Tørvar tær heimarøkt?
Tørvar tær persónliga ella handaliga hjálp, kanst tú søkja Heilsu- og umsorganartænastuna um varandi ella tíðaravmarkaða heimahjálp. Kunna teg nærri um møguleikarnar niðanfyri.
Tú kanst fáa heimarøkt, megnar tú ikki, ella hevur tú trupult við, at taka tær av tíni persónligu røkt og handaligum uppgávum heima. Heimarøktin kann til dømis hjálpa tær við at vaska klæðir, bíleggja vørur, borðreiða ella skifta á songini.
Okkara avgerð um at veita hjálp byggir á eina samrøðu, sum ein visitator hevur við teg. Út frá samrøðuni lýsa vit og skjalprógva vit tínar førleikar og tín tørv á hjálp. Vit veita tær sostatt heimarøktina við støði í tínum tørvi, og tí ber ikki til at siga frammanundan, hvørja hjálp tú fært.
Ert tú fólkapensjonistur, er tað Heilsu- og umsorganartænastan, sum veitir hjálpina. Ert tú yngri enn 67 ár, er tað Almannaverkið, sum metir um tín tørv á endurvenjing, meðan Heilsu- og umsorganartænastan veitir tær persónliga heimarøkt í tøttum samstarvi við Almannaverkið.
Tíðaravmarkað heimarøkt er til tín, sum tørvar persónliga ella handaliga hjálp vegna sjúku, og sum væntar at gerast sjálvhjálpin aftur. Vit veita heimarøktina við støði í tínum førleikum og í teimum funktiónum, sum hava týdning fyri teg. Røktin er sostatt eitt samstarv millum teg og okkum við tí endamáli, at tú eftir heimarøktina fært klárað teg við minni ella ongari hjálp.
Tíðaravmarkaða heimarøktin er skipað soleiðis, at ein ergo- ella fysioterapeutur kemur á heimavitjan hjá tær. Saman seta tit mál fyri, hvussu tú við venjing kanst koma fyri teg. Venjingin kann til dømis skipast soleiðis, at tú saman við okkum venur teg at lata teg í sjálv, smyrja breyð ella at gerast gongufør aftur.
Varandi heimarøkt er til tín, sum ikki megnar, ella lutvíst megnar, at taka tær av tíni persónligu røkt í gerandisdegnum og tí tørvar varandi heimarøkt fyri at fáa ein góðan gerandisdag. Endamálið við heimarøktini er at hjálpa tær at vera so sjálvbjargin, sum gjørligt.
Ein visitator kemur heim til tín og ger eina meting av tínum tørvi á hjálp og røkt, áðrenn vit byrja at veita tær tænastuna. Hjálpin og røktin eru tengd at tínum tørvi og kann til dømis vera hjálp til persónligt reinføri, matgerð, at vaska klæði, at reiða song upp og hjálp við heilivági.
Vilt tú søkja um heimarøkt, kanst tú ringja ella senda ein teldupost til Heilsu- og umsorganartænastuna. Ring á telefon 30 20 00 (mánadag til hósdag klokkan 8-15.30, fríggjadag klokkan 8-15) ella send okkum ein teldupost til heilsuhusid@torshavn.fo.
Tá ið tú vendir tær til okkum, senda vit eina áheitan til ein visitator, sum setir seg í samband við teg. Saman við tær og tínum avvarðandi gera vit eina avtalu um heimavitjan. Undir heimavitjanini lýsa og skjalprógva vit tín tørv, tínar førleikar og tíni ynski. Saman meta vit um møguleikan fyri, at tú við venjing ella hjálpartólum kanst gerast meira sjálvhjálpin. Síðan leggja vit tíðaravmarkaðu heimarøktina til rættis í samráð við teg.
Tá ið heimarøktin er løgd til rættis, venur tú saman við starvsfólkum úr okkara toymi. Toymi okkara fevnir um ergoterapeutar, fysioterapeutar, sjúkrarøktarfrøðingar og starvsfólk úr heimarøktini.
Seinni meta vit um tín tørv á varandi heimarøkt.
