BARNAVERNDARTÆNASTAN

Vaglið 11
100 Tórshavn

Tel. 30 20 60 | Kl. 9-15 | Yrkadagar

Tel. 21 60 12 | Kl. 15-9 | Vakttelefon

barnavernd@torshavn.fo

Leiðari Kristina Háberg
kristinah@torshavn.fo 

Sosiala deild 

Sosiala deild umsitur Barnaverndartænastuna í Tórshavnar kommunu og sosialar íbúðir í Tórshavnar kommunu. Niðanfyri kanst tú lesa meiri um, hvussu Barnaverndartænastan arbeiðir og um sosialu íbúðirnar hjá kommununi.

Ert tú í iva um eitthvørt, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost til barnavernd@torshavn.fo ella ringja á telefon 30 20 60 millum klokkan 9 og 15.



Barnaverndartænastan
Um Barnaverndartænastuna

Barnaverndartænastan virkar eftir løgtingslógini um barnavernd. Endamálið við lógini er at tryggja, at børn, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.

Niðanfyri kanst tú lesa, hvussu Barnaverndartænastan arbeiðir og hvørjum Barnaverndartænastan kann hjálpa við. Í arbeiði okkara í Barnaverndartænastuni leggja vit dent á at finna loysnir og fyriskipanir, sum eru best fyri barnið.

Tað hevur stóran týdning fyri barnið, at foreldur og Barnaverndartænastan samstarva, tí royndirnar vísa, at samstarv gevur barninum og familjuni munandi betri møguleikar.

Ert tú í iva um eitthvørt um barnavernd, ert tú altíð vælkomin at venda tær til Barnaverndartænastuna. Sambandsupplýsingar okkara finnur tú í vinstra bredda og niðast á hesari síðuni.

Løgtingslógin um barnavernd (logir.fo)

Hvørjum kann Barnaverndartænastan hjálpa við?

Ráðgeving og stuðul

Barnaverndartænastan kann veita ráðgeving og stuðul, um trupulleikar ella avbjóðingar eru í familjuni, sum ávirka trivnaðin hjá barninum.

Áðrenn vit seta hjálp ella fyriskipan í verk, ger sosialráðgevi okkara eina sosialfakliga meting. Sosialráðgevin ger síðan - í samstarvi við familjuna - eina ætlan fyri, hvør fyriskipan kann verða neyðug og gagnlig fyri barnið og familjuna sum heild.

Les meiri um fyriskipanir niðanfyri á hesari síðuni.

Málið er altíð at tryggja, at barnið trívist so væl sum til ber heima í tøttum samstarvi við tykkum sum foreldur.
Skipan av deildini

Barnaverndartænastan er skipað sum partur av Sosialu deild, ið hoyrir undir trivnaðarfyrisitingina í Tórshavnar kommunu.

Á Sosialu deild starvast hesir fakbólkar:

  • Deildarleiðari
  • Toymisleiðarar 
  • Sosialráðgevar
  • SSP-sosialráðgevar
  • Familjuráðgevar
  • Sálarfrøðingar
  • Fyrisiting
    • Fulltrúi
    • Málsviðgerðar/móttøka 

Kristina Háberg er deildarleiðari. 

Hvar heldur Barnaverndartænastan til?
  • Barnaverndartænastan heldur til á Vaglinum 11 í Tórshavn
  • Inngongdin er gjøgnum Snarskivuna
  • Barnaverndartænastan heldur til á 3. hædd
  • Barnaverndartænastan er skipað við egnari móttøku, sum er opin gerandisdagar frá klokkan 9 til 15
Hvussu fái eg samband við Barnaverndartænastuna?

