V.U. Hammershaimbs gøta 7
100 Tórshavn
heilsuhusid@torshavn.fo
Tel. 31 18 39
Eindarleiðari: Ingun Eidesgaard
V.U. Hammershaimbs gøta 7
100 Tórshavn
heilsuhusid@torshavn.fo
Tel. 31 18 39
Eindarleiðari: Ingun Eidesgaard
Ellisheimið hevur pláss fyri 24 búfólkum og er í trimum hæddum. Búrum eru í tveimum av hæddunum. Ellisheimið varð vígt 11. august 1935, og fyrstu fólkini fluttu inn 15. august 1935. Tá varð sagt, at heimið var líka vakurt sum endamálið við heiminum.
Í dag, skjótt 90 ár eftir vígsluna, er heimið í nøkulunda sama standi sum tá. Kortini eru nakrar dagføringar gjørdar. Í 70-árunum fekk bygningurin tíggju búrúm afturat. Hóast Ellisheimið er eitt eldri heim, og umstøðurnar til tíðir eru trongar, er gott og hugnaligt at búgva her.
Av tí, at Ellisheimið er eitt gamalt hús, hava ikki øll búrúm egið vesi, men fleiri vesi eru á gongunum.
Ellisheimið liggur miðskeiðis í Havnini, og stutt er til gongu oman á vágna ella í miðbýin. Vit hava reglulig tiltøk hvørja viku, millum annað venjing, sang, gudstænastu, møti, bingo og bindiklubba. Vit skipa fyri tiltøkum bæði inni og úti, alt eftir árstíðini.
Vit vilja skapa eitt áhugavert umhvørvi. Tí hava vit kettu, og ein part av árinum hava vit onnur kríatúr.
Hvørt ár skipa vit fyri einari útferð í Føroyum, og javnan hava vit tiltøk, har avvarðandi eru boðin við. At eldri borgarin kennir seg sum part av nærumhvørvinum og kennir seg virðismettan eru virði, sum vit á Ellisheiminum seta í miðdepilin, tí hetta tryggjar góða lívsgóðsku. Á Ellisheiminum vilja vit stuðla einum virknum, aldrandi lívi og samstundis hugkveikja tilfeingið hjá okkara eldri borgarum til gleði og gagns fyri øll.
V.U. Hammershaimbs gøta 7
100 Tórshavn
Tel. 31 18 39 / 26 18 39 (mánadag til fríggjadag kl. 8-15)
Ingun Eidesgaard
ingune@torshavn.fo
Deildarleiðari
Dóra D. Gaard
dorag@torshavn.fo
Sóleyð Eyðunsdóttir Jacobsen
soleydp@torshavn.fo
Benjamin Gaasedal, húsavørður
benjaming@torshavn.fo
Trúgvi Johansen, røktarvørður
trugvij@torshavn.fo
Hevur tú Samleikan, søkir tú á Vanganum.
Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Gev gætur, at tað ber til at søkja vegna onnur á Vanganum. Tað vil siga, at ein avvarðandi til dømis kann søkja um búpláss fyri teg. Les meira á Vanganum ella á temasíðu okkara, sum tú finnur leinki til niðanfyri.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsókn á síðu okkara um at søkja búpláss og senda umsóknina til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, á Vaglinum 11, í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, mást tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um búpláss« í evnisteigin.
Upptøkunevndin fyri búpláss viðger tína umsókn og tekur støðu til, hvørt nevndin fær tillutað pláss og, um so er, á hvørjum heimi. Tillutanin av búplássi er tengd at plássunum, sum eru tøk.
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Á Ellisheiminum fært tú egið kamar við vaski. Av tí, at vit eru ein eldri stovnur, eru tað ikki øll kømur, ið hava egið vesi. Á kamarinum er eisini eitt klædnaskáp.
Tá tú flytir inn, skalt tú hava títt egna innbúgv við. Kortini hevur kamarið song og náttborð frammanundan. Í vindeygunum hanga gardinur. Ynskir tú aðrar gardinur, ert tú vælkomin at skifta tær út.
