Lurta

Um eldrabúpláss

Í Tórshavnar kommunu eru tilsamans átta eldrabústovnar. Talan er um røktarheim, ellisheim og eldrasambýli. Á flestu røktarheimum eru demensdeildir. Heimið við Vallalíð og Eldrasambýli oman Mattalág eru heim fyri borgarar við demenssjúku burturav.

Búplássini eru skipað eftir tørvi. Tað vil siga, at vit hava trý sløg av búplássum í Tórshavnar kommunu:

  • Búpláss til borgarar við ellisbrekum og røktartørvi
  • Búpláss til borgarar við ellisbrekum og størri røktartørvi
  • Búpláss til borgarar við demenssjúku

Niðanfyri kanst tú lesa meira um sløgini av búplássum.

Ynskir tú at søkja um búpláss, kanst tú lesa nærri her:

Soleiðis søkir tú um eldrabúpláss

Kunning til borgarar um dátuvernd í sambandi við eldrabúpláss

Lógin um heimatænastu og eldrarøkt (logir.fo)



Um búpláss á røktarheimi
Hvat er eitt búpláss á røktarheimi?

Tá tú býrt á einum røktarheimi, hevur tú egið búrúm og atgongd til felagshølir. Starvsfólk eru tøk alt samdøgrið.

Lívið á einum røktarheimi er í stóran mun eitt felagslív. Flestu røktarheimini skipa seg soleiðis, at búfólkini kunnu savnast í smærri eindum á heiminum. Tað vil siga, at røktarheimið leggur dent á hugnaligu dagligu samveruna; eisini í sambandi við máltíðir.

Tá tú býrt á einum røktarheimi, er búrúmið at rokna sum tín privati bústaður. Heimini eru altíð opin fyri vitjandi. Um sofa ella líknandi er í búrúminum, er ikki óvanligt, at avvarðandi í serligum førum liggja nátt hjá búfólki.

Tá tú flytur inn á eina røktarheimseind, hava røktarstarvsfólkini og deildarleiðarin ábyrgd av, at tú fært ta røkt og umsorgan, tær tørvar. Hetta verður fyriskipað í samráð við teg og tíni nærmastu.

Røktarheimini veita røkt og umsorgan við eginumsorgan fyri eyga. Tað vil siga, at røktin hevur atlit at tínari fysisku og sálarligu orku. Tú fært stuðul at varðveita tínar førleikar og eginleikar, og samstundis fært tú hjálp til tað, sum tú ikki megnar.

Tú ert altíð vælkomin at vitja røktarheimini eftir avtalu við deildarleiðararnar. Tú finnur upplýsingarnar hjá deildarleiðarunum og heimunum á einstøku røktarheimssíðunum. Síðurnar hjá røktarheimunum finnur tú her:

Finn búpláss til eldri

Hvør kann søkja?

Tú kanst fáa tillutað pláss á røktarheimi, ert tú fólkapensjonistur við tørvi á hjálp ella røkt alt samdøgrið. Í serligum føri kunnu búpláss eisini latast øðrum røktarkrevjandi borgarum, sum ikki eru fólkapensjonistar.

Fyrsta rætt til upptøku hava borgarar við størsta tørvinum á røkt ella hjálp.

Ynskir tú at søkja um búpláss í Tórshavnar kommunu, kanst tú gera tað her:

Soleiðis søkir tú um búpláss

Hvussu gongur upptøkan fyri seg?

Tá Heilsu- og umsorganartænastan fær eina umsókn um búpláss, kemur ein visitator frá kommununi at vitja borgaran. Gjøgnum samrøðu við teg og tíni avvarðandi lýsir visitator tínar førleikar og tín tørv á hjálp.

Nær tú søkir um búpláss, og nær tú fært tillutað eitt búpláss, er ikki tengt at hvørjum øðrum. Sambært lógini um heimatænastu og eldrarøkt, er fær borgarin við mest átrokandi tørvinum tillutað pláss fyrst.

Ein upptøkunevnd fyri røktarheimini í kommununi metir um tín tørv á røkt og búplássi. Á upptøkufundi viðger upptøkunevndin allar borgarar, sum hava søkt um búpláss og tillutar tøk pláss til teir borgarar, sum upptøkunevndin metir hava størsta tørvin.