Tú kanst venda tær til Barnaverndartænastuna soleiðis:

  • Ringja

    • Telefonin er opin gerandisdagar frá klokkan 9 til 15

      Tel. 30 20 60 (9-15 yrkadagar)
      Tel. 21 60 12 (15-9 allar dagar) | Vakttelefon 

  • Teldupost

  • Møta á deildini

    • Móttøkan er opin frá klokkan 9-15 allar gerandisdagar
    • Best er at avtala tíð áðrenn, um tú ynskir at tosa við tín sosialráðgeva, tí sosialráðgevin kann vera upptikin
Fráboðan er komin um títt barn | Hvat hendir nú?

Tá ein fráboðan verður send til Barnaverndartænastuna, merkir tað ikki altíð, at nakað álvarsligt er áfatt. Tað gevur Barnaverndartænastuni ein møguleika at kanna um barnið og familjan hava tørv á stuðli á hjálp. Hetta verður fyrst og fremst gjørt við at tosa við foreldrini. 

Ein fráboðan er eitt tekin um umsorgan fyri tykkara barn. Ein fráboðan kann hava sera stóran týdning fyri barnið og kann eisini vera ein kærkomin hjálp hjá tykkum sum familju.

Niðanfyri sært tú, hvussu málsgongdin er í einum barnaverndarmáli.

Foreldramyndugleikin

Tá Barnaverndartænastan bjóðar foreldrum til samrøðu, er tað fyrst og fremst tann, sum hevur foreldramyndugleikan, sum fær innbjóðing.

Hjásiti

Tú kanst altíð hava ein hjásita við til samrøðu við Barnaverndartænastuna.

Innlit í barnaverndarmál

Sum foreldur kanst tú biðja um innlit í barnaverndarmálið hjá barninum hjá tær. Hvat tú kanst fáa innlit í, veldst um tú hevur foreldramyndugleika ella ikki. 

Tú kanst eisini altíð fáa innlit í títt egna barnaverndarmál.

 

Avmarkingar í innlitum

Innlit kann í summum førum verða avmarkað, um serlig viðurskifti gera, at upplýsingarnar kunnu skaða barnið ella onnur. Í slíkum førum verður altíð gjørt ein saklig og løgfrøðilig meting. 

Tað er eisini týdningarmikið at vita, at tú hevur ikki rætt til at fáa innlit í persónligar upplýsingar um hitt foreldrið ella onnur, sum ikki beinleiðis hava við barnið at gera.

Ynskir tú innlit, kanst tú senda ein teldupost til barnavernd@torshavn.fo

Tú kanst eisini siga tað við tín sosialráðgeva. 

Barnaverndarstova Føroya | Hvør er hon?

Barnaverndarstova Føroya er ein felagskommunalur stovnur, sum virkar fyri at styrkja og samskipa barnaverndarøkið í Føroyum.

Ábyrgdarøkini hjá Barnaverndarstovuni eru í høvuðsheitum:

  • At veita ráðgeving og skipa undirvísing til barnaverndartænasturnar kring landið
  • At skipa og umsita fosturforeldraskipanina
  • At umsita og samskipa arbeiðið í Barnahúsinum
  • At vara av Familjutænastuni, sum bygnaðarliga er sjálvstøðug eind undir Barnaverndarstovuni

Vilt tú vita meira um barnavernd í Føroyum, ber til at vitja heimasíðuna hjá Barnaverndarstovuni. Her kanst tú lesa alt um fráboðanarskyldu, hvørja hjálp foreldur kunnu fáa og annað viðkomandi.

Barnaverndarstova Føroya (bvs.fo)

Málsgongdin í einum barnaverndarmáli
Meting í visitatiónini

Tað fyrsta, sum hendir í Barnaverndartænastuni er, at visitatiónin tekur støðu til fráboðanina. Vit meta um, hvørt fráboðanin gevur orsøk til at vera stúrin um trivnaðin, menningina og heimligu umstøðurnar hjá barninum.

Vit meta eisini um, hvørt ein sosialráðgevi skal kanna málið nærri sambært § 45 í barnaverndarlógini.

Visitatiónsfundir eru eina ferð um vikuna.

