnur á Vanganum. Tað vil siga, at ein avvarðandi til dømis kann søkja um búpláss fyri teg. Les meira á Vanganum ella á temasíðu okkara, sum tú finnur leinki til niðanfyri.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsókn á síðu okkara um at søkja búpláss og senda umsóknina til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, á Vaglinum 11, í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, mást tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um búpláss« í evnisteigin.

Upptøkunevndin fyri búpláss viðger tína umsókn og tekur støðu til, hvørt nevndin fær tillutað pláss og, um so er, á hvørjum heimi. Tillutanin av búplássi er tengd at plássunum, sum eru tøk.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Søk vegna annan borgara á Vanganum

Soleiðis søkir tú um eldrabúpláss

Yvirlit yvir tænastur og hentleikar
Pláss 64
Búfólk 64
Búrúm
  • Egið búrúm
  • WiFi netsamband
  • Røktarsong
  • Seingjarborð
  • Skáp
  • Egið baðirúm
  • Felags baðirúm
Tænastur
  • Vask av seingjarklæðum
  • Vask av klæðum
  • Vikulig reingerð
  • Blæur
  • Fótarøktari móti gjaldi
  • Hárfríðkan móti gjaldi
Hentleikar
  • Felags djór
  • Sansagarður
  • Venjingarhentleikar
  • Garður, grøn øki og útigólv
  • Felagsstova
  • Sansarúm
  • Atgongd til samkomuhøli
Nærindis
  • Frástøða til handil 500 – 1000 metrar
  • Frástøða til kirkju 1500 – 2000 metrar
  • Frástøða til buss 300 - 500 metrar
Ítriv
  • Brúk av sjálvbodnum
  • Fast vikulig tiltøk
  • Venjing
Búrúmið

Búrúmini eru 36 fermetrar til støddar. Kamarið er 29 fermetrar og baðirúmið 7 fermetrar.

Í kamarinum er eitt stórt vindeyga, sum er 2,34 metrar breitt og 1,33 metrar høgt.

Búrúmið er innrættað við song og náttlampu, náttborði, gardinstong, skinnara og trimum skápum. Eitt skáp er til at heingja sær klæðir upp í og hini bæði skápini hava hillar. Tríggjar av hillunum í skápinum eru til handklæði, seingjarklæði og annað.

Á gólvinum er linoleum. Av trygdarávum er ikki loyvt at leggja leys teppi á gólvið.

Trygging

Heimið veitir ikki trygging fyri kostnaðarmiklar skreytlutir, prýði og tílíkt. Tað er ynskiligt, at tú sum búfólk merkir lutir við navni ella nummari.

Heimið tryggjar ikki innbúgv.

Tænastupakki

Tú rindar eitt vistargjald og eitt tænastugjald fyri at búgva á heiminum. Kunna teg nærri um gjøldini í næsta partinum um fíggjarviðurskifti.

VISTARGJALD

Íroknað gjaldinum fyri vistarhald er millum annað:

  • Húsaleiga
  • Olja
  • El
  • Matur
  • Reingerð
  • Klædnavask
  • Seingjarklæðir
  • Handklæði og eygnalappar
  • Aðrar felagsútreiðslur

TÆNASTUGJALD

Tænastugjaldið fevnir millum annað um røkt, praktiska hjálp og hjálpartól.

Tænastugjaldið fevnir ikki um:

  • Heilivág
  • Kropsborin hjálparráð, til dømis brillur, hoyritól, handilstenn og stuðulssokkar
  • Húðrøkt
  • Fótarøkt
  • Hárfríðkan
  • Tannrøkt og tannviðgerð
  • Vørur til persónligt reinføri, til dømis sápu, tannkrem og rakiútgerð
  • Hoyritól og brillur

Sum búfólk skalt tú eisini sjálv rinda fyri:

  • Klæðir og skógvar
  • Ferðaútreiðslur til útferðir
  • Hýruvognsflutning til og frá viðgerðum og avtalum
  • Trygging av egnum innbúgvi
  • Ymisk fyriskipað tiltøk
Fíggjarviðurskifti

At búgva á eldrabústovni er fíggjarliga javnsett við at búgva heima. Sum fólkapensjonistur fært tú fólkapensjón og samhaldsfasta eftirløn. Av hesum veitingum og aðrari inntøku rindar tú fyri vistarhald og tænastur á bústovninum.

Tá tú býrt á einum eldrabústovni, fært tú pensjón sum stakur pensjonistur. Hesa pensjónsupphædd fært tú uttan mun til, um tú ert gift ella støk. Útgjaldið er sostatt líka fyri øll.

