Lurta

Søk um hjálpartól ella bústaðartillaging

Hevur tú ella barn títt niðursettan førleika, og er tín bústaður vorðin óhóskandi at búgva í, ber í summum førum til at tillaga tín bústað, so hann hóskar til tín tørv. Í summum førum ber eisini til at lætta um gerandisdagin við hjálpartólum.

Ert tú fólkapensjonistur í Tórshavnar kommunu, kann ergoterapeuttoymið í Heilsu- og umsorganartænastuni hjálpa tær við at meta um tín tørv og geva tær leiðbeining, tá tú skalt søkja um hjálpartól ella bústaðartillaging frá Almannaverkinum.

Søk um vegleiðing til hjálpartól ella bústaðartillaging

Rita inn við tínum Samleika. Minst til at viðmerkja í umsóknini, at tú ynskir hjálp og vegleiðing til hjálpartól ella bústaðartillaging. Tú fært svar, tá vit hava viðgjørt tína umsókn.

Almannaverkið veitir hjálpartól og stuðul til bústaðartillaging. Kunna teg nærri á heimasíðuni hjá Almannaverkinum umvegis leinkið niðanfyri.

Hjálpartól, bilur og bústaðartillagingar (av.fo)



Hjálpartól ella bústaðartillaging – hvussu geri eg?
Tosa við ein ergoterapeut

Ert tú fólkapensjonistur, og ivast tú í, hvat er best fyri teg, ella hvussu tú skalt bera teg at við at fáa hjálp, kanst tú fyrst og fremst venda tær til ergoterapeuttoymið í Tórshavnar kommunu.

Ergoterapeutarnir kunnu millum annað hjálpa tær við at:

  • meta um tín tørv á hjálpartólum og bústaðartillaging
  • útgreina tínar møguleikar fyri hjálp; til dømis greiða tær frá ymisku sløgunum av hjálpartólum
  • hjálpa tær at søkja um hjálpartól
  • hjálpa tær at søkja um bústaðartillaging
  • vegleiða teg í at seta bústaðartillagingarnar í verk
  • vegleiða teg og tíni avvarðandi í at nýta hjálpartólini
Hvussu søki eg um leiðbeining og hjálp?

Tú kanst søkja um vegleiðing til hjálpartól og bústaðartillaging við at fylla út umsóknarskjalið »Søk um ergoterapi« á Vanganum.

Søk um vegleiðing til hjálpartól ella bústaðartillaging

Rita inn við tínum Samleika. Minst til at viðmerkja í umsóknini, at tú ynskir hjálp og vegleiðing til hjálpartól ella bústaðartillaging. Tú fært svar, tá vit hava viðgjørt tína umsókn.

Hvat hendir, tá eg havi søkt?

Tá tú hevur søkt um hjálp og vegleiðing til hjálpartól ella bústaðartillaging, setur ein ergoterapeutur seg í samband við teg. Saman við tær gera vit eina førleikametan og meta um tín tørv á hjálpartólum ella bústaðartillaging.

Samstundis ráðgeva vit og meta um, hvørt tú kanst megna gerandisuppgávur og kropsligar avbjóðingar, ella um tørvur er á øðrum ergo- ella fysioterapeutiskum tilboðum frá Heilsu- og umsorganartænastuni.

Tilboðini, sum ergo- og fysioterapeuttoymini kunnu veita, eru hesi:

  • Meting og ráðgeving
  • Rehabilitering
  • Endurvenjing sum einstaklingavenjing
  • Endurvenjing í bólki
  • Fyribyrgjandi venjing í FIMI

Hevur tú spurningar til okkara, kanst tú ringja til móttøkuna í Heilsuhúsinum á tel. 30 20 00 og spyrja eftir einum ergoterapeuti. Telefonin svarar mánadag til hósdag kl. 8-15.30 og fríggjadag kl. 8-15.

HEILSUHÚSIÐ

Brekkutún 1
188 Hoyvík

Tel. 30 20 00
heilsuhusid@torshavn.fo


Vitja síðurnar hjá ymisku tilboðunum fyri at kunna teg nærri um tænasturnar. Nýt leinkini niðanfyri.

Førleikameting og ráðgeving

Rehabilitering

Endurvenjing sum einstaklingavenjing

Endurvenjing í bólki

Fyribyrgjandi venjing í FIMI

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsóknarskjalið niðanfyri og senda tað til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata tað inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn.

Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, mást tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um vegleiðing til hjálpartól ella bústaðartillaging« í evnisteigin.

Umsókn um vegleiðing til hjálpartól ella bústaðartillaging

Yvirskipað um hjálpartól og bústaðartillaging
Hvør kann søkja um hjálpartól?

Tú kanst søkja um hjálpartól, um tú ella títt barn hevur niðursettan førleika orsakað av likamligum ella sálarligum breki ella varandi sjúku.

Almannaverkið kann játta stuðul, um hjálpartólini:

  • eru neyðug fyri at vera í arbeiði
  • munandi bøta um varandi avleiðingarnar av sjúkuni ella brekinum
  • munandi lætta um gerandisdagin í tínum heimi

Tú kanst lesa nærri um treytirnar á heimasíðuni hjá Almannaverkinum og í § 18 b í lógini um almannatrygd og tænastur.

Almannaverkið - Hjálpartól, bilur og bústaðartillagingar (av.fo)

Lógin um almannatrygd og tænastur (logir.fo)

Hvør kann søkja um bústaðartillaging?

Tú kanst søkja um stuðul til bústaðarbroytingar, um tínir likamligu ella sálarligu førleikar eru munandi ella varandi avmarkaðir. Treytin er, at broytingin er neyðug fyri at gera bústaðin betri egnaðan hjá tær at vera í.

Stuðulin til bústaðarbroyting fevnir bara um neyðugar broytingar, so sum at skipa fyri serligum atkomuviðurskiftum og at laga umstøðurnar til serlig hjálpartól, til dømis til lyftur, koyristólar og tílíkt.

Tú kanst kunna teg nærri um treytirnar og møguleikarnar á heimasíðuni hjá Almannaverkinum og í § 18 e í lógini um almannatrygd og tænastur.

Almannaverkið - Hjálpartól, bilur og bústaðartillagingar (av.fo)

Lógin um almannatrygd og tænastur (logir.fo)

Samband

Hevur tú spurningar um hjálpartól ella bústaðartillagingar, kanst tú fáa persónliga vegleiðing við at seta teg í samband við Almannaverkið. Tú finnur sambandsupplýsingarnar á heimasíðuni hjá Almannaverkinum. Minst til at hava P-tal og møguligt málsnummar klárt.

Ert tú fólkapensjonistur kanst tú fáa persónliga vegleiðing við at søkja um ergo- ella fysioterapi á Vanganum. Tá ið tú hevur fylt út umsóknarblaðið seta vit okkum í samband við teg. Saman við tær meta vit um tín tørv á bústaðartillaging og meta um, um tú hevur tørv á øðrum ergo- ella fysioterapeutiskum tilboðum frá Heilsu- og umsorganartænastuni.

Hevur tú spurningar, ella ivast tú, kanst tú ringja til móttøkuna í Heilsuhúsinum á tel. 30 20 00 og spyrja eftir einum ergoterapeuti. Telefonin svarar mánadag til hósdag kl. 8 – 15.30 og fríggjadag kl. 8 - 15.

HEILSUHÚSIÐ

Brekkutún 1
188 Hoyvík

Tel. 30 20 00
heilsuhusid@torshavn.fo