Meta vit, at talan er um barnaverndarmál, seta vit eina §45-kanning í verk.

Foreldur og barn verða innkallað til fyrstu samrøðu

Bæði foreldur og barn verða bjóðað til samrøðu. Foreldrini verða tó bjóðað fyrst til samrøðu.

Les meiri her um fyrstu samrøðuna:

Fráboðan um barn | Kunning til foreldur um, um hvat tað merkir - Tórshavnar kommuna

Endamálið er altíð at finna góðar loysnir í felag, so barnið fær ein tryggan og góðan uppvøkstur.
Samtykki til innheintan av upplýsingum

Til fyrstu samrøðuna spyr sosialráðgevin foreldrini um samtykki til at savna inn upplýsingar frá viðkomandi myndugleikum. Viðkomandi myndugleikar kunnu til dømis vera dagstovnur, skúli, heilsusjúkrarøktarfrøðingur, psykiatriski depilin v.m.

Um foreldrini ikki geva samtykki, verður mett, hvørt tað er neyðugt at innheinta upplýsingar uttan samtykki. Flestu foreldur plaga tó at geva samtykki, tí tey vilja eisini barninum tað besta.

Afturboðanir

Tá Barnaverndartænastan hevur móttikið afturboðanir, verða foreldrini aftur innkallað til samrøðu, har tey fáa innlit í upplýsingarnar, sum til dømis skúlin ella dagstovnurin hevur sent. 

Fyriskipan og ætlan

Sosialráðgevin leggur nú, saman við foreldrunum, eina ætlan fyri, hvat skal til fyri at fáa trivnaðin og/ella menningina hjá barninum aftur á beint. Hetta kann til dømis vera familjuráðgeving, sálarfrøðilig hjálp til foreldur og/ella barn, stuðul til barnið, umlætting ella annað.

Tilmæli til Barnaverndarnevndina

Sosialráðgevin skrivar eitt tilmæli til Barnaverndarnevndina um at játta familjuni ávisa hjálp, hetta verður kallað fyriskipan. Tá nevndin hevur samtykt tilmælið, kann fyriskipanin fara í gongd.

Uppfylging

Barnaverndartænastan hevur regluligt samskifti og fundir við foreldrini, har tað verður arbeitt við, hvussu støðan kann betrast, og hvørji stig kunnu stuðla familjuni og barninum best møguligt.

Málið er altíð at tryggja, at barnið trívist so væl sum til ber heima, í tøttum samstarvi við foreldrini.

Les meiri um málsgongdina á heimasíðuni hjá Barnaverndarstovuni her: 

Málsgongd

Fyriskipanir
Fyriskipanir, ið Barnaverndartænastan kann seta í verk

Við útgangsstøðið í einari §45 kanning , ger Barnaverndartænastan eina sosialfakliga meting um, hvørt ein fyriskipan eigur at verða sett í verk hjá familjuni. 

Barnaverndartænastan kann millum annað seta hesar fyriskipanir í verk:         

  • veita sálarfrøðiliga ella aðra hóskandi hjálp til barnið ella familjuna
  • veita familjuviðgerð, familjuráðgeving ella líknandi stuðul
  • veita stuðul í heiminum
  • veita heilt ella partvíst ansingarpláss á stovni, í dagrøkt ella líknandi fyri børn, tá tað, av sosialum orsøkum, verður mett at vera neyðugt
  • hjálpa við at finna hóskandi útbúgvingarpláss, arbeiðspláss ella líknandi til barnið
  • menna frítíðarvirksemi hjá barninum
  • veita tilboð um umlættingarskipan hjá góðkendum fosturforeldrum
  • stuðla foreldrum at fáa og fullføra viðgerð vegna sjúku, rúsevnismisnýtslu ella aðrar persónligar trupulleikar
  • tilnevna ein fastan persón, sum barnið altíð kann seta seg í samband við í mun til sínar trupulleikar
  • veita barninum ein persónligan ráðgeva, mentor ella stuðul
  • veita stuðul til barn, sum er 16 ár ella eldri, í egnum kamari ella egnari íbúð
Mítt barn hevur eina diagnosu, kann Barnaverndartænastan hjálpa?