VISTARHALD

Øll búfólk rinda somu upphædd fyri vistarhaldið. Upphæddin fevnir um húsaleigu, olju, el, mat, reingerð, felags útreiðslur og annað. Upphæddin fyri vistarhald er ásett sambært galdandi kunngerðini um gjald fyri eldrarøkt.


TÆNASTUGJALD

Øll rinda eisini eitt minsta tænastugjald, sum millum annað fevnir um røkt og praktiska hjálp. Hevur tú aðra inntøku enn veitingar frá tí almenna, til dømis tænastumannaeftirløn, krígspensjón, rentuinntøku ella líknandi, rindar tú harumframt eitt eyka tænastugjald.

Tænastugjaldið er ásett í kunngerðini um gjald fyri eldrarøkt og tekur fyrilit fyri, hvussu høg tín inntøka er.

Vilt tú vita meira um brúkaragjøldini í Tórshavnar kommunu, kanst tú vitja okkara síðu um brúkaragjøld.

Kunngerð um gjald fyri eldrarøkt (logir.fo)

Brúkaragjøld í Tórshavnar kommunu

Innflyting

Tá tú skalt flyta inn á Boðanesheimið, avtalar deildarleiðarin við teg, nær tú flytir inn, og hvussu tilgongdin verður.

MINST TIL AT FRÁBOÐA FLYTING TIL:

  • Landsfólkayvirlitið
  • Posta
  • Bløðini
  • Títt tryggingarfelag
  • Tín telefonveitara

HVAT SKAL EG HAVA VIÐ MÆR?

Sum búfólk skalt tú syrgja fyri at hava tvey sett av dýnu og kodda við, sum tola vask og turkitrumlu. Hevur tú lænt hjálpartól frá kommununi, skalt tú eisini taka tey við saman við teimum hjálpartólum, tú sjálv hevur keypt.

Tú skalt sjálv hava innbúgv til búrúmið við heimanífrá. Tað vil siga møblar, myndir og prýðislutir, sum pláss er fyri á kamarinum.

Saman við tínum avvarðandi skalt tú sjálv syrgja fyri at innrætta búrúmið. Vit mæla til, at tit innrætta búrúmið, áðrenn tú flytir inn.

Búrúmið er fyrst og fremst eitt heim, har tú sum búfólk ræður. Tú mást kortini hava í huga, at okkara starvsfólk mugu sleppa framat at hjálpa tær, og tí mugu møblar til dømis ikki standa ov tætt.

Tú kanst eisini taka kuldaskáp, ketil, kaffimaskinu og teldu við, um tær lystir.

Minst til at taka tín heilivág og skamtanaríløt við tær, tá tú flytur inn

Hevur tú eina demenssjúku, mæla vit til, at tit velja innbúgv, sum tú ert von við, ella sum tær dámar væl.

Umframt innbúgvið skalt tú hava gardinur. Vindeygað er 2,34 metrar breitt og 1,33 metrar høgt. Vit mæla til, at tú fært tær myrkaleggingargardinur.

Heimið hevur atgongd til tráðleyst internet.

Læknaviðurskifti

Sum búfólk í Boðanesheiminum varðveitir tú tín lækna og títt limaskap í Heilsutrygd.

Limagjaldið í Heilsutrygd verður trekt av pensjónini.

Tíni avvarðandi fara við tær til lækna og tannlækna.

Lívið á Boðanesheiminum
Gerandisdagurin á Boðanesheiminum

Vit leggja dent á, at búfólkini liva eitt lív, sum gevur meining og sum letur hvørt einstaka búfólk varðveita sín samleika. Hetta merkir eisini, at vit leggja dent á hugna, tryggleika og lívssøguna hjá tí einstaka búfólkinum.

Í gerandisdegnum leggja vit dent á at veita góða røkt og umsorgan, men eisini at stimbra eginumsorgan og at stuðla upp undir einum virknum gerandisdegi.

Á Boðanesheiminum skal vera vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan. Hetta merkir, at bæði búfólk og starvsfólk skulu trívast og hava møguleika fyri at mennast.

Vitjan og gestir

Búrúmið er tín privati bústaður. Boðanesheimið er altíð opið fyri vitjandi. Tíverri hava vit ikki gestarúm til gestir at liggja nátt, men er sofa ella líknandi í búrúminum, er ikki óvanligt, at avvarðandi í serligum førum liggja nátt hjá búfólki.

Høvuðsdyrnar lata upp kl. 6 og steingja kl. 00.15.

Tú kanst ikki hava djór við tær á Boðanesheimið, men gestir eru vælkomin at hava húsdjór við á vitjan sambært avtalu við starvsfólkini.

