Lurta

Stúrin um vaksið fólk

Her finnur tú upplýsingar um, hvønn tú kanst venda tær til, kennir tú ein vaksnan, ella hevur tú hitt ein persón, sum tykist at tørva hjálp.



Hvønn kanst tú venda tær til?
Er talan um ein persón við sosialum ella sálarligum trupulleikum

Hittir tú ein persón, sum tørvar hjálp, kanst tú ringja til Almannaverkið. Í Almannaverkinum eru uppsøkjandi toymi, ið kunnu hjálpa tær og geva tær ráð.


ALMANNAVERKIÐ

Staravegur 18
100 Tórshavn

av@av.fo

Tel. 36 00 00

Kunna teg nærri á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.

Almannaverkið (av.fo)

Er talan um ein avvarðandi við sosialum ella sálarligum trupulleikum

Stúrir tú um ein avvarðandi ella um ein vin, sum tú metir hava tørv á hjálp, kanst tú ringja ella senda ein teldupost til Almannaverkið. Í Almannaverkinum eru toymi, sum fylgja við fráboðanum, ið koma inn umvegis teldupost.


ALMANNAVERKIÐ

Staravegur 18
100 Tórshavn

av@av.fo
Tel. 36 00 00

Kunna teg nærri á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.

Almannaverkið (av.fo)

Er talan um ein eldri borgara

Um ein granni hjá tær ella ein borgari, sum tú javnan sært, tykist at hava trupult við at fáa sín gerandisdag at hanga saman ella á annan hátt elvir til stúran, kanst tú venda tær til Heilsuhúsið í Hoyvík. Hetta kann til dømis vera, um viðkomandi hevur torført við at minnast.

HEILSUHÚSIÐ

Brekkutún 1
188 Hoyvík

Tel. 30 20 00

heilsuhusið@torshavn.fo

Telefonin svarar mánadag til hósdag kl. 8 – 15.30 og fríggjadagar kl. 8 - 15.

Vit viðgera tína fráboðan við varsemi.