Tjarnargarður

Hoyvíksvegur 58
100 Tórshavn
heilsuhusid@torshavn.fo
Tel. 30 20 75
Eindarleiðari: Ingun Eidesgaard

Vís á korti

Lurta

Tjarnargarður

Tjarnargarður er eitt røktarheim í bygningunum hjá gomlu Marinustøðini á Hoyvíksvegnum. Bygningarnir vórðu bygdir um til røktarheim í 2004. Fyrstu búfólkini fluttu inn í oktober 2004, og dagtilhaldið, Tjarnarlon, byrjaði í januar 2005.

Nýggjur bygningur bleiv bygdur afturat í 2007, og í dag eru tríggjar búeindir á Tjarnargarði. Hesar eru Kristianslon, Luddalon og Lavalon.

Luddalon og Lavalon hava 24 búpláss og eru røktardeildir fyri borgarar við røktartørvi, meðan Kristianslon og dagtilboðið í Tjarnarlon húsast í gamla bygninginum, sum í dag er partur av nýggja Demensdeplinum. Á Demensdeplinum eru 12 búpláss, 5 stutttíðarpláss og 12 pláss í dagtilboðnum. Dagtilboðið á Stjørnulon við 10 plássum, hoyrir til demensdepilin.
Demensdepilin er eitt virkið stað, har tætt samstarv er millum dagtilboðið Tjarnarlon, Stjørnulon og demensbúeindina Kristianslon.



Samband við røktarheimið
Hvussu fái eg samband við Tjarnargarð?


Tjarnargarður
Hoyvíksvegur 58
100 Tórshavn
Tel. 30 20 75


eindarleiðari
Ingun Eidesgaard
ingune@torshavn.fo


Lavalon og Luddalon
Tel. 30 20 77

Heidi Kragesteen, deildarleiðari
heidik@torshavn.fo

Ragnhild Rubeksen, varadeildarleiðari
ragnhildr@torshavn.fo


DEMENSDEPILIN
Diana Johnsdóttir Strøm, deildarleiðari
dianas@torshavn.fo

Kristianslon
Tel. 30 20 85

Dina Mohr, deildarleiðari
dinam@torshavn.fo

KOMMUNAL DEMENSSAMSKIPAN
Tel. 962089
demensdepilin@torshavn.fo

Barbara Sigmundsdóttir Djurhuus, bólkaleiðari
barbarasd@torshavn.fo 


Dagtilhaldið á Tjarnarlon
Tel. 79 00 67

DAGTILHALDIÐ Í STJØRNULON
Tel. 318109 ella 218109


Køkurin
Tel. 30 20 80

Catherine Miezan
catherine@kallnet.fo


Húsavørður
Finn Ludvig
finnl@torshavn.fo

Finn okkum á korti

Vís kort í fullari stødd

Praktisk kunning til nýggj búfólk
Hvussu søki eg um búpláss?

Hevur tú Samleikan, søkir tú á Vanganum.

Søk um búpláss á Vanganum

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Gev gætur, at tað ber til at søkja vegna onnur á Vanganum. Tað vil siga, at ein avvarðandi til dømis kann søkja um búpláss fyri teg. Les meira á Vanganum ella á temasíðu okkara, sum tú finnur leinki til niðanfyri.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsókn á síðu okkara um at søkja búpláss og senda umsóknina til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, á Vaglinum 11, í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, mást tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um búpláss« í evnisteigin.

Upptøkunevndin fyri búpláss viðger tína umsókn og tekur støðu til, hvørt nevndin fær tillutað pláss og, um so er, á hvørjum heimi. Tillutanin av búplássi er tengd at plássunum, sum eru tøk.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Søk vegna annan borgara á Vanganum

Soleiðis søkir tú um eldrabúpláss

Yvirlit yvir tænastur og hentleikar
Pláss 41
Búfólk 41
Búrúm
  • Egið búrúm
  • Netsamband
  • Røktarsong
  • Seingjarborð
  • Skáp
  • Egið baðirúm
  • Felags baðirúm
Tænastur
  • Vask av seingjarklæðum
  • Vask av klæðum
  • Vikulig reingerð
  • Blæur
  • Fótarøktari móti gjaldi
  • Hárfríðkan móti gjaldi
Hentleikar
  • Felags djór
  • Sansagarður
  • Venjingarhentleikar
  • Garður, grøn øki og terassa
  • Felagsstova
  • Sansarúm
  • Atgongd til samkomuhøli
Nærindis
  • Frástøða til handil 300 – 400 metrar
  • Frástøða til kirkju 1000 – 1200 metrar
  • Frástøða til buss 100 - 200 metrar
Ítriv
  • Brúk av sjálvbodnum
  • Fast vikulig tiltøk
  • Venjing
Búrúmið

KRISTIANSLON

Kristianslon hevur tvær lonir. Onnur lonin hevur tíggju kømur á umleið 10 fermetrar og fimm baðirúm. Tvey búfólk eru um hvørt baðirúm. Hin lonin hevur sjey kømur á 17-20 fermetrar við egnum baðirúmi.

