Samband við kommunalu heimarøktina 

Heimarøktin er býtt í fýra toymir, ið røkja hvør síni økir í kommununi. Tú sært økini, telefontíðirnar og telefonnummurini niðanfyri. Tú sært eisini sambandsupplýsingarnar hjá heimasjúkrarøktini.

Gev gætur, at heimatænastan veitir ikki bráðfeingistænastu. Tørvar tær til dømis læknahjálp uttanfyri vanliga arbeiðstíð, skalt tú ringja til læknavaktina á telefon 1870.



Samband til heimarøkt og heimasjúkrarøkt
Hvørja heimarøkt hoyri eg til?

Býrt tú í Tórshavnar kommunu, hoyrir tú til eitt av fýra toymum, ið vara av hvør sínum øki í kommununi. Økini eru hesi:

  • Eysturbýurin, Hoyvík og Hvítanes
  • Vesturbýurin, Argir, Norðradalur, Kirkjubø og Velbastað
  • Nólsoy
  • Kollafjørður og Kaldbak

Niðanfyri sært tú telefonnummur og telefontíðir hjá einstøku toymunum.

Heimarøktin í vesturbýnum, Argjum, Kirkjubø, Velbastað og Syðradali

Samskipararnir hjá heimahjálpini eru at hitta gerandisdagar frá klokkan 9 til 15.30. Aftaná klokkan 15.30 gerandisdagar, og í vikuskiftunum, fært tú samband við vakttelefonina, ið svarar til klokkan 23.

 

Heimarøktin í vesturbýnum, Argjum, Norðradali, Kirkjubø og Velbastað

Mánadag til fríggjadag kl. 9-15.30: Tel. 30 20 10 (samskiparar)

Mánadag til fríggjadag kl. 15.30-23: Tel. 79 31 21 (vakttelefon)

Leygardag og sunnudag kl. 7.30-23: Tel. 79 31 21 (vakttelefon)

Heimarøktin í eysturbýnum, Hoyvík og Hvítanes

Samskipararnir hjá heimahjálpini eru at hitta gerandisdagar frá klokkan 9 til 15.30. Aftaná klokkan 15.30 gerandisdagar, og í vikuskiftunum, fært tú samband við vakttelefonina, ið svarar til klokkan 23.

 

Heimarøktin í eysturbýnum, Hoyvík og Hvítanes

Mánadag til fríggjadag kl. 9-15.30: Tel. 30 20 10 (samskiparar)

Mánadag til fríggjadag kl. 15.30-23: Tel. 79 31 61 (vakttelefon)

Leygardag og sunnudag kl. 7.30-23: Tel. 79 31 61 (vakttelefon)

Heimarøktin í Kollafirði og Kaldbak

Tú fært fatur á heimatænastuni í Kollafirði og Kaldbak gerandisdagar klokkan 8-16 á telefon 79 31 80.

Svarar telefonin ikki, kanst tú ringja til Sambýlið í Kollafirði á telefon 42 12 49.

Heimarøktin í Nólsoy

Heimahjálpin í Nólsoy svarar gerandisdagar klokkan 8-14 og klokkan 18-22 á telefon 79 31 37.

Kvøld og vikuskifti

Hevur tú átrokandi boð til heimarøktina um kvøldarnar ella seinnapartar aftaná klokkan 15.30, fært tú samband við vakttelefonirnar hjá heimatænastutoymunum. Tú sært nummurini niðanfyri.

Gev gætur, at heimatænastan veitir ikki bráðfeingistænastu. Hevur tú til dømis tørv á læknahjálp uttanfyri vanliga arbeiðstíð, skalt tú ringja til læknavaktina á telefon 1870.

 

Heimarøktin í vesturbýnum, Argjum, Kirkjubø, Velbastað og Syðradali

Tel. 79 31 21 (kl. 15.30-23)

Heimarøktin í eysturbýnum, Hoyvík og Hvítanes

Tel. 79 31 61 (kl. 15.30-23)

Sjúkrarøktarfrøðingurin

Tel. 79 31 99 (kl. 15-7)

Heimasjúkrarøktin

Heimasjúkrarøktarfrøðingarnir eru at hitta gerandisdagar klokkan 13-14. Aftaná klokkan 15 gerandisdagar, fært tú fatur á vakttelefonini, har tú kanst geva sjúkrarøktarfrøðinginum boð. Í vikuskiftunum og halgidagar svarar vakttelefonin frá klokkan 8-7. 

Gerandisdagar er sostatt eingin telefontíð frá klokkan 7 til 13 og klokkan 14 til 15. Í vikuskiftunum er eingin telefontíð millum klokkan 7 og 8 um morgunin. 

 

Sjúkrarøktarfrøðingurin

Mánadag til fríggjadag kl. 13-14: Tel. 79 31 99

Mánadag til fríggjadag kl. 15-7: Tel. 79 31 99 (vakttelefon)

Leygardag og sunnudag kl. 8-7: Tel. 79 31 99 (vakttelefon)

Viðgerðarstovan í Brekkutúni

Viðgerðarstovan í Brekkutúni

Brekkutún 1
188 Hoyvík

Tel. 30 20 00

Heilsu- og umsorganartænastan
Heilsu- og umsorganartænastan
Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15