Persónlig røkt og umsorgan

Røktarstarvsfólkini og deildarleiðarin á Boðanesheiminum hava ábyrgd av, at tú fært ta røkt og umsorgan, tær tørvar.

Á Boðanesheiminum veita vit røkt og umsorgan við støði í tíni likamligu og sálarligu orku. Hetta er týdningurin av hugtakinum "eginumsorgan". Ert tú óhjálpin, fært tú sjálvandi hjálp og stuðul til alt. Tó er týdningarmikið, at tú varðveitir teir førleikar, tú hevur, soleiðis at títt sjálvsvirði og sjálvræði ikki verður skert.

Sostatt royna vit fyrst og fremst at veita tær hjálp til sjálvhjálp, sum er mætasta endamálið í røkt og umsorgan.

Matur og matarskipan

Køkurin tryggjar, at búfólkið fær fjølbroyttan og nøktandi kost. Vit bjóða morgundrekka, døgurða og nátturða. Seinnapartar og kvøld er drekkamuður, og te, kaffi og tílíkt er altíð tøkt í setursstovunum á eindunum.

Avvarðandi kunnu keypa mat á heiminum og eta máltíðina í búrúminum saman við búfólkinum. Av praktiskum ávum kunnu bert fýra avvarðandi eta hjá hvørjum búfólki hvørja ferð. Minst til at bíleggja matin til tey avvarðandi frammanundan.

Føðingardagar

Tá búfólkini fylla, halda vit føðingardag í eindini umleið kl. 15 saman við búfelagum og starvsfólki. Deildin bjóðar drekkamunn, og køkurin bjóðar lagkøku til bæði deildina og avvarðandi.

Ynskir tú harumframt at skipa fyri egnum føðingardagshaldi, ber væl til at gera hetta í egnum búrúmi, sum tú og tíni avvarðandi sjálvi rigga til og rudda.

Somuleiðis kanst tú læna fundarhølið, sum hevur pláss fyri 12-14 gestum. Ynskir tú at læna fundarhølið, skalt tú avtala hetta við deildarleiðaran vikuna fyri. Føðingardagshaldið er tá títt egna. Einasta kravið við seta er, at alt verður ruddað og handað aftur í sama standi sum áðrenn veitsluna.

Til stórar rundar føðingardagar ber til at læna Tórslon, sum er eitt felagshøli til størri tiltøk.

Mentanar- og frítíðartilboð

Vit hava felagshølið Tórslon til størri tiltøk. Eisini hevur búfólkið atgongd til virkisstovu, venjingarhøli, hárfríðkan og fótarøkt.

HUGNALØTUR OG UNDIRHALD

Heimið fær av og á tilboð um undirhald uttanífrá. Tað kunnu vera sangbólkar ella tónleikabólkar, sjónleikarar, fimleikarar, dansarar og onnur, sum bjóða seg fram. Vit taka altíð fegin av tílíkum tilboðum, sum geva okkum høvi at savnast um upplivingar.

Um jólini skipa vit fyri jólahaldi við gudstænastu fyri búfólk, avvarðandi og starvsfólkum.

Vit skipa eisini fyri árligum útferðum, sum vanliga eru í mai ella juni mánað. Eindirnar skipa sjálvar fyri útferðum.

Hvørt ár hava vit eisini eina ársveitslu.

ANDALIG TILBOÐ

Gudstænasta er annan hvønn fríggjadag kl. 11. Prestar úr Tórshavn skiftast at hava gudstænastuna. Aðru hvørja ferð er altargongd.

Brøðrasamkoman hevur møti annað hvørt týskvøld kl. 19. Í summarfrítíðini er steðgur.

Frelsunarherurin hevur møti eitt mikukvøld um mánaðin. Í summarfrítíðini er steðgur.

Boðanesheimið hevur ikki fastar avtalur við aðrar trúarbólkar ella samkomur, men avtalur kunnu sjálvandi gerast um persónliga vitjan til tey búfólk, sum ynskja tað.


VIRKISSTOVA

Virkisstovan skipar fyri undirhúsi mikudagar kl. 11. Mikudagar kl. 14 er bindiklubbur.

Nakrar ferðir um árið skipa vit fyri eldradansi. Eldradansur er eitt tiltak, sum røktarheimini skiftast um at skipa fyri. Kostnaðurin er 50 kr.

Ergoterapi

Okkara ergoterapeutur veitir uppvenjing og stuðul í samband við ávís brek. Ergoterapeuturin vegleiðir eisini um, hvussu tú kanst nýta hjálpartól fyri at lætta um gerandisdagin. Endamálið er at betra um ella viðlíkahalda førleikastøðið hjá einstaka búfólkinum.