LAVALON OG LUDDALON

Á Lavalon og Luddalon eru búrúmini 14,1 fermetrar til støddar. Harafturat er egið vesi á 5,3 fermetrar. Øll kømur hava innbygd skáp.

Tænastupakki

Tú rindar eitt vistargjald og eitt tænastugjald fyri at búgva á Tjarnargarði. Kunna teg nærri um gjøldini í næsta partinum um fíggjarviðurskifti.

VISTARGJALD

Íroknað gjaldinum fyri vistarhald er millum annað:

  • Húsaleiga
  • Olja
  • El
  • Matur
  • Reingerð
  • Klædnavask
  • Seingjarklæðir
  • Handklæði og eygnalappar
  • Aðrar felagsútreiðslur

TÆNASTUGJALD

Tænastugjaldið fevnir millum annað um røkt, praktiska hjálp og hjálpartól.

Tænastugjaldið fevnir ikki um:

  • Heilivág
  • Kropsborin hjálparráð, til dømis brillur, hoyritól, handilstenn og stuðulssokkar
  • Húðrøkt
  • Fótarøkt
  • Hárfríðkan
  • Tannrøkt og tannviðgerð
  • Vørur til persónligt reinføri, til dømis sápu, tannkrem og rakiútgerð
  • Hoyritól og brillur

Sum búfólk rindar tú eisini sjálv fyri:

  • Klæðir og skógvar
  • Ferðaútreiðslur til útferðir
  • Hýruvognsflutning til og frá viðgerðum og avtalum
  • Trygging av egnum innbúgvi
  • Ymisk fyriskipað tiltøk
Fíggjarviðurskifti

At búgva á eldrabústovni er fíggjarliga javnsett við at búgva heima. Sum fólkapensjonistur fært tú fólkapensjón og samhaldsfasta eftirløn. Av hesum veitingum og aðrari inntøku rindar tú fyri vistarhald og tænastur á bústovninum.

Tá tú býrt á einum eldrabústovni, fært tú pensjón sum stakur pensjonistur. Hesa pensjónsupphædd fært tú uttan mun til, um tú ert gift ella støk. Útgjaldið er sostatt líka fyri øll.

VISTARHALD

Øll búfólk rinda somu upphædd fyri vistarhaldið. Upphæddin fevnir um húsaleigu, olju, el, mat, reingerð, felags útreiðslur og annað. Upphæddin fyri vistarhald er ásett sambært galdandi kunngerðini um gjald fyri eldrarøkt.


TÆNASTUGJALD

Øll rinda eisini eitt minsta tænastugjald, sum millum annað fevnir um røkt og praktiska hjálp. Hevur tú aðra inntøku enn veitingar frá tí almenna, til dømis tænastumannaeftirløn, krígspensjón, rentuinntøku ella líknandi, rindar tú harumframt eitt eyka tænastugjald.

Tænastugjaldið er ásett í kunngerðini um gjald fyri eldrarøkt og tekur fyrilit fyri, hvussu høg tín inntøka er. 

Vilt tú vita meira um brúkaragjøldini í Tórshavnar kommunu, kanst tú vitja okkara síðu um brúkaragjøld.

Kunngerð um gjald fyri eldrarøkt (logir.fo)

Brúkaragjøld í Tórshavnar kommunu

Innflyting

Tá tú skalt flyta inn, koma starvsfólk á heimavitjan fyri at heilsa upp á teg og at síggja, hvørji hjálpartól eru neyðug at fáa til vega á deildini.

MINST TIL AT FRÁBOÐA FLYTING TIL:

  • Landsfólkayvirlitið
  • Posta
  • Bløðini
  • Títt tryggingarfelag
  • Tín telefonveitara
Lívið á Tjarnargarði
Gerandisdagurin á Kristianslon

Kristianslon er eitt heim fyri fólk, sum hava eina demenssjúku. Her húsast 17 búfólk. Tíggju teirra eru fastbúgvandi, meðan sjey fólk koma til umlætting í styttri ella longri tíðarskeið.

Á Kristianslon leggja vit dent á, at búfólkini hava okkurt at koma upp til, og at tú hevur ein virknan gerandisdag. Vit ganga túrar og gera fimleik dagliga.

Sum búfólk fært tú persónliga røkt eftir tørvi. Fótarøkt kemur sættu ella sjeyndu hvørja viku, og hárfríðkari vitjar javnan.

Vit hava nógvar livandi plantur og fiskabúr, sum vit røkja saman við okkara búfólkum.

Døgurðin kemur av Lágargarði, og vit borðreiða matin á føtum, so búfólkini sjálvi kunnu fáa sær. Nátturða og millummála gera vit her í húsinum.

