BARNAVERNDARTÆNASTAN

Tel. 30 20 60 (9-15 yrkadagar)

Tel. 21 60 12 (15-9 allar dagar)

barnavernd@torshavn.fo

Leiðari: Kristina Háberg
T-post: kristinah@torshavn.fo

Fráboðan er komin til Barnaverndartænastuna um títt barn

Fyrsta samrøða við foreldur

Tá ein fráboðan verður send til Barnaverndartænastuna, merkir tað ikki altíð, at nakað álvarsligt er áfatt. Ein fráboðan er eitt tekin um umsorgan fyri tykkara barn. Ein fráboðan kann hava sera stóran týdning fyri barnið og kann eisini vera ein kærkomin hjálp hjá tykkum, sum familju.

Ein fráboðan gevur Barnaverndartænastuni ein møguleika at tosa við tykkum foreldur og at kanna, um barnið og familjan hava tørv á hjálp og vegleiðing. 

Eitt tað fyrsta Barnaverndartænastan ger,
er at innkalla foreldrini til samrøðu um fráboðanina. 

Hevur bert annað foreldri foreldramyndugleika, innkalla vit fyrst tað foreldri. 

Mál okkara er altíð at fáa børnini at trívast og mennast heima, saman við familjuni. Tí er tað sera týdningarmikið, at foreldur og Barnaverndartænastan samstarva, so vit saman kunnu tryggja eitt trygt og gott lív fyri barnið.

Er okkurt, sum er ógreitt, ella manglar onkur upplýsing, eru tit vælkomin at senda ein teldupost til barnavernd@torshavn.fo ella ringja á tel. 302060 millum kl. 09.00 og 15.00.

 

Á hesari síðuni, kanst tú lesa alt um Barnaverndartænastuna og mannagongdirnar í einum barnaverndarmálið >>