Heimarøktin, vit veita, er altíð tengd at tínum tørvi og førleikum.
Ja. Gjaldið fyri heimarøktina er ásett sambært galdandi lógarkunngerð um heimatænastu og tekur fyrilit fyri, hvussu høg tín inntøka er. Tú sært upphæddirnar á síðu okkara um brúkaragjøld.
Vit veita okkara tænastu við tí fyri eyga at varðveita eitt virðiligt samskifti millum teg, tíni avvarðandi og okkara starvsfólk.
Í hesum sambandi mást tú gera tær greitt, at fært tú játtað heimarøkt frá okkum, verður títt heim samstundis okkara arbeiðspláss. Vit ynskja, at starvsfólk okkara skulu hava góðar arbeiðsumstøður, soleiðis at tey eru arbeiðsfør í so nógv ár sum gjørligt. Tí kanna vit títt heim, áðrenn vit seta heimarøktina í gongd. Hetta er fyri at tryggja okkum, at vit kunnu veita okkara tænastu undir tryggum umstøðum fyri teg og starvsfólk okkara. Tað kann til dømis vera neyðugt at fáa til vaga ymisk hjálpartól ella gera broytingar í heiminum, áðrenn vit sett heimarøktina í gongd.
Áðrenn tú kanst fáa heimarøkt, er somuleiðis umráðandi, at títt heim er reint og ruddiligt, soleiðis at tað er atkomuligt hjá okkara starvsfólkum at veita tær tænastuna.
Tú og tíni avvarðandi hava ábyrgdina av, at atkomuviðurskiftini uttandura eru í lagi. At atkomuviðurskiftini eru í lagi merkir millum annað, at nøktandi ljós er uttandura, at kavin er ruddaður og at túnið er saltað, tá tørvur er á tí.
Roykir tú, seta vit sum krav, at tú luftar væl út, áðrenn vit koma í heimið. Og at tú ikki roykir, meðan vit arbeiða.
Hevur tú húsdjór, skulu hesi vera í bandi, í búri ella í øðrum rúmi, meðan okkara starvsfólk eru inni, tí starvsfólk okkara kunnu hava ovurviðkvæmi ella vera bangin fyri djórum.
Í sambandi við at søkt verður um heimarøkt, ber í serligum føri til at søkja um reingerðartænastu.
Treytin fyri at fáa reingerðartænastu er broytt við samtykt í Tórshavnar kommunu í november 2023, soleiðis at tað bara eru borgarar, ið fáa umfatandi heimarøkt, ið kunnu fáa játtað reingerðartænastu.
Hvussu søki eg um reingerðartænastu?
Tá ið tú søkir um heimarøkt, kemur eitt starvsfólk frá Heilsuhúsinum heim til tín og metir um tín tørv á hjálp og røkt. Fært tú játtað umfatandi heimarøkt, vísir starvsfólkið á, at tú eisini kanst søkja um reingerðartænastu og útflýggjar tær eitt oyðublað.
Hvussu ofta gera tit reint?
Játta vit tær reingerðartænastuna, gera vit reint fyri teg triðju hvørja viku. Kostnaðurin er 178 krónur fyri hvørja reingerð.
Hvør kann søkja um reingerðartænastu?
Tað eru bara borgarar, sum hava fingið játtað umfatandi heimarøkt, sum kunnu fáa játtað reingerðartænastu.
Ert tú eldri og hevur niðursettan førleika, og ger hetta tín bústað óhóskandi at búgva í, ber í summum førum til at tillaga bústaðin, soleiðis at hann hóskar til tín tørv. Í summum førum ber eisini til at lætta um gerandisdagin við hjálpartólum. Kunna teg nærri um hesar møguleikar umvegis leinkini niðanfyri.
Ert tú fólkapensjonistur, kanst tú søkja um onnur tilboð frá Heilsu- og umsorganartænastuni. Les meira um hetta á síðu okkara um tørvsmett tilboð til fólkapensjónistar.
Les meira um heimarøktina í faldara okkara um Heimatænastuna.