Upptøkunevndin tekur avgerð um, hvør fær tillutað búpláss, við støði í tínari umsókn, tørvsmetingini, sum visitator hevur gjørt, og møguliga øðrum viðkomandi upplýsingum um tína støðu. Tillutanin av búplássum er tengd at plássunum, sum eru tøk. Upptøkunevndin ger av, hvørjum bústovni, tú fært bjóðað búpláss á.

Upptøkunevndin hevur seks limir. Hesi eru Heilsu- og umsorganarstjórin, teir tríggir eindarleiðararnir í Heilsu- og umsorganartænastuni, deildarleiðarin fyri heimatænastuna og deildarleiðarin fyri heimasjúkrarøktarfrøðingarnar. Umframt hesi er visitator altíð við á upptøkufundinum og lýsir málini og leggur tey fyri nevndina. Ein fulltrúi í Heilsu-og umsorganartænastuni er skrivari í nevndini.

Fastur upptøkufundur er einaferð um mánaðin. Nevndin heldur eyka upptøkufund, um tað gerst neyðugt.

Lógin um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (logir.fo)

Havi eg aðrar møguleikar?

Ert tú eldri og hevur niðursettan førleika, og ger hetta tín bústað óhóskandi at búgva í, kanst tú í summum førum tillaga tín bústað, so hann hóskar til tín tørv.

Í summum førum ber eisini til at lætta um gerandisdagin við hjálpartólum. Almannaverkið veitir hesa tænastu, og tú kanst kunna teg nærri umvegis leinkjuna niðanfyri.

Okkara ergoterapeuttoymi kann hjálpa tær við at meta um møguleikan fyri bústaðartillaging og at søkja um at seta tillagingarnar í verk. Tað er tí eitt gott hugskot at kunna teg nærri á okkara síðu um ergoterapi.

Ert tú fólkapensjonistur og hevur tørv á støðugari hjáveru og røkt, kanst tú eisini velja at søkja um stuðul til at verða ansað heima. Fylg leinkjuni niðanfyri fyri at kunna teg nærri um hendan møguleikan.

Almannaverkið – Hjálpartól og bústaðartillagingar (av.fo)

Ansa eldri og óhjálpnum heima

Hvussu long er bíðitíðin?

Sambært lógini tillutar Tórshavnar kommuna búplássini eftir tørvi og ikki eftir uppskrivingardegi. Av tí, at tað skjótt kann broytast, hvør hevur mest átrokandi tørvin, er tað trupult at siga, hvør neyva bíðitíðin er.

Í løtuni eru eingi búpláss tøk í Tórshavnar kommunu, og tú mást tí rokna við bíðitíð.

Heilsu- og umsorganartænastan er tó farin undir fleiri byggiverkætlanir: Ein nýggjur umlættingardepil er í gerð, Tjarnargarður verður um- og útbygdur og vit arbeiða eisini við at byggja eitt nýtt røktarheim. Hetta merkir, at fleiri búpláss verða tøk, og hetta verður helst fyrst í 2021

Lógin um heimatænastu, eldrarøkt og annað (logir.fo)

Hvønn leiklut hava tey avvarðandi

Tá tú flytur inn á eitt røktarheim, er búrúmið at rokna sum títt nýggja heim. Her kunnu tú og tíni avvarðandi óbroytt halda fast í tykkara samveru í gerandisdegnum.

Ynskiligt er, at tíni avvarðandi taka lut í gerandisdegnum sum mest, og at tey geva sítt íkast til tað sosiala lívið hjá búfólkunum og felagsskapin á deildini. Hetta økir um lívsgóðskuna og trivnaðin hjá tær.

Tá tú hevur ørindi uttan fyri heimið, eru tað tíni avvarðandi, sum fylgja tær ella fara fyri teg.

Kostnaður fyri búpláss

Pensjón

At búgva á eldrabústovni er fíggjarliga javnsett við at búgva heima. Tað vil siga, at tú sum fólkapensjonistur fært fólkapensjón og samhaldsfasta eftirløn. Av hesum veitingum og aðrari inntøku rindar tú fyri vistarhald og tænastur á bústovninum.

