Eldrasambýlið í Kollafirði

Inni í Firði 97
410 Kollafjørður
heilsuhusid@torshavn.fo 
Tel. 42 12 49
Eindarleiðari: Jóhanna við Streym

Vís á korti

Lurta

Eldrasambýlið í Kollafirði

Eldrasambýlið í Kollafirði læt upp í februar 1997. Á eldrasambýlinum búgva sjey búfólk. Eldrasambýlið og heimatænastan í Kollafirði eru ein samantvinnað eind. Tað vil siga, at starvsfólkini, sum arbeiða á eldrasambýlinum veita eisini tænastur til heimabúgvandi fólk í økinum, sum fevnir um 1200-1300 íbúgvar í Kollafirði og Kaldbak.

Starvsfólkini á eldrasambýlinum eru sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktari, heilsuhjálparar og ófaklærd. Umframt røkt og umsorgan veita vit eisini tænastur, sum hoyra til eitt vanligt húsarhald. Hetta er millum annað matgerð, klædnavask og at bíleggja vørur.

Heimabúgvandi borgarar kunnu eisini koma á eldrasambýlið at fara í bað og at vaska klæðir, um umstøðurnar ikki eru nøktandi heima við hús.

Búfólkini á eldrasambýlinum nýta kommunulæknatænastuna í Kollafirði.



Samband við eldrasambýlið
Hvussu fái eg samband við eldrasambýlið í Kollafirði?


Eldrasambýlið í Kollafirði

Inni í Firði 97

410 Kollafjørður

Tel. 42 12 49



Eindarleiðari

Jóhanna við Streym
johannav@torshavn.fo



Deildarleiðari

Magna Hammer
magnah@torshavn.fo



Heimatænastan í Kollafirði

Tel. 79 31 80 (gerandisdagar kl. 8-16)

Finn okkum á korti

Vís kort í fullari stødd

Praktisk kunning til nýggj búfólk
Hvussu søki eg um búpláss?

Hevur tú Samleikan, søkir tú á Vanganum.

Søk um búpláss á Vanganum

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Gev gætur, at tað ber til at søkja vegna onnur á Vanganum. Tað vil siga, at ein avvarðandi til dømis kann søkja um búpláss fyri teg. Les meira á Vanganum ella á temasíðu okkara, sum tú finnur leinki til niðanfyri.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsókn á síðu okkara um at søkja búpláss og senda umsóknina til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, á Vaglinum 11, í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, mást tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um búpláss« í evnisteigin.

Upptøkunevndin fyri búpláss viðger tína umsókn og tekur støðu til, hvørt nevndin fær tillutað pláss og, um so er, á hvørjum heimi. Tillutanin av búplássi er tengd at plássunum, sum eru tøk.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Søk vegna annan borgara á Vanganum

Soleiðis søkir tú um eldrabúpláss

Yvirlit yvir tænastur og hentleikar
Pláss 7
Búfólk 7
Búrúm
  • Egið búrúm
  • Netsamband
  • Røktarsong
  • Seingjarborð
  • Skáp
  • Egið baðirúm
  • Felags baðirúm
Tænastur
  • Vask av seingjarklæðum
  • Vask av klæðum
  • Vikulig reingerð
  • Blæur
  • Fótarøktari móti gjaldi
  • Hárfríðkan móti gjaldi
Hentleikar
  • Felags djór
  • Sansagarður
  • Venjingarhentleikar
  • Garður, grøn øki og terassa
  • Felagsstova
  • Sansarúm
  • Atgongd til samkomuhøli
Nærindis
  • Frástøða til handil 2500 – 3000 metrar
  • Frástøða til kirkju 2500 – 3000 metrar
  • Frástøða til buss 50 metrar
Ítriv
  • Brúk av sjálvbodnum
  • Fast vikulig tiltøk
  • Venjing
Búrúmið

Búrúmini eru ymisk til støddar, tí eldrasambýlið er bygt sum vanlig sethús.

Á ovaru hæddini eru seks kømur og tvey baðirúm. Í niðaru hæddini er eitt kamar og eitt baðirúm. Lyfta er millum hæddirnar.

Búrúmini er innrættað við song, náttborði, gardinstong og skápi við tveimum hurðum. Onnur teirra hevur hillar, og hin er at heingja klæðir upp í. Vindeygað er 2,34 metrar breitt og 1,33 metrar høgt.

