Lurta

Dag- og kvøldtilboð

Ert tú fólkapensjonistur og ynskir tú ein virknan, innihaldsríkan og skipaðan gerandisdag, so kanst tú søkja um dag- ella kvøldtilboð.

Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um dag- og kvøldtilboð á Vanganum. Tá tú hevur søkt, fært tú eina kvittan í MínBoks.

Søk um dag- og kvøldtilboð

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tá tú søkir umvegis Vangan kanst tú kunna teg um journalnummar og støðuna á málinum á veitarasíðuni.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)



Dag- og kvøldtilboð
Hvør kann sleppa til dag- og kvøldtilboð?

Tú kanst søkja um dag- og kvøldtilboðini, um tú ert heimabúgvandi fólkapensjonistur og ynskir ein virknan, innihaldsríkan og skipaðan gerandisdag.

Dag- og kvøldtilboðini eru tørvsmett tilboð. Tað vil siga, at tú skalt søkja um dag- og kvøldtilboð, og síðan skal Heilsu- og umsorganartænastan saman við tær og tínum nærmastu meta um, hvørt eitt dag- ella kvøldtilboð er tað rætta fyri teg.

Tú hevur møguleika at sleppa til dag- og kvøldtilboð eina ella fleiri ferðir um vikuna. Hvussu ofta tú sleppur í dag- og kvøldtilboðið veldst um tín tørv.

Kostnaður

Tú rindar eitt gjald fyri dag- og kvøldtilboðið. Kostnaðin finnur tú á leinkjuni niðanfyri um brúkaragjøld.

Brúkaragjøld í Tórshavnar kommunu

Flutningur til og frá bústaði

Flutningurin er skipaður í samstarv við Auto og Bil og er íroknaður gjaldinum fyri tilboðið.

Matur og drekka

Døgurði og drekka eru íroknað gjaldinum fyri dag- og kvøldtilboðið.

Soleiðis søkir tú um dag- og kvøldtilboð
Hvussu søki eg?

Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um dag- og kvøldtilboð á Vanganum.

Søk um dag- og kvøldtilboð

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)

Hvat hendir, tá eg havi søkt?

Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu viðger tína umsókn. Tá tú hevur søkt, kemur eitt av okkara starvsfólkum á vitjan. Saman við tær og tínum avvarðandi lýsa vit tína støðu og tínar umstøður. Við støði í lýsingini meta vit í felag, hvørt eitt dag- og kvøldtilboð er rætta tilboðið til tín. Samstundis kunnu vit meta um, hvussu nógvar dagar um vikuna, tú hevur tørv á at luttaka í dag- og kvøldtilboðunum.

Tá vit hava viðgjørt tína umsókn, fært tú svar á Vanganum og í MínBoks.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsóknina niðanfyri og senda hana til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn.

Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um dag- og kvøldtilboð« í evnisteigin.

Umsókn um dag- og kvøldtilboð

Um dag- og kvøldtilhaldini
Hvørji eru dag- og kvøldtilboðini, og hvørjum eru tey ætlað?

Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu hevur fýra dag- og kvøldtilboð. Í dag- og kvøldtilboðunum fært tú møguleika fyri at koma saman við øðrum í hugnaligum og skipaðum umstøðum. Saman við okkara starvsfólkum ert tú við til at seta dám á virksemið, vit takast við. Vit skipa fyri virksemi, ið stuðlar undir, at tú kanst halda tínar førleikar við líka og búgva heima so leingi sum gjørligt.

Týdningarmest við dag- og kvøldtilboðunum er innihaldsríka samveran. Rørsla, kostur og virksemi hevur nógv at siga fyri heilsu og trivnað hjá okkum øllum, og tí leggja vit eisini dent á heilsustimbran og fyribyrging. Vit gera fimleik, spæla kort, skipa fyri útferðum, binda og mangt annað.

Virkis- og venjingarstovurnar á Boðanesheiminum og á Lágargarði eru tilhald til fólkapensjónistar, ið ynskja ein virknan, innihaldsríkan og skipaðan gerandisdag.

Stjørnulon og Tjarnarlon eru tilhald til eldri fólk við demenssjúku burturav.

Niðanfyri sært tú, nær og hvar tilboðini eru tøk.

Stjørnulon

STJØRNULON
Jøkulstræti 4
100 Tórshavn
tel. 31 81 09 / 21 81 09

Pláss
8 fólk um dagin og 8 fólk um kvøldið

Upplatingartíðir
Gerandisdagar kl. 9 – 21

Deildarleiðari
Augusta Mikkelsen
Tel. 22 67 95
augustam@torshavn.fo

Tjarnarlon

TJARNARLON
Hoyvíksvegur 58
100 Tórshavn
Tel. 79 00 67

Pláss
12 fólk um dagin

Upplatingartíðir
Gerandisdagar kl. 9 – 16

Deildarleiðari
Diana P. Strøm
Tel. 21 18 08
dianas@torshavn.fo

Virkis- og venjingarstovan á Lágargarði

Virkis- og venjingarstovan á Lágargarði
Stoffalág 84
100 Tórshavn
Tel. 21 07 14

Pláss
30 fólk um dagin

Upplatingartíðir                    
Mánadag, mikudag og hósdag kl. 9 – 16
Týsdag kl. 11 – 16
Fríggjadag kl. 9 – 13

Deildarleiðari                     
Augusta Mikkelsen
Tel. 22 67 95
augustam@torshavn.fo

Onnur kunning
Um eg ikki eri fólkapensjonistur?

Almannaverkið veitir tænastur til borgarar yngri enn 67 ár. Kunna teg nærri á síðunum hjá Almannaverkinum niðanfyri:

Almannaverkið – dagvirksemi (av.fo)

Almannaverkið – frítíðartilboð (av.fo)

Kunningarfaldari

Kunna teg nærri í faldara okkara um dag- og kvøldtilboð niðanfyri.

Dag- og kvøldtilboð til eldri borgarar í Tórshavnar kommunu