Sambært Barnaverndarlógini, skal Barnaverndartænastan meta um, hvørt barnið livir undir viðurskiftum, sum kunnu skaða tess heilsu og menning. Tað vil siga, at Barnaverndartænastan ger eina sosialfakliga meting um, hvørt fráboðanin gevur orsøk til at stúra um heimligu viðurskiftini og foreldraførleikarnar.

At eitt barn hevur eina diagnosu kann sjálvandi vera ein avbjóðing hjá foreldrunum, men tað er ikki í sær sjálvum grundarlag fyri, at talan er um eitt mál sambært barnaverndarlógini.

Sambært barnaverndarlógini skal Barnaverndartænastan tryggja, at børn, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu vera skaðilig, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at tey fáa ein tryggan uppvøkstur.

Í nógvum førum, har talan er um, at barnið hevur eina diagnosu, er Barnaverndartænastan ikki stúrin um heimligu viðurskiftini, og tá er tað Almannaverkið, ið eigur at veita familjuni ráð, vegleiðing og hjálp.

Í slíkum førum verður málið avvíst í visitatiónini, og foreldrini verða víst til eitt nú Almannaverkið fyri at fáa hjálp.

Mentor ella stuðul til barnið ella tann unga

Barnaverndartænastan kann, sum nevnt omanfyri, seta ymiskar fyriskipanir í verk fyri at hjálpa barninum og familjuni. Ein týðandi fyriskipan er at bjóða børnum og ungum ein mentor/stuðul.

Ein mentor er ein persónur, sum kann veita barninum hjálp og stuðul í gerandisdegnum.

Mentor kann gera allan munin, fyri eitt barn skal koma at trívast, mennast og fáa ein tryggan uppvøkstur.

Barnaverndartænastan leitar tí áhaldandi eftir mentorum. Les meiri um tað her:

Mentorar og stuðlar til Barnaverndartænastuna - Tórshavnar kommuna

Fostur- og umlættingarfamilja

Ein fyriskipan kann vera at veita einum barni/familju eina umlættingarfamilju, sum kann vera um barnið t.d. 1-2 vikuskiftið um mánaðin. Í summum førum er neyðugt at umsorganaryvirtaka eitt barn, sum kemur at búgva hjá einari fosturfamilju ella á barnaverndarstovni.

Ynskja tú og tín familja at gerast umlættingarfamilja ella fosturfamilja hjá einum barni ella ungum fólki, kunnu tit lesa meiri um hetta á heimasíðuni hjá Barnaverndarstovu Føroya.

Tað er Barnaverndarstovan sum góðkennir fostur- og umlættingarfamiljur. 

Fosturforeldraskipanin (bvs.fo)

Her kanst tú eisini lesa meiri um, hvørjar uppgávur Barnaverndarstovan hevur. 

SSP

SSP er ein tvørfaklig samstarvsskipan millum fakbólkar, ið fáast við børn og ung í Føroyum.

Heitið, SSP, er ein stytting fyri høvuðspartarnar í SSP-samstarvinum: Skúli, Sosialir myndugleikar og Politi. Virkisøkið hjá SSP er øll børn og ung frá 0-17 ár.

Endamálið er at savna, samskipa og fremja felags fyriskipanir, sum skulu fyribyrgja kriminaliteti og skaðandi atburði millum børn og ung.

Sosialráðgevar hjá Barnaverndartænastuni hava ein aktivan leiklut í SSP samstarvinum.