Tá tú býrt á einum eldrabústovni, fært tú pensjón sum stakur pensjonistur. Hesa pensjónsupphædd fært tú uttan mun til, um tú ert gift ella støk. Útgjaldið er sostatt líka fyri øll.

Vistarhald OG TÆNASTUR 

Øll búfólk rinda eitt mánaðarligt gjald fyri vistarhald og tænastur. Vistarhald fevnir um húsaleigu, olju, el, mat, felagsútreiðslur o.t. Tænastur fevnir m.a. um røkt og praktiska hjálp.

Gjaldið er ásett sambært galdandi kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a. seinast broytt 30. januar 2023, og tekur fyrilit fyri, hvussu høg tín inntøka er.

Kunngerð um gjald fyri eldrarøkt (logir.fo)

Brúkaragjøld í Tórshavnar kommunu

Hvussu fái eg greiðu á mínar møguleikar?

Ynskir tú at flyta inn á eitt búpláss og vilt hava greiðu á, hvørjar møguleikar tú hevur, kanst tú venda tær til Heilsu- og umsorganartænastuna. Ring á tel. 30 20 00 ella send okkum ein teldupost til heilsuhusid@torshavn.fo. Vit hava opið mánadag til hósdag kl. 8.00 - 15.30 og fríggjadag kl. 8.00 - 15.

Ein visitator í Heilsu- og umsorganartænastuni hjálpir tær við at meta um tín tørv og tínar møguleikar. Møguleikin fyri at fáa veitt eitt búpláss byggir á eina samrøðu við teg og tíni nærmastu. Tá lýsa og skjalprógva vit tínar førleikar og møguliga tín tørv á røkt.

Ansa eldri og óhjálpnum heima

Tú kanst søkja um at ansa einum eldri borgara í sínum heimi. Samsýningin er 10.789 kr. um mánaðin, umframt eftirløn.

Treytin er, at tú ert før fyri at átaka tær uppgávuna, og at tann, sum skal ansast, er yvir 67 ár og hevur tørv á støðugari hjáveru og røkt. Tørvur á støðugari røkt og hjáveru merkir, at viðkomandi hevur tørv á hjálp, støðugari røkt og hjáveru alt samdøgrið.

Heilsu- og umsorganartænastan tekur støðu til, hvørt ansing er rætta tilboðið til viðkomandi. Tú kanst fáa meira at vita um hendan møguleikan á okkara síðu um ansing av eldri og óhjálpnum heima.

Ansa eldri og óhjálpnum heima

Finn røktarheim á korti

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar røktarheimini í kommununi eru staðsett. Ynskir tú at finna eitt røktarheim nærindis tínum bústaði, kanst tú skriva tín bústað í leititeigin á kortinum.

Vilt tú vita meira um einstøku røktarheimini, kanst tú trýsta á frámerkini á kortinum. So sært tú upplýsingar um hentleikar, pláss, kostnað og annað.

Um búpláss á eldrasambýlum og á Ellisheiminum
Hvat er eitt búpláss á eldrasambýli og á Ellisheiminum?

Eldrasambýlini eru útgjørd til at hýsa fólkapensjónistum við ellisbrekum, sum hava tørv á starvsfólki at hjálpa sær í gerandisdegnum.

Eitt pláss á einum eldrasambýli er í høvuðsheitum eitt pláss til borgarar við lættari tørvi á røkt og hjáveru, meðan røktarheimini eru til borgarar við størri tørv á røkt, støðugari umsjón, hjálp og umsorgan.

Tá tú býrt á Ellisheiminum ella á einum eldrasambýli, er búrúmið at rokna sum tín privati bústaður. Heimini eru altíð opin fyri vitjandi.

Ellisheimið og eldrasambýlini eru hugnalig heim við felags stovu. Búrúmini eru smá, og í flestu heimum er eitt vesi við brúsu til 3 – 4 búfólk.

Tá tú flytur inn á Ellisheimið ella á eitt eldrasambýli, hava røktarstarvsfólkini og deildarleiðarin ábyrgdina av, at tú fært ta røkt og ta umsorgan, tær tørvar. Hjálpin verður fyriskipað í samráð við teg og tíni nærmastu.

