Lurta

Parkeringsloyvi til rørslutarnað

Ert tú avlamin, illa gongd, ella hevur tú varandi niðursett virkisføri, kanst tú søkja um parkeringsloyvi til rørslutarnað.

Tú finnur umsóknarblað, vegleiðing og treytir á heimasíðuni hjá MEGD.

Gev gætur, at tú kanst ikki fáa bæði parkeringsloyvi til rørslutarnað og vanligt parkeringsloyvi í Tórshavnar kommunu. Hetta kemst av, at parkeringspláss til rørslutarnað hava onnur rættindi sambært aðrari lóggávu.

MEGD – Parkeringskort (verður umsitið av MEGD)