Fyri at gera kamarið so persónligt og heimligt sum gjørligt, mæla vit til, at tú hevur myndir ella málningar og aðrar lutir við, sum kunna skapa ein kendan hugna. Tú ella tíni avvarðandi leggja klæðir og annað upp á pláss og gera búrúmið klárt at flyta inn í.
Tú rindar eitt vistargjald og eitt tænastugjald fyri at búgva á Ellisheiminum. Kunna teg nærri um gjøldini í næsta partinum um fíggjarviðurskifti.
Íroknað gjaldinum fyri vistarhald er millum annað:
Tænastugjaldið fevnir millum annað um røkt, praktiska hjálp og hjálpartól.
Tænastugjaldið fevnir ikki um:
Sum búfólk rindar tú eisini sjálv fyri:
At búgva á eldrabústovni er fíggjarliga javnsett við at búgva heima. Sum fólkapensjónistur fært tú fólkapensjón og samhaldsfasta eftirløn. Av hesum veitingum og aðrari inntøku rindar tú fyri vistarhald og tænastur á bústovninum.
Tá tú býrt á einum eldrabústovni, fært tú pensjón sum stakur pensjónistur. Hesa pensjónsupphædd fært tú uttan mun til, um tú ert gift ella støk. Útgjaldið er sostatt líka fyri øll.
Øll búfólk rinda somu upphædd fyri vistarhaldið. Upphæddin fevnir um húsaleigu, olju, el, mat, reingerð, felags útreiðslur og annað. Upphæddin fyri vistarhald er ásett sambært galdandi kunngerðini um gjald fyri eldrarøkt.
Øll rinda eisini eitt minsta tænastugjald, sum millum annað fevnir um røkt og praktiska hjálp. Hevur tú aðra inntøku enn veitingar frá tí almenna, til dømis tænastumannaeftirløn, krígspensjón, rentuinntøku ella líknandi, rindar tú harumframt eitt eyka tænastugjald.
Tænastugjaldið er ásett í kunngerðini um gjald fyri eldrarøkt og tekur fyrilit fyri, hvussu høg tín inntøka er.
Vilt tú vita meira um brúkaragjøldini í Tórshavnar kommunu, kanst tú vitja okkara síðu um brúkaragjøld.
Tá tú fært tillutað eitt búpláss á Ellisheiminum, setur deildarleiðarin seg í samband við teg um innflytingardato og heimavitjan. Tá ið dato fyri heimavitjan er avtalað, koma deildarleiðarin og eitt starvsfólk frá Ellisheiminum á vitjan hjá tær fyri at kunna teg um viðurskiftini á Ellisheiminum. Tá fært tú ein faldara um hesi viðurskifti, og tú fært eisini eitt spurnarblað, sum vit kalla »lívssøga«. Hetta skalt tú fylla út og hava við, tá tú flytur inn á Ellisheimið.
Tú verður mint á at møta á tí innflytingardegnum, sum tú hevur avtalað við okkum frammanundan. Hendan dagin tekur eitt av starvsfólkum okkara ímóti tær og vísir tær og tínum avvarðandi títt kamar, so tit kunnu pakka út og práta við starvsfólkið um viðurskiftini í húsinum. Tað er ynskiligt, at avvarðandi eru við á innflytingardegnum.
Minst til at merkja øll tíni klæði.
Tá tú flytir inn á Ellisheimið, skalt tú hava tíni vanligu klæðir við tær. Tað er umráðandi, at tú hevur fleiri pør av hvørjum, tí tað kann taka nakrar dagar, áðrenn skitnu klæðini eru vaskað, tornað og komin upp í kamarið aftur. Minst til eina heita troyggju, jakka, húgvu, skógvar og inniskógvar.
Minst eisini til:
Minst eisini til at útfylla skjalið »lívssøga«, sum tú fekst útflýggjað, tá vit vóru á vitjan hjá tær.
Minst til at boða myndugleikum og veitarum frá flytingini:
Á Ellisheiminum fylgja vit leiðreglunum hjá The Eden Alternative. Hetta er ein hugsjón, sum virkar fyri, at eldri fólk á røktarheimi ikki skulu føla einsemi, leiðsemi ella hjálparsloysi. Sambært The Eden Alternative er tað ein fyrimunur, at røktarheim hava tætt samband við børn, dýr og plantur.