Røkt og umsorgan verður veitt við eginumsorgan fyri eyga. Tað vil siga, at hjálpin hevur atlit at tíni fysisku og sálarligu orku. Tú fært stuðul til at varðveita teir førleikar, tú framvegis hevur, og samstundis fært tú hjálp til tað, tú ikki megnar.

Tú ert altíð vælkomin at vitja røktarheimini eftir avtalu við deildarleiðararnar. Tú finnur upplýsingar hjá deildarleiðarunum og heimunum á einstøku síðunum hjá heimunum. Síðurnar finnur tú her:

Finn búpláss til eldri

Hvør kann søkja?

Vit kunnu tilluta tær pláss á Ellisheiminum ella á eldrasambýli, um tú ert fólkapensjonistur við ellisbreki ella varandi sjúku og hevur tørv á hjálp ella røkt alt samdøgrið.

Ellisheimið og sambýlini eru smærri eindir, og tí er neyðugt, at tú ikki hevur umfatandi rørslutarn. Í serligum føri kunnu búpláss eisini latast øðrum borgarum, sum ikki eru fólkapensjonistar.

Ynskir tú at søkja um búpláss, kanst tú gera tað her:

Soleiðis søkir tú um búpláss

Hvussu gongur upptøkan fyri seg?

Tá Heilsu- og umsorganartænastan fær eina umsókn um búpláss, kemur ein visitator frá kommununi at vitja borgaran. Gjøgnum  samrøðu við teg og tíni avvarðandi lýsir visitator tínar førleikar og tín tørv á hjálp.

Nær tú søkir um búpláss, og nær tú fært tillutað eitt búpláss, er ikki tengt at hvørjum øðrum. Sambært lógini um heimatænastu og eldrarøkt, er fær borgarin við mest átrokandi tørvinum tillutað pláss fyrst.

Ein upptøkunevnd fyri røktarheimini í kommununi metir um tín tørv á røkt og búplássi. Á upptøkufundi viðger upptøkunevndin allar borgarar, sum hava søkt um búpláss og tillutar tøk pláss til teir borgarar, sum upptøkunevndin metir hava størsta tørvin.

Upptøkunevndin tekur avgerð um, hvør fær tillutað búpláss, við støði í tínari umsókn, tørvsmetingini, sum visitator hevur gjørt, og møguliga øðrum viðkomandi upplýsingum um tína støðu. Tillutanin av búplássum er tengd at plássunum, sum eru tøk. Upptøkunevndin ger av, hvørjum bústovni, tú fært bjóðað búpláss á.

Upptøkunevndin hevur seks limir. Hesi eru Heilsu- og umsorganarstjórin, teir tríggir eindarleiðararnir í Heilsu- og umsorganartænastuni, deildarleiðarin fyri heimatænastuna og deildarleiðarin fyri heimasjúkrarøktarfrøðingarnar. Umframt hesi er visitator altíð við á upptøkufundinum og lýsir málini og leggur tey fyri nevndina. Ein fulltrúi í Heilsu-og umsorganartænastuni er skrivari í nevndini.

Fastur upptøkufundur er einaferð um mánaðin. Nevndin heldur eyka upptøkufund, um tað gerst neyðugt.

Lógin um heimatænastu, eldrarøkt v.m (logir.fo)

Hvørjar aðrar møguleikar havi eg?

Ert tú eldri og hevur niðursettan førleika, og ger hetta tín bústað óhóskandi at búgva í, kanst tú í summum førum tillaga tín bústað, so hann hóskar til tín tørv.

Í summum førum ber eisini til at lætta um gerandisdagin við hjálpartólum. Almannaverkið veitir hesa tænastu, og tú kanst kunna teg nærri umvegis leinkið niðanfyri.

Okkara ergoterapeuttoymi kann hjálpa tær við at meta um møguleikan fyri bústaðartillaging og at søkja um at seta tillagingarnar í verk. Tað er tí eitt gott hugskot at kunna teg nærri á okkara síðu um ergoterapi.

