Ansa eldri og óhjálpnum heima
Tú kanst søkja um samsýning at ansa einum eldri og óhjálpnum borgara heima við hús. Endamálið við samsýningini er at tryggja, at tann óhjálpni kann fáa støðuga røkt og hjáveru í heiminum heldur enn at fara á røktarheim. Niðanfyri sært tú, hvussu tú søkir samsýningina, og hvør kann gerast ansari.
Rita inn við Samleikanum. Tú fært eina móttøkukvittan sendandi til tína MínBoks, tá tú hevur søkt. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tá ið tú søkir umvegis Vangan, kanst tú kunna teg um journalnummarið og støðuna á málinum á veitarasíðuni.
Treytin fyri at gerast ansari er, at tú ert før fyri at átaka tær uppgávuna sum ansari. Tú noyðist ikki at vera beinleiðis í familju við tann, sum tørvar ansing. Bæði menn og kvinnur kunnu gerast ansarar. Heilsu- og umsorganartænastan metir um, hvørt tú ert før fyri at røkja uppgávuna sum ansari.
Vanliga fellur heimahjálpin burtur, tá samsýningin fyri ansing verður játtað. Tann óhjálpni kann tó vera í dagtilboði í upp til 20 tímar um vikuna.
Vilt tú vera ansari, kanst tú ikki hava annað stórvegis arbeiði, sum er lønt. Hevur tú annað lønt starv, kann tað í mesta lagi vera 20 tímar um vikuna. Hevur tú arbeiði aftrat ansingini, mást tú tryggja tær, at onnur eru í húsunum, sum kunnu vera um tann óhjálpna, meðan tú ert til arbeiðis.
Tú hevur rætt til at halda frí tilsamans fimm vikur um árið, og tú noyðist tá sjálv at finna ein avloysara, sum eisini kann fáa útgoldið samsýning. Avloysarin skal lúka somu treytir sum tú fyri at gerast ansari.
Ansingarsamsýningin er 10.789 krónur um mánaðin umframt eftirløn. Inntøkan er skattskyldug.
Tú søkir samsýningina á Vanganum. Rita inn við tínum Samleika. Get gætur, at tann óhjálpni skal vátta, at hann ynskir at vera ansaður.
Tá ið vit hava móttikið tína umsókn, kemur ein visitator á vitjan í heiminum hjá tí óhjálpna og hevur eina samrøðu við tann óhjálpna og teg. Visitatorurin ger síðan eina heildarmeting av støðuni, sum vit taka støði í, tá ið vit skulu gera av, hvørt vit kunnu játta tær samsýningina.
Játta vit samsýningina, veita vit samsýningina frá tí degi, avgerðin er tikin. Tú skalt rokna við, at viðgerðin tekur millum fýra til seks vikur. Tú fært svar, tá vit hava viðgjørt tína umsókn. Vit gera nýggja meting hvørt ár og taka støðu til, um ansingaravtalan skal halda áfram.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði tryggari og skjótari. Á vangasíðu tínari fært tú harafturat fylgt við í viðgerðargongdini.
Hevur tú tørv á fleiri upplýsingum, kanst tú venda tær til Heilsu- og umsorganartænastuna við at ringja á telefon 30 20 00 ella senda ein teldupost til heilsuhusid@torshavn.fo.
Telefonin svarar mánadag til hósdag frá klokkan 8 til 15.30 og fríggjadagar klokkan 8 til 15.
Les meira um ansingartilboðið í faldara okkara:
Fært tú av onkrari orsøk ikki brúkt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsóknina niðanfyri og senda okkum hana til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn.
Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um samsýning til at ansa eldri og óhjálpnum heima« í evnisteigin.