Fysioterapi

Tá tú flytir inn, fært tú vitjan av okkara fysioterapeuti, sum ger eina meting av, hvussu títt førleikastøði best kann mennast ella haldast viðlíka.

Hevur tú hug, og metir fysioterapeuturin, at tað er gagnligt fyri teg, kanst tú luttaka í fysioterapeutisku tilboðunum.

Fysioterapi til búfólk er yvirskipað býtt upp í tríggjar møguleikar:

  • felags venjing og aktivitetir á deildini, til dømis stólafimleikur
  • individuelt tilrættisløgd venjing saman við øðrum í fysioterapiini á Boðanesheiminum
  • einstaklingavenjing í eitt avmarkað tíðarskeið, har endamálið ofta er at venja og ráðgeva um forflyting, leiðring og mobilisering í samstarvi við ein ergoterapeut og starvsfólk í røktini

Tað er fysioterapeutiska metingin, ið avger, hvat fyri tilboð vit bjóða tær.

Samstarv við familju og vinir

Fyri okkum á Boðanesheiminum er týdningarmikið at hava eitt gott samstarv við avvarðandi hjá okkara búfólkum. Sum avvarðandi eru tit sostatt altíð vælkomin at seta tykkum í samband við kontaktpersónin, starvsfólkini ella deildarleiðaran á lonini.

Vit vænta, at tit sum avvarðandi taka lut í gerandisdegnum hjá okkara búfólki. Til dømis vænta vit, at avvarðandi hjá búfólki fylgja viðkomandi, tá tey hava ørindir uttan fyri húsið, til dømis læknaørindi, tannlæknaavtalur, gudstænastur, møti ella jarðarferðir.

Vit vænta eisini, at tit sum avvarðandi taka lut í at skipa fyri hugnaløtum á eindunum.

Búfólkini á Boðanesheiminum mugu fegin vitja avvarðandi heima, til dømis til føðingardagar, høgtíðir og tílíkt. Somuleiðis ber til hjá búfólki at gista heima hjá avvarðandi. Um so er, vilja vit fegin, at avvarðandi boða okkum frá í góðari tíð.

Sjálvboðin

Heilsu- og umsorganartænastan hevur eitt tætt samstarv við vitjanartænastuna hjá Reyðakrossi. Vit eru felags um at virka fyri, at eldri borgarar trívast, eru virknir í gerandisdegnum og taka lut í tí felagsskapi, sum gevur meining fyri hvønn einstaka borgara.

Hetta merkir millum annað, at tú hevur møguleika fyri at fáa vitjan av einum vitjanarvini.

Hevur tú hug til at fáa ein vitjanarvin, kanst tú senda eina umbøn til Reyðakross. Tað er ómakaleyst at senda eina umbøn. Tú kanst senda hana umvegis heimasíðuna hjá Reyðakrossi, sum tú finnur her:

Umbøn um vitjanarvin (verður umsitin av Reyðakrossi)

Um Boðanesheimið
Hvørji eru vit?

Boðanesheimið er eitt fjøltáttað arbeiðspláss við fleiri ymiskum starvsbólkum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, køksrøktarfólk, reingerðarfólk, vaskifólk, ergoterapeutar, fysioterapeutar, húsavørðar og ófaklærd.

Vit søkja javnan eftir starvsfólki. Tú kanst fylgja við her:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

Eldrapolitikkur

Eldrapolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu hevur til endamáls at tryggja eldri borgarum eitt gott lív. Til dømis, tá borgarar í kommununi hava tørv á hjálp frá Heilsu- og umsorganartænastuni.

Harumframt er eldrapolitikkurin eitt amboð í okkara dagliga virksemi.

Politikkurin er býttur upp í seks partar og fevnir millum annað um heilsurøkt og umsorgan, heilsustimbran og fyribyrging, bústaðarviðurskifti og samstarv við eldri borgarar. Kunna teg nærri um eldrapolitikkin her:

Eldrapolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu

Faldarar og onnur kunning

FALDARI

Vilt tú vita meira um Boðanesheimið, kanst tú lesa ella prenta faldaran, sum tú finnur her:

Boðanesheimið


UMSÓKNARBLAÐ TIL ELDRABÚPLÁSS

Umsóknarblað og leiðbeining til eldrabúpláss finnur tú her:

Soleiðis søkir tú um eldrabúpláss


ONNUR KUNNING

Tú kanst lesa meira um Heilsu- og umsorganartænastuna her:

Heilsu- og umsorganartænastan

Gávukonta

Ynskir tú at lata Boðanesheiminum peningagávur, til dømis minnisgávur í sambandi við jarðarferðir, kunnu tær setast á gávukontuna hjá Boðanesheiminum, sum hevur konto nummar:

9181 - 522.504.5