Ert tú fólkapensjonistur og hevur tørv á støðugari hjáveru og røkt, kanst tú eisini velja at søkja um stuðul til at verða ansað heima. Fylg leinkinum niðanfyri fyri at kunna teg nærri um hendan møguleikan.

Almannaverkið – Hjálpartól og bústaðartillagingar (av.fo)

Ansa eldri og óhjálpnum heima

Hvussu long er bíðitíðin?

Sambært lógini tillutar Tórshavnar kommuna búplássini eftir tørvi og ikki eftir uppskrivingardegi. Av tí, at tað skjótt kann broytast, hvør hevur mest átrokandi tørvin, er tað trupult at siga, hvør neyva bíðitíðin er.

Í løtuni eru eingi búpláss tøk í Tórshavnar kommunu, og tú mást tí rokna við bíðitíð.

Heilsu- og umsorganartænastan er tó farin undir fleiri byggiverkætlanir: Ein nýggjur umlættingardepil er í gerð, Tjarnargarður verður um- og útbygdur og vit arbeiða eisini við at byggja eitt nýtt røktarheim. Hetta merkir, at fleiri búpláss verða tøk, og hetta verður helst fyrst í 2021

Lógin um heimatænastu, eldrarøkt og annað (logir.fo)

Hvønn leiklut hava tey avvarðandi?

Tá tú flytur inn á eitt røktarheim, er búrúmið at rokna sum títt nýggja heim. Her kunnu tú og tíni avvarðandi óbroytt halda fast í tykkara samveru í gerandisdegnum.

Ynskiligt er, at tíni avvarðandi taka lut í gerandisdegnum sum mest, og at tey geva sítt íkast til tað sosiala lívið hjá búfólkunum og felagsskapin á deildini. Hetta økir um lívsgóðskuna og trivnaðin hjá tær.

Tá tú hevur ørindi uttan fyri heimið, eru tað tíni avvarðandi, sum fylgja tær ella fara fyri teg.

Kostnaður fyri búpláss á eldrasambýli og Ellisheiminum

PENSJÓN

At búgva á eldrabústovni er fíggjarliga javnsett við at búgva heima. Tað vil siga, at tú sum fólkapensjonistur fært fólkapensjón og samhaldsfasta eftirløn. Av hesum veitingum og aðrari inntøku rindar tú fyri vistarhald og tænastur á bústovninum.

Tá tú býrt á einum eldrabústovni, fært tú pensjón sum stakur pensjonistur. Hesa pensjónsupphædd fært tú uttan mun til, um tú ert gift ella støk. Útgjaldið er sostatt líka fyri øll.

VISTARHALD OG TÆNASTUR

Øll búfólk rinda eitt mánaðarligt gjald fyri vistarhald og tænastur. Vistarhald fevnir um húsaleigu, olju, el, mat, felagsútreiðslur o.t. Tænastur fevnir m.a. um røkt og praktiska hjálp.

Gjaldið er ásett sambært galdandi kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a. seinast broytt 30. januar 2023, og tekur fyrilit fyri, hvussu høg tín inntøka er.

Kunngerð um gjald fyri eldrarøkt (logir.fo)

Brúkaragjøld í Tórshavnar kommunu

Hvussu fái eg greiðu á mínar møguleikar?

Ynskir tú at flyta inn á eitt búpláss og vilt hava greiðu á, hvørjar møguleikar tú hevur, kanst tú venda tær til Heilsu- og umsorganartænastuna. Ring á tel. 30 20 00 ella send okkum ein teldupost til heilsuhusid@torshavn.fo. Vit hava opið mánadag til hósdag kl. 8.00 - 15.30 og fríggjadag kl. 8.00 - 15.

Ein visitator í Heilsu- og umsorganartænastuni hjálpir tær við at meta um tín tørv og tínar møguleikar. Møguleikin fyri at fáa veitt eitt búpláss byggir á eina samrøðu við teg og tíni nærmastu. Tá lýsa og skjalprógva vit tínar førleikar og møguliga tín tørv á røkt.

Ansa eldri og óhjálpnum heima

Tú kanst søkja um at ansa einum eldri borgara í sínum heimi. Samsýningin er 10.789 kr. um mánaðin, umframt eftirløn.

