Serflutningur til rørslutarnað

Ert tú rørslutarnað og nýtir koyristól, hevur tú møguleika fyri at heita á bussin til rørslutarnað hjá Tórshavnar kommunu. Tú skalt góðkennast sum brúkari, áðrenn tú kanst nýta serflutningstænastuna.


Tú søkir á Vanganum. Rita inn við Samleikanum. Tú fært eina kvittan sendandi frá okkum til tína MínBoks, tá ið tú hevur søkt. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.



Um serflutningstænastuna
Hvønn er serflutningstænastan ætlað til?

Endamálið við serflutningsskipanini er at veita flutningsmøguleikar til fólk, ið bera brek, eru bundin av koyristóli ella eru so mikið tarnað, at tey ikki kunnu nýta almenn flutningstól, ella um tey hava tørv á flutningi í avmarkaða tíð.

Skipanin fevnir ikki um sjúkraflutning.

Er tað eitt krav, at eg havi koyristól?

Ja. Av trygdarávum hava vit sum krav, at tú situr í einum koyristóli, sum hevur trygdarbelti, og sum kann spennast fastur inni í bussinum. Almannaverkið avger, um tú hevur rætt til koyristól.

Hvussu søki eg um góðkenning sum brúkari?

Tú skalt góðkennast sum brúkari, áðrenn tú kanst nýta serflutningstænastuna. Hetta søkir tú um á Vanganum. Tá ið tú søkir, verður tú millum annað biðin um at greiða frá tínum tørvi á serflutningi, atkomumøguleikarnar til tíni hús og hvussu stóran tørv tú hevur á serflutningshjálp.

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Hvat hendir, tá ið eg havi søkt?

Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu tekur støðu til tína umsókn og ger av, um vit kunnu játta tær serflutning. Ert tú rørslutarnað og hevur koyristól við trygdarbeltum, og er atkoman til tíni hús í lagi, játta vit tína umsókn. Eru ivamál, setir eitt starvsfólk í Heilsu- og umsorganartænastuni seg í samband við teg fyri at fáa greiðu á ivamálunum.

Vit svara tær á Vanganum og í MínBoks, tá ið vit hava viðgjørt tína umsókn.

Hvussu long er viðgerðartíðin?

Tað tekur umleið eina viku at viðgera eina umsókn. Vit svara tær á Vanganum og í MínBoks, tá ið vit eru liðug at viðgera tína umsókn.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Hevur tú av onkrari orsøk ikki møguleika fyri at nýta Vangan og Samleikan, kanst tú nýta umsóknarskjalið niðanfyri og senda tað til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata umsóknina inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Havn.

Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um góðkenning til serflutningstænastu« í evnisteigin.

Umsókn um serflutning til rørslutarnað

Soleiðis virkar serflutningstænastan
Hvussu koyrir bussurin?

Bussurin koyrir í vanligari arbeiðstíð allar yrkadagar frá klokkan 9 til 16. Bussurin koyrir tó ikki í døgurðatímanum. Tú kanst eisini nýta bussin sum hýruvogn um kvøldið og í vikuskiftinum.

Hvat kostar busskoyringin?

Busskoyringin er ókeypis yrkadagar frá klokkan 9 til 16.

Um kvøldarnar og í vikuskiftum kanst tú nýta bussin sum hýruvogn í Tórshavnar kommunu. Gjaldið fyri tílíkar túrar er sum fyri vanligan hýruvogn. Tað vil siga, at lægsta gjaldið er 100 krónur.

Túrar uttan fyri vanliga arbeiðstíð yrkadagar skulu bíleggjast áðrenn klokkan 14 og til vikuskifti áðrenn klokkan 13.30 fríggjadag.

Møguligir leigutúrar til aðra kommunu kosta 450 krónur fyri hvønn tíma hvønn vegin + mvg.

Hvussu bíleggi eg ein túr?

Tá vit hava játtað tær serflutningstænastu, ringir tú á telefon 30 21 00 fyri at bíleggja túr. Yrkadagar skalt tú bíleggja koyring í seinasta lagi dagin fyri millum klokkan 9 og 16.

Bussurin stendur á Sløkkiliðsstøðini á Oyggjarvegnum.

Hvat krevst fyri at nýta bussin?

Bussførarin hjálpir tær í og úr bussinum, um tú situr klár innan fyri úthurðina. Er trappa niðan til húsini, er neyðugt við hjálpartóli, sum lyftu ella rampu, sum tú kanst fáa við at venda tær til Almannaverkið:

Almannaverkið

Staravegur 18
100 Tórshavn

Tel. 36 00 00
av@av.fo

Almannaverkið (av.fo)

Kann eg taka hjálparfólk við mær í bussin?

Ja, tú kanst taka hjálparfólk við tær ókeypis.

Kunnu rørslutarnað úr øðrum kommunum nýta bussin?

Ja, rørslutarnað úr øðrum kommunum, ið eru góðkendir brúkara og stødd í Tórshavnar kommunu, kunnu nýta bussin. Hetta er treytað av, at gjaldsavtala við tína bústaðarkommunu er gjørd frammanundan.

Hvørjar aðrar møguleikar havi eg?
Stuðul til bil frá Almannaverkinum

Lýkur tú ávísar treytir, kanst tú søkja um stuðul til at keypa tær ein bil. Tú kanst lesa nærri um hendan møguleikan á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.

Almannaverkið – Hjálpartól, bilur og bústaðarbroytingar (av.fo)

Stuðul til serligan útbúnað til bil

Í ávísum førum kanst tú søkja um stuðul til serligan bilútbúnað. Eisini um tú hevur vanligan bil. Kunna teg nærri um møguleikarnar og treytirnar á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.

Almannaverkið – Hjálpartól, bilur og bústaðarbroytingar (av.fo)

Heilsu- og umsorganartænastan
Heilsu- og umsorganartænastan
Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15