Á gólvinum er linolium. Av trygdarávum er ikki loyvt at leggja leys teppi á gólvið.

Trygging

Heimið veitir ikki trygging fyri kostnaðarmiklar skreytlutir, prýði og tílíkt. Tað er ynskiligt, at búfólkini merkja lutir við navni ella nummari.

Heimið tryggjar ikki innbúgv.

Tænastupakki

Tú rindar eitt vistargjald og eitt tænastugjald fyri at búgva á eldrasambýlinum í Kollafirði. Kunna teg nærri um gjøldini í næsta partinum um fíggjarviðurskifti.

VISTARGJALD

Íroknað gjaldinum fyri vistarhald er millum annað:

  • Húsaleiga
  • Olja
  • El
  • Matur
  • Reingerð
  • Klædnavask
  • Seingjarklæðir
  • Handklæði og eygnalappar
  • Aðrar felagsútreiðslur

TÆNASTUGJALD

Tænastugjaldið fevnir millum annað um røkt, praktiska hjálp og hjálpartól.

Tænastugjaldið fevnir ikki um:

  • Heilivág
  • Kropsborin hjálparráð, til dømis brillur, hoyritól, handilstenn og stuðulssokkar
  • Húðrøkt
  • Fótarøkt
  • Hárfríðkan
  • Tannrøkt og tannviðgerð
  • Vørur til persónligt reinføri, til dømis sápu, tannkrem og rakiútgerð
  • Hoyritól og brillur

Sum búfólk skalt tú eisini sjálv rinda fyri:

  • Klæðir og skógvar
  • Ferðaútreiðslur til útferðir
  • Hýruvognsflutning til og frá viðgerðum og avtalum
  • Trygging av egnum innbúgvi
  • Ymisk fyriskipað tiltøk
Fíggjarviðurskifti

At búgva á eldrabústovni er fíggjarliga javnsett við at búgva heima. Sum fólkapensjonistur fært tú fólkapensjón og samhaldsfasta eftirløn. Av hesum veitingum og aðrari inntøku rindar tú fyri vistarhald og tænastur á bústovninum.

Tá tú býrt á einum eldrabústovni, fært tú pensjón sum stakur pensjonistur. Hesa pensjónsupphædd fært tú uttan mun til, um tú ert gift ella støk. Útgjaldið er sostatt líka fyri øll.

VISTARHALD

Øll búfólk rinda somu upphædd fyri vistarhaldið. Upphæddin fevnir um húsaleigu, olju, el, mat, reingerð, felags útreiðslur og annað. Upphæddin fyri vistarhald er ásett sambært galdandi kunngerðini um gjald fyri eldrarøkt.


TÆNASTUGJALD

Øll rinda eisini eitt minsta tænastugjald, sum millum annað fevnir um røkt og praktiska hjálp. Hevur tú aðra inntøku enn veitingar frá tí almenna, til dømis tænastumannaeftirløn, krígspensjón, rentuinntøku ella líknandi, rindar tú harumframt eitt eyka tænastugjald.

Tænastugjaldið er ásett í kunngerðini um gjald fyri eldrarøkt og tekur fyrilit fyri, hvussu høg tín inntøka er.

Vilt tú vita meira um brúkaragjøldini í Tórshavnar kommunu, kanst tú vitja okkara síðu um brúkaragjøld.

Kunngerð um gjald fyri eldrarøkt (logir.fo)

Brúkaragjøld í Tórshavnar kommunu

Innflyting

Tá tú skalt flyta inn á eldrasambýlið í Kollafirði, avtalar deildarleiðarin við teg, nær og hvussu tú flytur inn.

MINST TIL AT FRÁBOÐA FLYTING TIL:

  • Landsfólkayvirlitið
  • Posta
  • Bløðini
  • Títt tryggingarfelag
  • Tín telefonveitara

HVAT SKAL EG HAVA VIÐ MÆR?

Tú skalt hava dýnu og kodda við, sum tola vask og turkitrumlu. Hevur tú lænt hjálpartól frá kommununi, skalt tú taka tey við saman við teimum hjálpartólum, tú sjálv hevur keypt.

Innbúgv til búrúmið skalt tú sjálv hava við heimanífrá. Tað vil siga møblar, myndir og prýðislutir, sum tú fært pláss fyri í búrúminum.