Treytin er, at tú ert før fyri at átaka tær uppgávuna, og at tann, sum skal ansast, er yvir 67 ár og hevur tørv á støðugari hjáveru og røkt. Tørvur á støðugari røkt og hjáveru merkir, at viðkomandi hevur tørv á hjálp, støðugari røkt og hjáveru alt samdøgrið.

Heilsu- og umsorganartænastan tekur støðu til, hvørt ansing er rætta tilboðið til viðkomandi. Tú kanst fáa meira at vita um hendan møguleikan á okkara síðu um ansing av eldri og óhjálpnum heima.

Ansa eldri og óhjálpnum heima

Finn eldrasambýli og Ellisheimið á korti

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar Ellisheimið og røktarheimini í kommununi eru staðsett. Ynskir tú at finna eitt røktarheim nærindis tínum bústaði, kanst tú skriva tín bústað í leititeigin á kortinum.

Vilt tú vita meira um Ellisheimið og einstøku røktarheimini, kanst tú trýsta á frámerkini á kortinum. So sært tú upplýsingar um hentleikar, pláss, matskipan, kostnað og annað.

Um búpláss til fólk við demenssjúku
Hvat er eitt búpláss til fólk við demenssjúku?

Kommunan hevur fimm búeindir til fólk við demenssjúku. Búeindirnar eru til fólk við demenssjúku, sum hava tørv á starvsfólki alt samdøgrið. Flestu búeindirnar eru serliga innrættaðar til at taka hædd fyri tørvunum hjá demenssjúkum.

Tá tú býrt á einari demensbúeind, er búrúmið tín privati bústaður. Heimini eru altíð opin fyri vitjandi. Er sofa ella líknandi í búrúminum, er ikki óvanligt, at avvarðandi í serligum føri liggja nátt hjá búfólki.

Á røktarheimunum hava búfólk við demenssjúku hvør sítt búrúm við vesi og brúsu. Búfólkini hava eisini felagshøli. Á eldrasambýlinum oman Mattalág er køkur og stova sum í vanligum sethúsum, búrúmini eru smá, og eitt vesi við brúsu er til 3 – 4 búfólk.

Tá tú flytur inn á eitt búpláss til fólk við demenssjúku, hava røktarstarvsfólkini og deildarleiðarin ábyrgdina av, at tú fært ta røkt og umsorgan, tær tørvar. Hjálpin verður fyriskipað í samráð við teg og tíni nærmastu.

Vit veita røkt og umsorgan við eginumsorgan fyri eyga. Tað vil siga, at røktin hevur atlit at tíni likamligu og sálarligu orku. Tú fært stuðul til at varðveita teir førleikar, tú hevur, og fært samstundis hjálp til tað, tú ikki megnar.

Tú ert altíð vælkomin at vitja búeindirnar eftir avtalu við deildarleiðararnar. Tú finnur upplýsingarnar hjá deildarleiðarum og heimunum á einstøku síðunum hjá bústovnunum. Síðurnar finnur tú her:

Finn búpláss til eldri

Hevur tú eina demenssjúku, ella ert tú avvarðandi at fólki við demenssjúku, kanst tú fáa hjálp og vegleiðing frá starvsfólkum okkara í Heilsu- og umsorganartænastuni. Tey hava servitan innan demens og kunnu greiða tær frá tilboðunum, sum kommunan veitir borgarum við demenssjúku og teirra avvarðandi.

Tú kanst lesa meira um okkara tilboð til borgarar við demenssjúku her:

Tilboð til fólkapensjónistar við demenssjúku

Hvør kann søkja?

Vit kunnu tilluta tær eitt demensbúpláss, um tú ert fólkapensjonistur, ert útgreinað fyri demenssjúku ella mett at hava tørv á demensbúplássi og hevur tørv á hjálp ella røkt alt samdøgrið. Í serligum føri kunnu búpláss eisini latast øðrum enn fólkapensjonistum.

Eldrasambýlið oman Mattalág er ein minni búeind. Tískil er neyðugt, at tú ikki hevur umfatandi rørslutarn.