Á Ellisheiminum hava vit valt at laga hesa hugsjón til verandi umstøðurnar. Vit arbeiða tí soleiðis við hugsjónini, at hon sampakkar við húsið, búfólkini og starvsfólkini. Hugsjónin leggur upp til, at tørvurin hjá búfólkunum er avgerandi fyri, hvussu vit skipa okkara arbeiði. Hetta krevur, at starvsfólk arbeiða eftir øðrvísi hugburði enn føstu mannagongdirnar, sum annars hava verið vanligar.
Vit hava tí djór, plantur, barnavitjanir og tiltøk, so heimið gerst eitt livandi stað til frama fyri búfólk, avvarðandi og nærumhvørvið.
Í hesum sambandi er somuleiðis umráðandi fyri bæði búfólk og starvsfólk, at avvarðandi eru ein so stórur partur av dagligdegnum sum gjørligt. Vit hava tí ongar vitjanartíðir og vænta, at avvarðandi skipa seg sum ein partur av heiminum.
Flest búfólk fáa stóra gleði av at sleppa heim at vitja um høgtíðir og aðrar merkisdagar. Familjulimir eru tey, sum búfólk eru mest knýtt at og fáa størst gleði av.
Tá avvarðandi eru og vitja, er tað eitt gott hugskot at fara ein túr út at ganga ella ein túr í býin, tí hetta gevur okkara búfólki aðrar upplivingar uttan fyri stovnin. Tað gagnar eisini at ganga ein túr saman við avvarðandi í garðinum uttan fyri Ellisheiminum.
Av og á skulu búfólk út um stovnin til ávísar tíðarkrevjandi kanningar, til dømis til tannlækna. Ellisheimið hevur ikki nóg stóra arbeiðsorku til at kunna fylgja sínum búfólkum. Tí hava avvarðandi ábyrgdina at fara við viðkomandi til kanningar ella onnur ørindi úti av húsinum. Í ávísum førum fara starvsfólk tó við, tá tað verður mett at vera neyðugt, ella um eingin avvarðandi er at heita á. Hetta meta vit um í hvørjum einstaka føri.
Av tí, at vit ikki hava so stóra stovu, kann stovan ikki brúkast sum vitjanarrúm til fleiri vitjandi. Vit hava stovu innast í húsinum, og vit hava eisini borð og stólar runt um í húsinum, har tit saman kunna seta tykkum at njóta samveruna.
Starvsfólkini á Ellisheiminum skulu tryggja, at borgarar, sum hava tørv á persónligari hjálp, røkt og stuðli, fáa neyðugu hjálpina. Hetta sambært lógini um heimatænastu og eldrarøkt.
Vit vilja ikki taka førleikar frá búfólki, men royna heldur at stimbra viðlíkahaldi og menning av førleikum. Tað, sum tú klárar sjálv, gera vit ikki fyri teg, men vit eru ein stuðlandi partur, soleiðis at tú kanst vera virkin við egnum hondum so leingi sum møguligt.
Á Ellisheiminum hava vit egnan stórkøk, sum er góðkendur og undir eftirliti av Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Í køkinum starvast seks starvsfólk. Køkurin tryggjar, at búfólkið fær fjølbroyttan og nøktandi kost.
Køkurin á Ellisheiminum ger allan mat til tey 24 búfólkini á Ellisheiminum.
Á føðingardøgum hjá búfólkunum hugna vit okkum saman, til dømis við bollum og kakao. Um tú ella tíni avvarðandi ynskja lagkøku til føðingardagin, skulu tit sjálvi skipa fyri hesum.
Um avvarðandi kundu hugsað sær okkurt annað afturat ella í staðin, hava tit møguleika fyri hesum. Ellisheimið bjóðar búfólkunum bollar og kakao á føðingardegnum.
Tú kanst halda føðingardag fyri avvarðandi, um tær lystir. Hetta skalt tú avtala við starvsfólkið ella deildarleiðaran frammanundan, og føðingardagurin kann haldast niðriundir í Salinum.
Tá vit hava avmarkað tal av starvsfólkum, seta við borðini upp og leggja dúkar á, meðan avvarðandi seta á borðið, rudda av og vaska upp aftan á tiltakið. Koppar, tallerkar og borðbúnaður eru til taks á Ellisheiminum.
