Hjálp í gerandisdegnum


Leitar tú eftir eldrabúplássi?

Á síðu okkara um búpláss við umsorgan og røkt kanst tú lesa alt um, hvussu tú finnur eitt eldrabúpláss, og hvussu tú søkir.

Har kanst tú eisini lesa um møguleikarnar fyri at verða ansað heima og um møguleikarnar fyri at fáa hjálp til at tillaga tín bústað, soleiðis at bústaðurin hóskar til tín tørv og tínar førleikar.

Búpláss við røkt og umsorgan

Nýtt røktarheim á Stórubrekku
Umsorgan og røkt
Nýtt røktarheim á Stórubrekku

Tórshavnar kommuna byggir nýtt Røktarheim á Stórubrekku. Talan er um eitt stórt heim við fleiri minni, samanbygdum húsum í ymsum hæddum og rætningum. Heimið fer at hava 64 búpláss, 16 røktaríbúðir og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi.

Flyt bústað á Vanganum
Talgild sjálvgreiðsla
Flyt bústað á Vanganum

Skalt tú flyta til Tórshavnar kommunu, flyta innanhýsis í kommununi ella flyta til land uttanfyri Norðurlond? Nú kanst tú avgreiða flytingina á Vanganum. Á Vanganum kanst tú eisini flyta fyri annan borgara. Les her, hvussu tú gert. 

Søk vegna annan borgara á Vanganum
Talgild sjálvgreiðsla
Søk vegna annan borgara á Vanganum

Hevur tú foreldur, sum ikki eru von at brúka Vangan? Nú ber til at søkja um tænastur frá Tórshavnar kommunu vegna borgarar, sum ikki eru vanir ella førir fyri at brúka talgildar tænastur.

Heilsu- og umsorganartænastan
Heilsu- og umsorganartænastan
Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15