Ynskir tú at søkja um búpláss, kanst tú gera tað her:

Soleiðis søkir tú um búpláss

Hvussu gongur upptøkan fyri seg?

Tá Heilsu- og umsorganartænastan fær eina umsókn um búpláss, kemur ein visitator frá kommununi at vitja borgaran. Gjøgnum  samrøðu við teg og tíni avvarðandi lýsir visitator tínar førleikar og tín tørv á hjálp.

Nær tú søkir um búpláss, og nær tú fært tillutað eitt búpláss, er ikki tengt at hvørjum øðrum. Sambært lógini um heimatænastu og eldrarøkt, er fær borgarin við mest átrokandi tørvinum tillutað pláss fyrst.

Ein upptøkunevnd fyri røktarheimini í kommununi metir um tín tørv á røkt og búplássi. Á upptøkufundi viðger upptøkunevndin allar borgarar, sum hava søkt um búpláss og tillutar tøk pláss til teir borgarar, sum upptøkunevndin metir hava størsta tørvin.

Upptøkunevndin tekur avgerð um, hvør fær tillutað búpláss, við støði í tínari umsókn, tørvsmetingini, sum visitator hevur gjørt, og møguliga øðrum viðkomandi upplýsingum um tína støðu. Tillutanin av búplássum er tengd at plássunum, sum eru tøk. Upptøkunevndin ger av, hvørjum bústovni, tú fært bjóðað búpláss á.

Upptøkunevndin hevur seks limir. Hesi eru Heilsu- og umsorganarstjórin, teir tríggir eindarleiðararnir í Heilsu- og umsorganartænastuni, deildarleiðarin fyri heimatænastuna og deildarleiðarin fyri heimasjúkrarøktarfrøðingarnar. Umframt hesi er visitator altíð við á upptøkufundinum og lýsir málini og leggur tey fyri nevndina. Ein fulltrúi í Heilsu-og umsorganartænastuni er skrivari í nevndini.

Fastur upptøkufundur er einaferð um mánaðin. Nevndin heldur eyka upptøkufund, um tað gerst neyðugt.

Lógin um heimatænastu, eldrarøkt v.m (logir.fo)

Hvørjar aðrar møguleikar havi eg?

Um tú ert eldri og ert útgreinað fyri demenssjúku, og ger hetta tín bústað óhóskandi at búgva í, ber í summum førum til at tillaga bústaðin, soleiðis at bústaðurin hóskar til tín tørv.

Í summum førum ber eisini til at lætta um gerandisdagin við hjálpartólum. Almannaverkið veitir hesa tænastu, og tú kanst kunna teg nærri umvegis leinkjuna niðanfyri.

Okkara ergoterapeuttoymi kann hjálpa tær við at meta um møguleikan fyri bústaðartillaging og at søkja um at seta tillagingarnar í verk. Tað er tí eitt gott hugskot at kunna teg nærri á okkara síðu um ergoterapi.

Ert tú fólkapensjonistur og hevur tørv á støðugari hjáveru og røkt, kanst tú eisini velja at søkja um stuðul til at verða ansað heima. Fylg leinkjuni niðanfyri fyri at kunna teg nærri um hendan møguleikan.

Almannaverkið – Hjálpartól og bústaðartillagingar (av.fo)

Ansa eldri og óhjálpnum heima

Hvussu long er bíðitíðin?

Sambært lógini tillutar Tórshavnar kommuna búplássini eftir tørvi og ikki eftir uppskrivingardegi. Av tí, at tað skjótt kann broytast, hvør hevur mest átrokandi tørvin, er tað trupult at siga, hvør neyva bíðitíðin er.

Í løtuni eru eingi búpláss tøk í Tórshavnar kommunu, og tú mást tí rokna við bíðitíð.

Heilsu- og umsorganartænastan er tó farin undir fleiri byggiverkætlanir: Ein nýggjur umlættingardepil er í gerð, Tjarnargarður verður um- og útbygdur og vit arbeiða eisini við at byggja eitt nýtt røktarheim. Hetta merkir, at fleiri búpláss verða tøk, og hetta verður helst fyrst í 2021

Lógin um heimatænastu, eldrarøkt og annað (logir.fo)

Hvønn leiklut hava tey avvarðandi?