Tú skalt sjálv innrætta búrúmið saman við tínum avvarðandi. Vit mæla til, at tit innrætta búrúmið, áðrenn tú flytur inn. Minst eisini til at hava gardinur við.

Búrúmið er fyrst og fremst eitt heim, har tú sum búfólk ræður. Kortini mást tú hava í huga, at okkara starvsfólk mugu sleppa framat at hjálpa tær, og tí mugu møblar ikki standa ov tætt.

Heimið hevur atgongd til tráðleyst internet.

Minst til at hava tín heilivág og skamtanaríløt við tær, tá tú flytur inn

Læknaviðurskifti

Sum búfólk á eldrasambýlinum í Kollafirði mæla vit til, at tú hevur læknan í Kollafirði.

Tú varðveitir tín limaskap í Heilsutrygd. Limagjaldið í Heilsutrygd verður trekt av pensjónini.

Tíni avvarðandi fara við tær til lækna.

Eldrasambýlið í Kollafirði á korti
Lívið á eldrasambýlinum í Kollafirði
Gerandisdagurin á eldrasambýlinum í Kollafirði

Vit leggja dent á, at búfólkini liva eitt lív, sum gevur meining og sum letur hvørt einstaka búfólk varðveita sín samleika. Hetta merkir eisini, at vit leggja dent á hugna, tryggleika og lívssøguna hjá hvørjum einstaka búfólki.

Í gerandisdegnum leggja vit dent á at veita góða røkt og umsorgan, men eisini at stimbra eginumsorgan og at stuðla upp undir einum virknum gerandisdegi.

Vitjan og gestir

Búrúmið er tín privati bústaður. Eldrasambýlið er altíð opið fyri vitjandi, og tað er ikki óvanligt, at avvarðandi í serligum førum liggja nátt hjá búfólki.

Úthurðin letur upp kl. 7 og steingir kl. 23

Tað er ikki møguleiki fyri at hava djór við sær á eldrasambýlið, men húsdjór eru vælkomin at vitja sambært avtalu við starvsfólkini.

Persónlig røkt og umsorgan

Røktarstarvsfólkini og deildarleiðarin á eldrasambýlinum hava ábyrgdina av, at tú fært ta røkt og ta umsorgan, tær tørvar.

Á sambýlinum veita vit tær røkt og umsorgan við støði í tíni likamligu og sálarligu orku. Hetta fevnir hugtakið "eginumsorgan" um.

Ert tú óhjálpin, fært tú sjálvandi hjálp og stuðul við øllum. Kortini er týdningarmikið, at tú varðveitir teir førleikar, tú hevur, soleiðis at títt sjálvsvirði og sjálvræði ikki verður skert. Sostatt royna vit fyrst og fremst at veita tær hjálp til sjálvhjálp.

Matur og matpolitikkur

Røktarstarvsfólkið syrgir fyri, at tú fært fjølbroyttan og nøktandi kost. Vit bjóða morgundrekka, døgurða og nátturða. Seinnapartar og kvøld er drekkamuður, og tú kanst altíð fáa tær te, kaffi og tílíkt.

Føðingardagar

Føðingardagar halda vit seinnapart saman við búfeløgum og starvsfólki. Eldrasambýlið bjóðar tá lagkøku, bollar og kakao.

Ynskir tú at halda føðingardag saman við tínum avvarðandi, ber hetta til eftir avtalu við starvsfólkini. Tú og tíni avvarðandi rigga sjálvi til og rudda av.

Mentanar- og frítíðartilboð

HUGNALØTUR OG UNDIRHALD

Eldrasambýlið fær regluliga vitjan av barnagarðinum í Kollafirði. Eisini vitjar kvinnuringurin í Kollafirði tvær ferðir um árið. Vit taka altíð fegin ímóti tilboðum, sum geva okkum høvi til at uppliva ymiskt saman.

Um jólini skipa vit fyri jólahaldi fyri búfólkum, starvsfólkum og avvarðandi.

ANDALIG TILBOÐ

Gudstænasta er eina ferð um mánaðin.

Brøðrasamkoman hevur møti eina ferð um mánaðin. Í summarfrítíðini er steðgur.

Eldrasambýlið hevur ikki fastar avtalur við aðrar trúarbólkar ella samkomur, men um tú ynskir tað, kunnu vit gera avtalu um persónliga vitjan.

