Eg vil broyta ella avlýsa heimahjálp

Tú kanst broyta ella avlýsa heimahjálp, fert tú til dømis at ferðast, ella tí tær ikki tørvar hjálpina longur. Tú kanst eisini biðja um meira heimahjálp.



Broyt ella avlýs heimahjálp
Varandi broytingar av heimahjálpini

Broytast tínir førleikar, soleiðis at tú hevur tørv á meira ella minni hjálp, skalt tú venda tær til Visitatiónina. Ring gerandisdagar millum klokkan 8 og 14 til Heilsu-og umsorganartænastuna á telefon 30 20 10 og bið um Visitatiónina.

Fyribils broytingar av heimahjálpini

Vilt tú bara avlýsa onkra einkulta vitjan frá heimahjálpini, tí tú ikki ert heima, skalt tú ringja til Heilsu- og umsorganartænastuna gerandisdagar millum klokkan 8-15.30 á telefon 30 20 10 og biða um samskiparan hjá heimahjálpini.

Er tað eftir klokkan 15.30 ella í vikuskiftinum, ber til at ringja á vakttelefonina hjá heimahjálpini á telefon 79 31 21 ella 79 31 61.

Hvørja heimahjálp hoyri eg til?

Ivast tú í, hvat fyri heimahjálpartoymi tú hoyrir til, og hvussu tú fært samband við heimahjálpina, kanst tú síggja tað á síðu okkara »Samband við kommunalu heimarøktina«.

Samband við kommunalu heimarøktina

Heilsu- og umsorganartænastan
Heilsu- og umsorganartænastan
Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15