Les meiri um SSP her:

Fráboðanarskyldan
Vit hava øll fráboðanarskyldu

Vit hava øll fráboðanarskyldu, um vit vita um eitt barn, sum livir undir viðurskiftum, ið kunnu skaða tess sálarligu ella likamligu heilsu ella tess menning. Eisini um vit fáa kunnleika um barn, sum foreldur ella annar uppalari vanrøkir, meinslar ella misnýtir.

Tað merkir, at vit hava skyldu til at boða myndugleikunum frá, um vit fáa kunnleika til slík viðurskifti. Ein fráboðan er eini boð til Barnaverndartænastuna, har tú kunnar Barnaverndartænastuna um, at eitt barn møguliga hevur tørv á hjálp.

Les alt um fráboðanarskylduna á heimasíðuni hjá Barnaverndarstovuni:

Fráboðanarskylda hjá hvørjum einstøkum

Ivast tú í, um tú skalt fráboða?

Tað kann vera torført at leggja seg út í viðurskifti hjá øðrum.

Fráboðanarskylda er tó galdandi fyri øll – eisini teg. Hóast eitt barn í gerandisdegnum er í sambandi við fakfólk, sum t.d. námsfrøðingar og lærarar, hevur tú møguliga nakrar aðrar eygleiðingar og upplivingar við barninum.

Lat tí ivan koma barninum til góðar, boða frá og lat myndugleikarnar meta um málið.

Ein fráboðan, sum kemur í góðari tíð, kann vera við til tryggja, at trupulleikarnir verða loystir, áðrenn teir verða ov stórir. Hav í huga, at ein fráboðan ikki neyðturviliga hevur við sær, at barnið verður tikið úr heiminum. Meting verður gjørd av støðuni í hvørjum einstøkum føri, og ofta hevur ein fráboðan við sær, at fyriskipanir verða settar í verk í heiminum hjá barninum til at bøta um viðurskiftini.

Fakfólk hava skerpaða fráboðanarskyldu

Tá ein námsfrøðingur, lærari, heilsufrøðingur, ljósmóðir, kommunulækni ella onnur, sum hava tætt samband við børn, halda, at eitt barn og familjan hava brúk fyri hjálp, skal Barnaverndartænastan hava boð um hetta.

Í § 14 í Barnaverndarlógini er hetta soleiðis orðað:

Øll, sum í starvi sínum hava við børn at gera og í hesum sambandi fáa kunnleika til ella hava orsøk at halda, at foreldur ella annar uppalari vanrøkir, meinslar ella misnýtir eitt barn, ella at barnið á annan hátt livir undir viðurskiftum, ið kunnu skaða sálarligu ella likamligu heilsu ella menning hjá tí, hava skyldu til navngivið at boða barnaverndartænastuni frá hesum. 

Fráboðanarskylda hjá fakfólki

Fráboðan um likamligan og/ella kynsligan harðskap móti einum barnið

Likamligur ella kynsligur harðskapur

Er talan um likamligan ella kynsligan harðskap móti einum barni, verður málið altíð fyrst beint til løgregluna. Tað vil siga, at í slíkum førum verða foreldrini ikki kunnað um fráboðanina, fyrr enn løgreglan er liðug við sínar kanningar.

Vegleiðing til at skriva eina fráboðan

Á heimasíðuni hjá Barnaverndarstovuni kanst tú lesa alt um fráboðanir og fráboðanarskylduna. 

Les her: Stúrin um barn

Sosialar íbúðir
Sosialar íbúðir hjá Tórshavnar kommunu

Tað er Sosiala deild, ið umsitur sosialu íbúðirnar hjá Tórshavnar kommunu. Les meiri her:

Leigubústaðir - Tórshavnar kommuna

Sosiala deild
Sosiala deild

Vaglið 11
100 Tórshavn

Tel. 30 20 60 (kl. 9-15)
Tel. 21 60 12 (kl. 15-9) vakttelefonin

torshavn@torshavn.fo

Upplatingartíðir
Mánadag - fríggjadag9-15