Á Kristianslon lesa vit søgur, syngja, dansa og koyra biltúr. Vit hava skipað ítriv, sum gudstænastu og møti, bingo, bakstur og handarøkt, men her er eisini nógvur spontanitetur. Av og á fara vit til dømis biltúrar út á bygd, kafétúr og líknandi.

Børn úr dagstovni koma regluliga at vitja. Summi búfólk ganga til kórsang, og hundar koma eisini á vitjan her.

Vit venja javnan í venjingarhølunum á Tjarnargarði saman við fysioterapeutum og ergoterapeutum.

Vit ynskja, at búfólk og avvarðandi kenna seg heima á Kristianslon. Vit hava ikki ávísar vitjanartíðir, men vitjandi eru altíð vælkomin.

Gerandisdagurin á Lavalon og Luddalon

Á Lavalon og Luddalon er nógvur aktivitetur í gerandisdegnum fyri tey búfólk, sum ynskja tað.

Annað hvønn mánadag hava vit gudstænastu, og annað hvønn mánadag hevur brøðrasamkoman andakt.

Týsdagar eftir døgurða hava vit hugnatíma saman við børnunum í Margarinfabrikkini. Hesar hugnaløtur eru sera ymiskar. Vit millum annað syngja, spæla spøl, eru kreativ, hava handarøkt og fara ein túr yvir til Hoyvíkstjørn.

Fyrrapart týsdag og hósdag er venjing á skránni, og seinnapart hósdag vitja næmingar frá Nám X og hugna sær saman við búfólkunum.

Okkurt kvøld um mánaðin er hugnaløta. Tá kemur onkur uttanífrá at syngja og hugna við okkum.

Á Lavalon og Luddalon arbeiða nógv dugnalig starvsfólk, sum eru um búfólkini allan dagin. Øll búfólkini hava ein kontaktpersón, sum tryggjar gott samstarv við avvarðandi og sigur teimum frá, um búfólkini mangla eitthvørt.

Døgurðin kemur av Lágargarði, men okkara dugnaligu køksfólk gera nátturða, køkur og alskyns mat her í húsinum.

Vit hava eitt gott samstarv við familjurnar hjá búfólkunum, og familja er altíð vælkomin at vitja. Familjan eigur ábyrgdina av at fara við búfólkunum til lækna, tannlækna, kanningar og annað.

Sjálvboðin

Heilsu- og umsorganartænastan hevur eitt tætt samstarv við vitjanartænastuna hjá Reyðakrossi. Vit eru felags um at virka fyri, at eldri borgarar trívast, eru virknir í gerandisdegnum og taka lut í tí felagsskapi, sum gevur meining fyri hvønn einstaka borgara.

Hetta merkir millum annað, at tú hevur møguleika fyri at fáa vitjan av einum vitjanarvini.

Hevur tú hug til at fáa ein vitjanarvin, kanst tú senda eina umbøn til Reyðakross. Tað er ómakaleyst at senda eina umbøn. Tú kanst senda hana umvegis heimasíðuna hjá Reyðakrossi, sum tú finnur her:

Umbøn um vitjanarvin (verður umsitin av Reyðakrossi)

Um Tjarnargarð
Hvørji eru vit?

Á Tjarnargarði starvast ein breiður hópur av starvsfólkum. Vit hava sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, demenssamskiparar, fysioterapeutar, ergoterapeutar, reingerðarfólk, køksfólk, húsavørð og ófaklærd.

Vit søkja javnan eftir starvsfólki. Tú kanst fylgja við her:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

Eldrapolitikkur

Eldrapolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu hevur til endamáls at tryggja eldri borgarum eitt gott lív. Til dømis, tá borgarar í kommununi hava tørv á hjálp frá Heilsu- og umsorganartænastuni.

Harumframt er eldrapolitikkurin eitt amboð í okkara dagliga virksemi.

Politikkurin er býttur upp í seks partar og fevnir millum annað um heilsurøkt og umsorgan, heilsustimbran og fyribyrging, bústaðarviðurskifti og samstarv við eldri borgarar. Kunna teg nærri um eldrapolitikkin her:

Eldrapolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu

Faldarar og onnur kunning

UMSÓKNARBLAÐ TIL ELDRABÚPLÁSS

Umsóknarblað og leiðbeining til eldrabúpláss finnur tú her:

Soleiðis søkir tú um eldrabúpláss


ONNUR KUNNING

Tú kanst lesa meira um Heilsu- og umsorganartænastuna her:

Heilsu-og umsorganartænastan

Gávukonta

Ynskir tú at lata Tjarnargarði peningagávur, til dømis minnisgávur í sambandi við jarðarferðir, kunnu tær setast á gávukontuna hjá Tjarnargarði, sum hevur konto nummar:

9181 - 522.509.6