Á Ellisheiminum hava vit reglulig tiltøk hvørja viku.
Mánadag eftir døgurða fara tey búfólk sum ynskja, niðan á Lágargarð at venja við fysioterapeutum.
Annaðhvørt mánakvøld hevur Brøðrasamkoman møti í stovuni.
Annanhvønn hósdag, áðrenn døgurða, er gudstænasta í stovuni.
Fríggjadag eftir døgurða er stólafimleikur í stovuni og einstaklingavenjing eftir tørvi saman við starvsfólki frá fysioterapiini.
Javnan hava vit bingo.
Tá pláss er í vikuætlanini, leggja vit eisini inn í ætlanina, at Trúgvi fyllir bussin hjá Ellisheiminum við búfólki og koyrir ein túr runt í Havnini ella aðrastaðni at hyggja at onkrum øðrum áhugaverdum.
Eisini hava vit aktivitetstoymið, sum plagar at hava ymiskt undirhald, antin her í húsinum ella á øðrum røktarheimi, sum vit eru við til.
Vit hava javnan tiltøk í húsinum, har avvarðandi eisini eru vælkomin.
Vit skipa fyri útferð minst eina ferð um árið. Harafturat skipa vit fyri einum túri til Countryfestivalin ella annað árligt tiltak.
Á sumri fara vit út at eta ella fáa okkum drekka í havanum aftan fyri húsini, tá hetta er møguligt.
Í gongini, tá tú kemur inn í Ellisheimið, hongur ein talva, har vit skriva upp, hvørji tiltøk eru á skránni hesa vikuna.
Eisini heingja vit uppsløg um tiltøk upp á talvuna høgru megin úthurðina. Vit hava tiltøk av og á soleiðis, sum tað liggur fyri í mun til arbeiðsgongdina.
Heilsu- og umsorganartænastan hevur eitt tætt samstarv við vitjanartænastuna hjá Reyðakrossi. Vit eru felags um at virka fyri, at eldri borgarar trívast, eru virknir í gerandisdegnum og taka lut í tí felagsskapi, sum gevur meining fyri hvønn einstaka borgara.
Hetta merkir millum annað, at tú hevur møguleika fyri at fáa vitjan av einum vitjanarvini.
Hevur tú hug til at fáa ein vitjanarvin, kanst tú senda eina umbøn til Reyðakross. Tað er ómakaleyst at senda eina umbøn. Tú kanst senda hana umvegis heimasíðuna hjá Reyðakrossi, sum tú finnur her:
Á Ellisheiminum starvast umleið 35 starvsfólk. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, ófaklærd, reingerðar- og køksstarvsfólk, húsa- og røktarvørður. Eisini eru ergo- og fysioterapeutar knýttir at Ellisheiminum.
Vit hava høli til hárfríðkan, føðingardagar og onnur tiltøk.
Virðisgrundarlagið fyri alt virksemi í húsinum fevnir um, at:
Vit søkja javnan eftir starvsfólki. Tú kanst fylgja við her:
Eldrapolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu hevur til endamáls at tryggja eldri borgarum eitt gott lív. Til dømis, tá borgarar í kommununi hava tørv á hjálp frá Heilsu- og umsorganartænastuni.
Harumframt er eldrapolitikkurin eitt amboð í okkara dagliga virksemi.
Politikkurin er býttur upp í seks partar og fevnir millum annað um heilsurøkt og umsorgan, heilsustimbran og fyribyrging, bústaðarviðurskifti og samstarv við eldri borgarar. Kunna teg nærri um eldrapolitikkin her:
Umsóknarblað og leiðbeining til eldrabúpláss finnur tú her:
Soleiðis søkir tú um eldrabúpláss
Tú kanst lesa meira um Heilsu- og umsorganartænastuna her:
Ynskir tú at lata Ellisheiminum peningagávur, til dømis minnisgávur í sambandi við jarðarferðir, kunnu tær setast á gávukontuna hjá Ellisheiminum, sum hevur konto nummar:
9181 - 522.513.4
Send okkum tína viðmerking.