Navnakapping fyri røktarheimið á Stórubrekku

Hvussu skal nýggja røktarheimið á Stórubrekku eita? Tórshavnar kommuna bjóðar øllum at senda inn navnauppskot. Vit lata 3.000 krónur í virðisløn fyri besta hugskotið. Freistin at senda inn uppskot er 5. november 2026.

Vit leita eftir einum navni, sum ljóðar væl og hóskar til heimið og virksemið har. Send okkum títt uppskot og eina stutta grundgeving niðanfyri. 

Uppskotini og grundgevingarnar verða løgd fyri dómsnevnd, sum síðan letur Heilsu- og eldranevndini tilmæli við talmerki fyri hvørt uppskot – tað vil siga uttan upplýsingar um, hvør eigur navnauppskotini. Á hesum grundarlagi velur Heilsu- og eldranevndin besta uppskotið. 

Hava fleiri sent inn sama navnauppskot, kastar nevndin lut um, hvør fær virðislønina.

Tórshavnar kommuna tilskilar sær rætt til ikki at nýta vinnandi uppskotið.

 

Tínar dátur
Navnauppskot og grundgeving
Dátusamtykki
Fyri at vit skulu kunna brúka títt uppskot, noyðist tú at loyva okkum at viðgerða dáturnar, tú hevur latið okkum.

 



Heilsu- og umsorganartænastan
Heilsu- og umsorganartænastan
Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15