Ergoterapi og fysioterapi

Vit hava eitt gott samstarv við ergoterapeuttoymið og fysioterapeuttoymið hjá Heilsu- og umsorganartænastuni. Toymini veita stuðul í sambandi við ávís brek, og tey kunnu vegleiða um, hvussu tú kanst nýta ávís hjálpartól fyri at lætta um tín gerandisdag. Endamálið er at menna ella halda førleikastøðið hjá búfólkunum við líka.

Samstarv við familju og vinir

Fyri okkum á eldrasambýlinum er týdningarmikið at hava eitt gott samstarv við avvarðandi hjá okkara búfólkum. Sum avvarðandi eru tit sostatt altíð vælkomin at seta tykkum í samband við kontaktpersónin, starvsfólkini ella deildarleiðaran á lonini.

Vit vænta, at tit sum avvarðandi taka lut í gerandisdegnum hjá okkara búfólki. Til dømis vænta vit, at avvarðandi hjá búfólki fylgja viðkomandi, tá tey hava ørindir uttan fyri húsið, til dømis læknaørindi, tannlæknaavtalur, gudstænastur, møti ella jarðarferðir.

Vit vænta eisini, at tit sum avvarðandi taka lut í at skipa fyri hugnaløtum á heiminum.

SAMSTARVSRÁÐIÐ

Á eldrasambýlinum er eitt samstarvsráð, sum hevur til endamáls at tryggja góða samstarvið millum búfólk, avvarðandi og eldrasambýlið. Ráðið hevur eitt umboð fyri búfólkini, eitt umboð fyri avvarðandi og eitt umboð fyri starvsfólkini.

Samstarvsráðið kann ráðgeva og vegleiða leiðsluna á eldrasambýlinum og skipa fyri tiltøkum, sum kunnu gera gerandisdagin hjá búfólkum okkara meira virknan í heiminum og nærumhvørvinum.

Sjálvboðin

Heilsu- og umsorganartænastan hevur eitt tætt samstarv við vitjanartænastuna hjá Reyðakrossi. Vit eru felags um at virka fyri, at eldri borgarar trívast, eru virknir í gerandisdegnum og taka lut í tí felagsskapi, sum gevur meining fyri hvønn einstaka borgara.

Hetta merkir millum annað, at tú hevur møguleika fyri at fáa vitjan av einum vitjanarvini.

Hevur tú hug til at fáa ein vitjanarvin, kanst tú senda eina umbøn til Reyðakross. Tað er ómakaleyst at senda eina umbøn. Tú kanst senda hana umvegis heimasíðuna hjá Reyðakrossi, sum tú finnur her:

Umbøn um vitjanarvin (verður umsitin av Reyðakrossi)

Um eldrasambýlið í Kollafirði
Hvørji eru vit?

Á eldrasambýlinum í Kollafirði starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, heimahjálp og reingerðarfólk.

Vit søkja javnan eftir starvsfólki. Tú kanst fylgja við her:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

Eldrapolitikkur

Eldrapolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu hevur til endamáls at tryggja eldri borgarum eitt gott lív. Til dømis, tá borgarar í kommununi hava tørv á hjálp frá Heilsu- og umsorganartænastuni.

Harumframt er eldrapolitikkurin eitt amboð í okkara dagliga virksemi.

Politikkurin er býttur upp í seks partar og fevnir millum annað um heilsurøkt og umsorgan, heilsustimbran og fyribyrging, bústaðarviðurskifti og samstarv við eldri borgarar. Kunna teg nærri um eldrapolitikkin her:

Eldrapolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu

Onnur kunning

UMSÓKNARBLAÐ TIL ELDRABÚPLÁSS

Umsóknarblað og leiðbeining til eldrabúpláss finnur tú her:

Soleiðis søkir tú um eldrabúpláss


ONNUR KUNNING

Tú kanst lesa meira um Heilsu- og umsorganartænastuna her:

Heilsu- og umsorganartænastan

Gávukonta

Ynskir tú at lata Eldrasambýlinum í Kollafirði peningagávur, til dømis minnisgávur í sambandi við jarðarferðir, kunnu tær setast á gávukontuna hjá Eldrasambýlinum í Kollafirði, sum hevur konto nummar:

9181 - 522.512.6