Tá tú flytur inn á eitt røktarheim, er búrúmið at rokna sum títt nýggja heim. Her kunnu tú og tíni avvarðandi óbroytt halda fast í tykkara samveru í gerandisdegnum.

Ynskiligt er, at tíni avvarðandi taka lut í gerandisdegnum sum mest, og at tey geva sítt íkast til tað sosiala lívið hjá búfólkunum og felagsskapin á deildini. Hetta økir um lívsgóðskuna og trivnaðin hjá tær.

Tá tú hevur ørindi uttan fyri heimið, eru tað tíni avvarðandi, sum fylgja tær ella fara fyri teg.

Kostnaður fyri búpláss til fólk við demenssjúku

PENSJÓN

At búgva á eldrabústovni er fíggjarliga javnsett við at búgva heima. Tað vil siga, at tú sum fólkapensjonistur fært fólkapensjón og samhaldsfasta eftirløn. Av hesum veitingum og aðrari inntøku rindar tú fyri vistarhald og tænastur á bústovninum.

Tá tú býrt á einum eldrabústovni, fært tú pensjón sum stakur pensjonistur. Hesa pensjónsupphædd fært tú uttan mun til, um tú ert gift ella støk. Útgjaldið er sostatt líka fyri øll.

VISTARHALD OG TÆNASTUR

Øll búfólk rinda eitt mánaðarligt gjald fyri vistarhald og tænastur. Vistarhald fevnir um húsaleigu, olju, el, mat, felagsútreiðslur o.t. Tænastur fevnir m.a. um røkt og praktiska hjálp.

Gjaldið er ásett sambært galdandi kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a. seinast broytt 30. januar 2023, og tekur fyrilit fyri, hvussu høg tín inntøka er.

Kunngerð um gjald fyri eldrarøkt (logir.fo)

Brúkaragjøld í Tórshavnar kommunu

Hvussu fái eg greiðu á mínar møguleikar?

Ynskir tú at flyta inn á eitt búpláss og vilt hava greiðu á, hvørjar møguleikar tú hevur, kanst tú venda tær til Heilsu- og umsorganartænastuna. Ring á tel. 30 20 00 ella send okkum ein teldupost til heilsuhusid@torshavn.fo. Vit hava opið mánadag til hósdag kl. 8.00 - 15.30 og fríggjadag kl. 8.00 - 15.

Ein visitator í Heilsu- og umsorganartænastuni hjálpir tær við at meta um tín tørv og tínar møguleikar. Møguleikin fyri at fáa veitt eitt búpláss byggir á eina samrøðu við teg og tíni nærmastu. Tá lýsa og skjalprógva vit tínar førleikar og møguliga tín tørv á røkt.

Ansa eldri og óhjálpnum heima

Tú kanst søkja um at ansa einum eldri borgara í sínum heimi. Samsýningin er 10.789 kr. um mánaðin, umframt eftirløn.

Treytin er, at tú ert før fyri at átaka tær uppgávuna, og at tann, sum skal ansast, er yvir 67 ár og hevur tørv á støðugari hjáveru og røkt. Tørvur á støðugari røkt og hjáveru merkir, at viðkomandi hevur tørv á hjálp, støðugari røkt og hjáveru alt samdøgrið.

Heilsu- og umsorganartænastan tekur støðu til, hvørt ansing er rætta tilboðið til viðkomandi. Tú kanst fáa meira at vita um hendan møguleikan á okkara síðu um ansing av eldri og óhjálpnum heima.

Ansa eldri og óhjálpnum heima

Finn búpláss til fólk við demenssjúku á korti

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar búpláss til fólk við demenssjúku eru staðsett í kommununi. Ynskir tú at finna eitt búpláss nærindis tínum bústaði, kanst tú skriva tín bústað í leititeigin á kortinum.

Vilt tú vita meira um heimini til fólk við demenssjúku, kanst tú trýsta á frámerkini á kortinum. So sært tú upplýsingar um hentleikar, pláss, matskipan, kostnað og annað.

Heilsuhúsið
Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag8-15.30
Fríggjadag8-15.00